uppskot er greitt nærri frá ætlanum landsstýrisins við einum nýggjum sáttmála. Samskipan av arbeiðinum Undir viðgerðini av løgtingsmáli: Uppskot til samtyktar um ríkisrættarliga støðu Føroya í uttanlandsnevnd [...] spurningarnar, og hesi kunnu leggja fyri við innleggum í almennu hoyringunum. Kostnaður av grundlógararbeiðinum ? Kostnaðurin av arbeiðinum at gera uppskot til grundlóg verður mettur til umleið 2 mió. kr. Her [...] í eina tíð at verða viðgjørdur í grundlógarnevndini í samstarvi við hinar nevndirnar. ? Við hesi skipan verður eisini tryggjað øllum flokkum á tingi fult innlit og ávirkan í fyrireikingararbeiðið til
sjálvur , tá hann fekk møguleikarnar sæst av, at hann hevði fulla úrtøku og skoraði trý mál uppá tríggjar møguleikar. Og so var tað sjónligt, at nærveran av teimum báðum útisetunum lyfti avrikini hjá [...] reikaði nógv, og tað var altíð vandamikið, tá hann hevði bóltin, meðan ein av orsøkunum til, at tað ikki hekk so væl saman hjá nógvum av hinum, var, at tað vóru ov fáir, sum bjóðaðu seg til og arbeiddu fyri [...] liðformansbindið. Símun, sum venur við Aarhus Fremad, stríddist nógv, og hann var skilagóður. Síðsta partin av seinna umfarinum var hann troyttur, men hóast tað sást, at enn væntar nakað í, áðrenn hann røkkur støðinum
varð ein skipan gjørd, sum segði, at tíðindasendingarnar á middegi og á kvøldi, umframt kvøðuljómarnir til sjófólkið og onkrar ávísar aðrar sendingar, skuldu sendast við fullari megi. Hetta komst av, sigur [...] gjørligt,« sigur Jens Julian Reinert á Telefonverki Føroya Løgtings, sum hevur teknisku umsitingina av sendinetinum um hendur. Óreglulig sending Tað er alt ov ofta ólag á millumbylgjusendaranum hjá Útvarpinum [...] um sent verður við fullari ella hálvari megi. Tað er ikki, fyrr enn komið verður heilt út í kantin av tí, sendarin yvirhøvur røkkur, at munur hoyrist á, um sent verður við 100kw. ella 200 kw. Men tað kann
Eidesgaard, millum annað í setanarrøðu síni. Nr. 6 av 12 londum Til sjálva kappingina leygardagin, var Jan-Oddvar Sørnæs og vitjaði saman við einum av stigtakarunum til at fáa First Lego League tvørtur [...] umframt at vera eygleiðari til kappingina, so hevði hann eisini ábyrgdina av stigaskipanini í kappingini. Henda stigaskipan var ein skipan, sum føroysku liðini høvdu í felag við lið úr ellivu øðrum londum, og [...] næmingunum var eitt halda eitt show. Sjey virðislønir Virðislønir vórðu lætnar fyri allar ymsu partarnar av kappingini, og tilsamans vóru sjey ymsar virðislønir at kappast um. Virðislønina fyri best innlit í
Tað er av ovurstórum týdningi, at fólk kenna sín samleika. Vit hava onkuntíð sagt, at tað er á fortíðina, vit byggja framtíðina. Hesi orðini segði Magnus Hansen, formaður í Porkeris Fornminnafelag, tá [...] sum nú er gjørdur til eitt prýðiligt og fjølbroytt bygdarsavn, sum Porkenningar kunnu vera ernir a av vísa fram. Magnus Hansen helt, at tað mundi vera við blandaðum kenslum, at eldri porkenningar minnast [...] r hildu til í stovuni hjá Danjali og Katrinu úr Jógvansstovu. Tann stovan er tann vestari parturin av teirri stóru skúlastovuni. - Tað verður sagt, at tá ið Danjal undirvísti børnunum í Hovi, undirvisti
slík, ið ganga øðrum stovnum nakað nær. ?Hoyringar av ymsum slagi, til dømis um týðandi mál, ið krevja ábøtur, um lógaruppskot ella fyrisitingina av galdandi lógum. ?Samráð við landstýrismenn, har tað [...] útvarpið altíð er at meta sum bergmál í úrvali, eitt selektivt ekkó; tú veitst aldri, hvat verður sent av tí, tú sigur, og um tað kemur øvugt aftur. Útvarpsmaðurin, tann dugnaligi og viðurslønti Dánjal Højgaard [...] avmarkað sínar egnu heimildir og hevur ov fáar streingir til stjórnarsamskifti sítt við aðrar stovnar og av fá amboð til taks at verja - og vinna - vald sítt. Tí haldi eg okkum báðar Finn vera samdari, enn hann
Fjarðastevnu og aftur eftir Vestanstevnu kundi eitt sindur av oralari krígsførslu leggjast í útsøgnirnar hjá manningunum, sum nú standa fyri at vera partar av ultimativu finaluni. - Venjingin hjá okkum er soleiðis [...] sjálvum kapprórðinum, segði Magnus Norðberg, ein av rógvarunum umborð á Klaksvíkingi, eftir at hann og bátsfelagarnir á Fjarðastevnu høvdu smurt Eysturoying av við meiri enn einari bátslongd. Eftir at Eys [...] skutin fremstur, svaraði ein av kempunum umborð á Eysturoyingi aftur: - Vit róðu, sum vit plaga at gera, og hesa ferð var tað nóg mikið til at vinna. Tað man so hava verið orsaka av, at Klaksvíkingur ikki hevur
Toppmöller. At hann ikki er hvør sum helst síggja tit aðrastaðni í síðuni, og at onki av hansara góðu úrslitum er komið av tilvild fara tit at ásanna, eftir at hava lisið hesa grein. Fantastiskt men ikki rættvíst [...] spældu 4-4-2, men sum lætt kundi broytast til og forveklast við eina 3-4-3 skipan. - Vit máttu millum annað manna ein part av miðverjuni við einum framrættaðum miðvallarleikara, sigur Klaus Toppmöller [...] einum slíkum úrslitið, Klaus Toppmöller. - Vit høvdu fimm leikarar skaddar og í veruleikanum var ongin av teimum vanligu miðverjunum við. Tí vórðu vit noyddir at royna nøkur nýggj ting, sigur Klaus Toppmöller
Tey bæði havi eg kent ein stóran part av lívinum. Tað fyrsta eg minnist til Ditleif sum smádrongur var, tá hann plagdi at ganga í húsini at lesa elmátarar av. Seinni komu vit at kennast í fyritøkum, har [...] arbeiða upp eina nýggja skipan, sum var grundað á fría kapping á økinum, sum ikki var nøkur sjálvfylgja tá. Samstundis var hetta í ringastu kreppuni í 90-unum. Fyrstu tíðina gekk ikki væl av hesi orsøk, og tað [...] Rosa. Hon er dóttir Onnu Elisabeth og Poul á Lakjuni. Hon misti pápan av eini vanlukku, tá hon var seks ára gomul. Rosa var næstyngst av tilsamans 11 systkjum, so hon hevur eisini kent lívsins álvara. Rosa
sum nevnt verður í bókini, vísir Andrias á. Andrias hevur av foreldrum sínum verið leiddur bæði í missiónshús og kirkju, her hann minnist fleiri av teimum eldru deknunum, millum annað abban og mammuna, lesa [...] eina tænastu, har ávísir lestrar verða lisnir í adventini – lestrar eftir Jákup Dahl og úr tveimum av lestrabókum hansara ”Meðan hildið verður heilagt” og ”Í lýsing”. Við einfaldari, men kortini vælvirkandi [...] eina tænastu í kirkjuni. Sjálvur røkir Andrias eisini tænastu við Fríðrikskirkjuna, har hann er ein av klokkarunum. Øðrvísi orðingar Í Føroyum eru væl omanfyri 60 kirkjur, og sum vituligt er, kann ein prestur