Sjálvstýrismál og grundlógararbeiðið fyri 6 mió. kr. í 99

? Sett verður grundlógarnevnd at gera uppskot til grundlóg fyri Føroyar. Í uppskotinum skulu m.a. vera ásetingar um valdsbýtið millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið, ásetingar um grundleggjandi mannarættindi og ásetingar um rættindir og skyldur hjá føroyskum borgarum. Nevndin skal lata landsstýrinum álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 1. juni 2000

Í viðmerkingunum til uppskotið um grundlógarnevn, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, at landsstýrissamgongan hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu skipast sum eitt land við fullveldi eftir eini skipaðari ætlan.

? Formliga er henda ætlan í tveimum: At gera ein millumlandasáttmála millum Føroyar og Danmark, sum ásetir framtíðarsamstarvið millum londini, sum tvey lond við fullveldi. Uppskotið til sáttmála verður lagt fyri løgtingið, og tá løgtingið hevur samtykt tað, verður tað lagt til fólkaatkvøðu til góðkenningar.

? Og at nevnd verður sett at gera uppskot til grundlóg, sum verður lagt fyri løgtingið. Tá løgtingið hevur samtykt tað, verður tað lagt til fólkaatkvøðu til góðkenningar.

Og víðari vísti Høgni Hoydal á, at í løgtingsmáli: Uppskot til samtyktar um ríkisrættarliga støðu Føroya, hevur løgtingið tann 2. oktober 1998 tikið undir við, at landsstýrið fyrireikar og tekur upp samráðingar við donsku stjórnina um ein sáttmála, og at landsstýrið leggur eina frágreiðing um fyrireikingarnar fyri tingið til aðalorðaskiftis, áðrenn farið verður til samráðingar. Í viðmerkingunum til hetta uppskot er greitt nærri frá ætlanum landsstýrisins við einum nýggjum sáttmála.


Samskipan av

arbeiðinum

Undir viðgerðini av løgtingsmáli: Uppskot til samtyktar um ríkisrættarliga støðu Føroya í uttanlandsnevnd løgtingsins hevur landsstýrismaðurin latið nevndini tilfar og greitt nærri frá, hvussu ætlanin er at skipa fyrireikingarnar til ríkisrættarligu broytingarnar. Og Høgni Hoydal nevndi arbeiðsnevndirnar, sum koma at verða við í hesi verkætlan.

? Ein sáttmálanevnd, sum skal kanna og lýsa tey løgfrøðiligu, politiskt og umsitingarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, gera uppskot til skiftisskipanir og samstarvsavtalur og uppskot til ein sáttmála. Ein búskaparnevnd, sum skal kanna og lýsa tey búskaparligu og fíggjarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, gera uppskot til skiftisskipanir og lýsa krøvini til ein sjálvberandi føroyskan búskap. Grundlógarnevndin, sum skal gera uppskot til grundlóg og føroyska rættarskipan.

? Harumframt skulu tey einstøku stýrini í miðfyrisitingini lýsa og greina samstarvið við Danmark í dag, lýsa tørvin á samstarvsavtalum og krøvini til lóggávu, fyrisiting og fígging, um Føroyar skulu umsita øll málsøki sjálvi. Verkætlanin og skrivstovuhaldið verður skipað í fyrisitingini undir landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum.

? Grundlógarnevndin kann samskipa arbeiði sítt við hinar nevndirnar í verkætlanini, og grundlógarnevndin fær fult innlit í alt arbeiði við sjálvstýrismálum í landsstýrinum. Eitt nú eigur spurningurin um skiftisskipanir, har málsøki kunnu latast til Danmarkar ella onnur lond at umsita, í eina tíð at verða viðgjørdur í grundlógarnevndini í samstarvi við hinar nevndirnar.

? Við hesi skipan verður eisini tryggjað øllum flokkum á tingi fult innlit og ávirkan í fyrireikingararbeiðið til ríkisrættarligu broytingarnar, sigur Høgni Hoydal í viðmerkingunum til uppskotið.


Høvuðstættir í

grundlógararbeiðnum

? Føroyska grundlógin skal m.a. áseta grundleggjandi rættindir og skyldur millum statin og borgararnar, og hvussu Føroyar skipa sítt egna lóggávuvald, útinnandi vald og rættarvald. Annar høvuðstátturin í grundlógararbeiðnum er sostatt at viðgera valdsbýtið millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið.

? Hin høvuðstátturin í arbeiðnum hjá grundlógarnevndini eru grundleggjandi statsrættarligar ásetingar um rættindir og skyldur millum føroyska statin og borgararnar. Grundlógararbeiðið nemur við grundleggjandi mentanarlig virðir í føroyska samfelagnum. Tí eigur nevndin at viðgera allar spurningar við neyvum atliti til føroyska rættarsøgu, siðvenjur og mentan.

? Í mun til núgaldandi stýrisskipanarlóg, sum ásetir valdsbýtið millum lóggevandi og útinnandi valdið, skal grundlógin áseta býtið millum hesi og eitt sjálvstøðugt føroyskt dømandi vald. Tí verður skotið upp, at grundlógarnevndin eisini skal gera uppskot til, hvussu føroyska rættarskipanin skal vera. Herundir hvussu ein føroyskur yvirrættur kann skipast, hvussu dómarar og fulltrúar við embætini kunnu tilnevnast óheftir av løgtingi og landsstýri, og hvussu ákæruvald, løgregla, kriminalforsorg og fongsulsverk skulu skipast. Nevndin kann velja at seta ein serligan bólk ella nevnd at arbeiða burturav við hesum, sigur Høgni Hoydal í viðmerkingunum til uippskotið.


Almennar hoyringar

? Til tess at tryggja eina almenna viðgerð og eitt gott alment orðaskifti um grundlógina verður álagt nevndini at hava almennar hoyringar í arbeiðinum. Nevndin kann skipa hesar soleiðis, at ávís evni verða tikin upp á almennum hoyringum, har uppskot verða løgd fram og grundgivin.

? Nevndin kann biðja um viðmæli frá ymsum feløgum, fakfólki og áhugabólkum, sum hava serlig tilknýti til ymsu spurningarnar, og hesi kunnu leggja fyri við innleggum í almennu hoyringunum.


Kostnaður av

grundlógararbeiðinum

? Kostnaðurin av arbeiðinum at gera uppskot til grundlóg verður mettur til umleið 2 mió. kr. Her er íroknað løn til formannin og skrivaran, samsýning til serfrøðingar, fundarsamsýning til løgtingsmenn, serkøn hjálp, eitt nú responsum frá statsrættarserkønum og frágreiðingar um fremmandar stýrisskipanir og prenting av álitinum.

? Løgtingið hevur fyri 1998 játtað kr. 1,659 mió. kr. til sjálvstýrismál, íroknað grundlógararbeiðið. Landsstýrið hevur á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999 søkt um kr. 6 mió. kr. til sjálvstýrismál, og her er grundlógararbeiðið íroknað, upplýsti Høgni Hoydal, tá ið hann legði uppskotið fram týsdagin.