útlendska felagið. Men Sosialurin veit, at tað ikki bara eru andstøðuleiðararnir, sum eru ørkymlaðir. Tì eisini landsstýrismenn eru illa hýrdir um hetta mál, tí teir vita als einki um hesar [...] lagaligari lánstreytir. Og tað er áhugavert, at politikarar innan sum uttan fyri samgonguna nú fara at røra upp á seg. Høgni Hoydal nevndi í Sosialinum mánadagin, at verkætlanin er vorðin eitt persónligt [...] landsstýri og løgtingi til undirskrivað er, tað er ikki fólkaræði. Nógv bendir á, at heldur ikki landsstýrismenn hava tað álit á Kára P. Højgaard, sum tí valla sleppur at einsamallur at gera av lagnuna hjá
ikki fyrr enn vit hava fingið børnini inn í Venjingarskúlan, sigur Gunnvá Sandoy. Av fyrstan tíð var talan um 22 børn, nú eru 5 møguliga 6 børn sloppin í Venjingarskúlan afturat og tey búgva á síðugøtunum [...] 25. mars 1998 frá foreldrunum. Samstundis verður við hesum heitt á býráðið og skúlaráðið um í serligum skrivi at viðgera hølisspurningin á skúlaøkinum í kommununi". Undirskrivað Henzar Ellingsgaard. Eg [...] at loyva børnunum í Venjingarskúlan til Landsstýrið. Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Signar á Brúnni, lovaði at viðgera málið skjótt og væl, men enn fyriliggur ikki endalig avgerð og svar uppá kæruna
power frá fyrstu løtu. Ongin ivi um, at her eru menn, sum eru nakað fyri seg á føroyska rockpallinum. Tað er tøknin, sum í stóran mun er í hásæti, tó at teir eru sera fimir til bæði tøkni og ljóðføri. Teir [...] syngja eisini. Ein teirra spælir ljómborð. Og so eru mannfólkini undir við bassi trummum og guitari. Tveir av teimum eru garvaðir, Brandur á trummum og Heðin á guitar. Har hesi fólk hittast uppstendur tónleikurin [...] Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Seks bólkar vóru klárir at fara á pall, og hóast fólk ikki var komið júst í hópatali, tá fyrsti bólkurin, Side Effect, fór á pall, so var longu gott lag. Seks góðir bólkar skuldu
sigur, at hann er illur og sera vónbrotin av, at einki spurdist burturúr. - Nú er tað heilt greitt fyri mær, at hjá føroyingum er vit og skil ikki galdandi, tá tað ræður um varðveita dýrabæra makrelstovnin [...] restina. Ísland, sum ikki hevur verið við í avtaluni, hevur undanfarin ár ásett sær sína egnu makrelkvotu á 130.000 tons. Tað er eisini komið fram, at Noreg og ES hava avtalað eini 10 ár fram í tíðina, hvussu [...] er óseriøst av Noreg og ES at siga, at Føroyar ganga makrelstovninum ov nær, tá hesi londini sjálvi eru tey, sum fiska næstan alla heildarkvotuna, sigur hann við Portalin.
nummar 2 ella 3. Hvaðani Kringvarpið hevur upplýsingarnar vita vit sum vera man ikki, men tey í Mentamálaráðnum halda seg vera vís í, at tað eru tey í Vestmanna, sum hava slatrað, og ikki onkur í Mentamálaráðnum [...] Tann avgerðin hevur nú elvt til, at aðalráðið hjá Jenis av Rana hevur melda setanarnevndin í Vestmanna til løgregluna fyri at slatra. Hetta visti Kringvarpið at siga. Søgan er tann, at onkur hevur sagt [...] í frælsa heiminum annars – hava skyldu at upplýsa Mentamálaráðnum ella løgregluni sínar keldur, so á tann hátt fær Mentamálaráðið ikki revsað nakran í setanarnevndini í Vestmanna. Útvarpið segði í tíðindunum
koyriroynd. Hetta koyrikortið er vanliga galdandi til persónurin fyllir sjúti ár. Nú umhugsar ES at seta eina avmarking á gildi við koyrikortinum til 10 ár. Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan sviki [...] kunnu í dag gera nýtslu av 110 ymiskum sløgum av nationalum koyrikortum í øllum EU, har treytirnar eru sera ymiskar. Meðan danir kunnu varðveita sítt koyrikort til teir er vorðnir sjúti, so skulu sviar [...] umfatar m.a. borgarar úr so ymiskum londum sum teimum í fyrrverandi Sovjetsamveldinum og Etiopien. - Vit arbeiða tí við at fáa henda rættin til umbýting avtiknan, sigur politimeistarin, Mogens Hendriksen
tóku lut. Kappingin er annars býtt nakað øðrvísi, enn vit vanliga kenna tað í Føroyum. Talan er nevnliga um sokallaðar norðurlendskar bólkar, og eru luttakandi svimjararnir flokkaðir soleiðis: Kvinnur: [...] svimjinavnið í løtuni er Elspa Mørkøre úr Gøtu. Hon hevur longu fleiri ferðir í vetur sett nýggj met, og nú stórkapping varð hildin í Leirvík og Klaksvík, komu enn fýra av slagnum. Hesaferð vórðu metini í 100m [...] setti hon nýtt met í 200m frí við tíðini 2.13.93 og í 200m blandað við tíðini 2.30.19. Eisini Kári J. á Høvdanum, sum somuleiðis svimur fyri Fuglafjarðar Svimjifelag, setti nýggj bólkamet. Í bólki 4 svam
í gildi, 1. januar 2005. - Undirskrivingin merkir, at samstarvið nú byrjar millum kommunurnar, sum um samanleggingin longu er framd. Vit hava valt eygleiðaraumboð í nevndirnar hjá Tórshavnar býráði, og [...] Poulsen í samráðingarnevndini, og teir skrivaðu eisini undir undirsáttmálan. Bert tvær undirskriftir eru undir sjálvum høvuðssáttmálanum, sum vísir til undirsáttmálan, og hesar eiga býráðsformaðurin í Havn [...] og tá ið bygdarráðsfundir verða í Nólsoy, verða eitt ella tvey umboð úr býráðnum við á hesum fundum, sigur bygdarráðsformaðurin. Avtøka Við slíkari samanlegging, verður talan sjálvsagt um eina og somu kommunu
num frá, ringdi eg til Gunnleiv Dalsgarð, sum síðani vegleiddi meg um, hvussu eg skuldi boða frá. Vit vóru samdir um, at sáttmálin skal skiljast soleiðis, at starvsfólkini fáa at vita, at ætlanin er at [...] ætlanina. Eg havi gjørt júst soleiðis, sum formaður Starvsmannafelagsins mælti mær til. Felagið fær nú tilfarið til ummælis og hevur so 14 dagar til at meta um ætlaður uppsagnirnar. Almenni uppsagnarpo [...] Starvsmannafelagið metir hinvegin, at tey ikki eiga at sleppa av stovninum, fyrr enn uppsagnirnar eru endaliga avgreiddar eftir 14 dag hoyringstíðina. Hetta er ein spurningur um tulkingar. Er tulkingin
10. mai 1994. "Vit vilja fyrigeva, men vit vilja ongantíð gloyma, tí tann, sum gloymir mistøkini úr fortíðini, er dømdur at endurtaka tey". Hesi orð eru at lesa omanfyri høvuðsdyrnar á eini týningarlegu [...] tíðindasendingarnar á stóru sjónvarpsrásunum í Suðurafrika vóru á skránni seinni um kvøldið. Meðan vit sóu og hoyrdu allar statsleiðarar og forsetar við hevndarhugi úttala seg um, at nú skuldi Saddam Hussein [...] uppbyggjandi trúgv og vón á tað góða í menniskjanum. Nürnberg ella Chile Sum tveir hvítir vestureuropearar á ferð í fátøkum, ikki-hvítum økjum í Cape Town kundi onkur hildið, at vit gjøgnum fýra mánaða ar