eitt hámark, tí Als er ein trygging og ikki ein skattur. Tað hevur ofta verið frammi, at løgfrøðingar halda, at verður Als ein skattur, skal inngjaldið á fíggjarlógina, sum ein vanlig inntøka hjá landinum [...] vísir á, at fólk við góðari løn sleppa rættiliga bíligt í Als. Ein inntøka á 650.000 krónur um árið, skal rinda 1,25 prosent til Als, men ein inntøka á 1,3 millión, rindar bara 0,62 prosent til Als. - Tí [...] og Javnaðarflokkurin. Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot um at broyta Arbeiðsloysisskipanina. Ein broyting er, at hámarkið fyri, hvussu nógv, hvør løntakari rindar til Als, skal hækkast. Í løtuni rinda
allar 22 spælararnar í hópinum tøkar til ein dyst. - Status er, at eg havi 22 frískar mans, sum vilja byrja inni. Allir eru klárir og tað er fyrstu ferð í ár. Tað er ein positivur trupulleiki, sigur Eyðun Klakstein [...] ið B36 verjan skal halda eyga við. Gundadalur ein fyrimunur Dysturin verður spældur á ovara vølli í Gundadali, í mun til á Tórsvølli í fjør. Tað er ein fyrimunur heldur venjarin. - Vit vilja helst spæla [...] hevur allar 22 mans tøkar fyri fyrstu ferð í ár undan returdystinum móti B36. 22 mans klárir B36 hevur ein breiðan og góðan hóp, men sjálvt tvífaldu meistararnir hava verið sperdir í løtum í ár, tí spælarar
kurin hevur gjørt. - Men tað er greitt, at Tjóðveldi fer aldrin í ein samgongu, sum fer at føra ein so víðgongdan høgrapolitikk og ein so víðgongdan sambandspolitikk, sum hendan samgongan hevur ført, [...] Løgtinginum. Hetta er sama úrslit, sum ein gallupkanning fyri nøkrum fáum døgum síðani, eisini vístu. Rákið í báðum veljarakanningum er tanna sama, nevniliga, at samgongan fær ein veruligan lúsing og at andstøðan [...] til Sambandsflokkin. - Hendan samgongan er ógvuliga víðgongd og tað er rætt, at Fólkaflokkurin er ein stórur partur av trupulleikanum. Men tað eru Sambandsflokkurin og Miðflokkurin eisini, sigur Høgni
sigur, at hann sá at ein limur í Sea Shepherd legði seg niður, tá ið løgreglan skuldi handtaka hann ella hana, men politistarnir gjørdu ikki mætari enn at ein tók í beinini og ein undir armarnar og so [...] Samstundis sveimaði ein fremmand tyrla, brúnlig á liti, uppiyvir og Bjarni Djurholm heldur, at hon var frá Sea Shepherd, men hann veit tað ikki. Men eina lítla løtu seinni setti ein tyrla hjá Atlantsflogi [...] jan, Sildberdin, er farin í sigling. Tá ið tey fóru av aftur oynni var grindaboð og Sildberin var ein av teimum bátunum sum var við í rakstrinum. Tá ið tey komu inn ímóti landi sóu tey limir í Sea Shepherd
verið ein heimasíða, sms-loysn ella okkurt annað. Tí tað skal vera atkomiligt hjá øllum – bæði facebookbrúkarum og ikki-facebookbrúkarum. Og ikki at gloyma tey, sum ikki brúka teldu. Kann á ein hátt [...] til felags. Hetta at skera øll yvir ein kamb. Tí tað er so ósjarmerandi og ófrættakent at krevja, at vit øll skulu ganga í takt. Annars haldi eg at ymisleiki er ein fyrimunur, tí hann gevur eitt fjølbroyttari [...] kunnu stuðla og hjálpa við bæði einum og øðrum. Fylgja familju og vinum. Og á summum arbeiðsøkjum ein hentleiki. Men tað eru tey, sum klára seg á annan hátt. Aftur til hesar áheitanir: Far inn á Facebook
hvør aðra, so ein fær ringa samvitsku yvir tað ein ikki ger. - Tað tídningarmesta er at ein trenar kokuna, og tað kann gerast á ymsikan hátt og allar kvinnur kunnu vera við, sjálvt um ein ikki hevur nógva [...] kvinnum í viðgongutíðini til at halda seg í gongd tí tá gongur tíðarskeiðið har ein er illa fyri skjótari og lættari. Tá ein kvinna er við barn broytist kroppurin nógv og tað er ymiskt hvussu kvinnur reagera [...] kroppinum, sigur Lív á Argjahøvda. Um ein kvinna rørir seg nógv í viðgongutíðini kann føðingin ganga betri, og tað kann eisini verða lættari at koma í gongd aftur eftir at ein hevur átt. Síðani leggur Lív á
borgarstjóri í Havn. Tað hevur verið frammi, at ein golfvøllur er ein fortreyt fyri at fáa oyggjaleikirnar til Føroya. Talan hevur eisini verið um at gera ein golfvøll á Glyvursnesi. Løgtingið viðger í løtuni [...] vøllin. - Skal tað eydnast okkum at gera ein golfvøll til oyggjaleikirnar i 2019, má okkurt henda beinanvegin, sigur borgarstjórin. At gera ein golfvøll er ein stór íløga, sum tekur langa tíð. Hann kostar [...] takast í brúk í 2019. Tórshavnar Kommuna hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at rinda fyri lendi til ein golfvøll. Hinvegin er kommunan sinnað at gera sjálvan vøllin. Men landsstýrið og kommunan eru komin
er, at tað er ein striltin skipan, sum er galdandi, tá ein fyritøka skal hava útlendska arbeiðsmegi. - Tað hevur fyrr víst seg at taka millum 3 og 6 mánaðir at fáa svar, og tíðin, sum ein fyritøka hevur [...] Verkætlanir fyri milliardir eru settar í verk, og ein stórur partur av hesum íløgum skal brúkast longu í 2014. Tað merkir, at virksemið veksur munandi í mun til 2013, og tað skapar eitt ávíst trýst á [...] byggivinnuna. Bara til skúladepilin í Marknagili, sum er ein verkætlan til 515 milliónir krónur, skulu brúkast umleið 150 milliónir krónur í 2014. Niels Winther frá Vinnuhúsinum er ikki í iva um, at vinnan
Fært tú eins nógvar omega-3 feittsýrur, sum ein miðal japanskur borgari fær, minkar vandin fyri æðrakálking og hjartasjúkum munandi. Tað vísir ein nýggj vísundalig kanning, sum tíðarritið Heart hevur [...] úr fiski. Í miðal etur ein japanskur borgari út við 100 gram av fiski um dagin, meðan talið fyri eitt nú ein amerikanskan borgara bert liggur millum 7 og 13 gram um dagin. Ein granskingarbólkur, sum [...] at granskað verður enn meiri á hesum øki. Lívstýdningarmikið Omega-3 feittsýrur eru lívsneyðugar eins og vitaminir. Tá likam okkara ikki kann framleiða hesar, skulu vit hava tær við matinum. Feitur fiskur
einki hava ímóti, at Kringvarpið vísir ein slíkan film. Men ”timingin” er út av lagi vánalig: - Tað er ein púra óneyðug provokatión av Kringvarpinum at senda ein film, sum er í andsøgn við okkara kristnu [...] Langa Fríggjadag, sigur Jákup Mikkelsen og heldur fram: - Páskirnar eru ein stór hátíð hjá øllum kristna heiminum, og eisini ein stór hátíð fyri okkara tjóð. Tað haldi eg eisini, at Kringvarpið eigur at [...] - Tað mátti ikki verið neyðugt hjá Kringvarpinum at víst ein film sum ”The Last Temptation of Christ” júst Langa Fríggjadag, heldur Jákup Mikkelsen. Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum sigur seg