og list Knút er sannførdur um, at evnini at skapa tónleik er ein gáva, hann hevur fingið frá Gudi, eins og øll list onkusvegna er ein endurspegling og játtan av Guds skapanarverki. Tí undrar tað hann stórliga [...] eg nógv um, at tað í grundini er ein andsøgn í geva nakað so persónligt út á fløgu til øll onnur at lurta eftir. Men hinvegin, eg eri ikki tann einasti í verðini, sum havi upplivað sorg og sakn, og eg eri [...] at geva tí ein vøgguvísudám fyri á tann hátt at raka nakað einfalt, góðvarið og upprunaligt samstundis. Okkara fyrsta tónleikaliga uppliving stavar jú sum oftast frá eini vøgguvísu, og uppá ein máta er fløgan
á Sarah Mahfoud, so eg fari heim aftur til Suðuramerika við beltinum. Eg havi tvær ferðir áður tapt á órættvísan hátt, tá eg havi kempað í Europa, og soleiðis verður tað ikki hesa ferð. Har verður eingin [...] Mahfoud fær í kvøld. – Eg veit væl, at hon er hørð, sterk og teknisk dugnalig. Hetta verður uttan iva ein harður, men eisini feitur dystur. Eg gleði meg, sigur hon. Sarah, sum longu er nummar 1 á heimssty [...] sterkastu gentunum, so eg kann prógva, at eg hoyri til á toppinum. Og so vil eg eisini geva áskoðarunum ein góðan dyst, sigur hon. – Eg trúgvi uppá, at eg vinni. Sarah Mahfoud hevur boksað 16 dystir sum pro
hann ikki og tá ið vit tosaðu við hann, segði hann, at hann fór at taka málið upp alt fyri eitt. - Eg havi tikið málið upp og avtalan er, at alt sum eitur at bróta grót, og annað, sum larmar so illa, at tað [...] stjóri í Búsetur, sum ger arbeiðið, harmast um støðuna og hann skilir misnøgdina væl, tí hetta er ein fíggjarligur smeitur. Men hann sigur, at tey fáa ikki gjørt annað enn at fáa arbeiðið liðugt sum skjótast
rikið Skarv. Tá yvirtók hon staðið eftir pápan Dánjal Petur, sum byrjaði virksemið í 1975. – Tað var ein sera trupul avgerð at taka, men hon varð tikin. Korona órógvaði Skarv illa, og síðani hava vit kempað [...] men inntøkurnar hava ikki fylgt við. Vit hava veruliga stríðst fyri at fáa tað at bera til, men nú havi eg viðurkent, at tað gongur ikki, og tí letur Skarv aftur, sigur Siri Thorsteinsson. ##med2## Rak [...] Rak Skarv í 40 ár Dánjal Petur Thorsteinsson fekk hugskotið til Skarv. Hann hevði siglt, men fekk ein skaða í ryggin, og tað hevði við sær, at hann mátti fara í land og finna sær okkurt annað. – Eg hugsaði
Miss Universe. Hetta er meira enn ein vakurleikakapping Fyri Moniku, sum er úr Vági, er Miss Universe meira enn bara ein vakurleikakapping. - Fyrst og fremst er tað ein vakurleika kapping, tað kann man [...] hevur fingi nógvar afturmeldingar, síðan hon kunngjørdi, at hon verður millum luttakararnar. - Eg havi fingið ótrúliga nógvar positivar afturmeldingar frá familju og vinum, ið skriva, at tey eru glað mína
– Eg eri sera fegin um, at eg havi fingið hendan kjansin. Eg havi vant hart og vunnið fleiri dystir fyri at koma heilt upp á styrkilistan, so at eg aftur kann boksa ein dyst sum hendan, sigur Sarah Mahfoud [...] truplar dystir og vinna teir. Men eg trúði uppá tað, og nú havi eg gjørt tað, sum skuldi til, sigur hon. – Tá ið tú hevur boksað í so nógv ár, sum eg havi, er tað stuttligari at boksa, um tað veruliga stendur [...] Í kvøld skal Sarah Mahfoud boksa HM-dyst í Las Vegas. Hetta er fyrstu ferð, at ein professionellur, kvinnuligur boksari úr danska kongaríkinum boksar HM-dyst í USA. Sarah hevur fingið hendan gylta møguleikan
Eldevig), sum var ein av verkligu høvuðsmonnunum, tá kirkjan varð reist frá grundini. Av góðum grundum havi eg soleiðis, heilt frá barni av, hoyrt mangt og mikið um hesa bygd, sum hátíðarheldur ein serligan dag [...] umstøðum gerast ein stovnur. Ein institutión. Gáttin skal vera lág, rúm skal vera fyri øllum, eisini teimum sum siga seg ikki at ganga undir hennara trúarjáttan. Soleiðis gerst hon ein meginsavnari í [...] halgidómin. Nú taki eg uppaftur úr tí, sum eg áður havi havt á lofti, men eg var væl kunnaður um Elduvíkina, áðrenn eg vitjaði bygdina á fyrsta sinni. Ein langabbasystir mín úr Niðristovu á Glyvrum giftist
og tað eksistentiella. Bókin er eitt portrett av USA, men hon er eins nógv eitt portrett av teimum persónum, Krasnik samtalar við, eins og hon er eitt portrett av høvundanum sjálvum. Og Krasnik tvingar [...] skapar ein djúpan intimitet millum lesara og høvund, sum er eyðkendur av einum brúsandi lívshugi, bláoygdum forvitni og trongdini eftir at sleppa at uppliva ALT, sum hesin heimurin hevur at bjóða. Ein kapprenning [...] dreymin. Dreymurin um ein felagsskap, sum transenderar tað fjølbroytnið og teir mótsetningar, sum eyðkennia amerikanska samfelagið. Dreymurin um, at øll menniskju skulu hava ein møguleika. Og sambært Krasnik
fyri uttan. – Eg havi kanska altíð verið ein høgguslokkur, ið trívist best, tá ið eg havi nógv um oyruni. Eg fái helst so nógv um oyrini, tí eg dugi alt ov illa at siga nei. Og so havi eg altíð nýggj hugskot [...] um vikuna, tí peningur vantar til ein stuðul. Tað er alt ov lítið, sigur Marjun. Umhugsar kvinnuflokk Hóast Marjun hevur nógv at takast við Djóna har heima, so verður ein ovfarin av at síggja, hvussu nógv [...] Tingvarpinum, tí sum hon tekur til: tað er her tingini henda. Eins og nógv við henni, so fýlist eisini hon á, at so fáar kvinnur eru í politikki. – Eg havi ongantíð sjálv hugsað um at stilla upp. Heldur vil eg
var um brot í fótinum. Eg var á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin. Í fyrstu atløgu hava teir givið mær ein stivla at stuðla fótinum. Um brotið liggur so væl, sum teir siga, at tað ger, so verður talan um steðg [...] óhepni Hans Pauli Samuelsen, sum heldur tað vera lítið sannlíkt, at hann aftur fer at spæla í ár. - Eg havi ongantíð áður havt serligan skaða at dragast við. So nú eri er noyddur at bíta hetta í meg, og móti