hjá skúlunum í økinum. Millum annað verður sagt, at annar skúlin í Kalsoynni eigur at verða lagdur niður. Næmingatalið í oynni er tilsamans 13 - sjey næmingar eru í Húsa skúla og seks í skúlanum á Mikladali [...] skúli í Kalsoynni, har allir næmingarnir ganga, verður sagt eftir viðgerðina í skúlastýrunum í mars mánaði. Semja er somuleiðis um, at hesin skúlin eigur at verða knýttur at einum størri skúla í Norðoyggjum [...] skúlarnar í Klaksvík - skúlan á Ziskatrøð og Ósáskúlan. Víst verður á, at samferðslukervið í Norðoyggjum ikki er háttað soleiðis, at tað er skilagott at næmingar koyra ímillum bygdir dagliga í annan skúla. -
føroyingar ikki fara til Danmarkar í skúla? Føroyingar hava tikið hægri lestur í Danmark í mannaminnir, og hetta kann gott strekkjast til eisini at umfata miðnámsskúlanæmingar – og í ringasta føri eisini fólka [...] tikkur, sjannheit Jóannes? Samfelagið kemur so ikki út í eina kreppu aftur, tí vit hava lært av feilunum í 80-unum! Gerhard skal hava eitt hol í stundini. Gerhard er ikki øðrvísi enn aðrir menn, sum dáma [...] ikki vera. Bilar tað nakað at vit hava gott og væl eina milliard í handilsjavnahalli? Vit kunnu taka lán úr útlandinum, um pengar mangla í landshúsarhaldinum. Tað hava vit prøvað fyrr, og tað gekk fínt,
rúsdrekka. Fyrsti bólkurin byrjaði í mars mánaði í ár, og í tí bólkinum var Sára saman við tveimum øðrum gentum. - Tað er fantastiskt at vita, at eg ikki eri tann einasta, sum eri í hesi støðuni. Fyrr skammaðist [...] áðrenn Sára var farin í skúla. Pápin hevur verið bundin at rúsdrekka alt tað, hon minnist. - Hann hevur altíð drukkið. Tað vóru tíðarbil, har hann kundi halda seg frá fløskuni í nakrar vikur, men tá ein [...] kundi hon onkuntíð gerast kedd í skúlanum, av tí at pápin ikki kundi hava hana í vikuskiftinum, ella hann hevði lovað okkurt, sum hann síðani ikki megnaði at halda. Tá Sára fór í triðja flokk, fekk hon eina
Skúlin í Hattarvík brann í grund í nátt, og øll pappírini hjá kommununi eru farin. Tað skrivaði Portalurin í morgun. Nú hava vit fingið myndir sendandi úr Hattarvík, sum Steingrím Fuglø hevur tikið fyri [...] fyri okkum. Húsið hevur seinastu árini ikki verið brúkt til skúla, tí eingi børn eru í bygdini. Hinvegin hevur húsið, sum varð bygt í 1920-unum, verður brúkt sum bygdarhús. - Borgarstjórin hevði skrivstovu [...] farið, skrivaði Portalurin. Eldurin er helst íkomin í nátt, tí onkur gekk fram við klokkan 22, og tá var eingin eldur. Leivur Fuglø segði við Portalin í morgun, at hann varð purrraður út klokkan 04, og tá
Løgreglan ger í hesum døgum nógv við at kanna, um børnini, sum verða koyrd í skúla um morgnarnar, sita í trygdarbelti. Í morgun blivu bilar, sum settu børnini av við Hoyvíkar skúla, kannaðir. Nógvir bilar [...] bilførar fekk klipp í kortið, fyri at hava barn sum ikki sat í trygdarbelti í bilinum. Sambært løgregluni sær út til, at foreldur blíva betri til at minnast til, at børnini skulu sita í trygdarbelti. - Nú [...] kanningarnar, og somuleiðis hava fjølmiðlarnir eisini verið við til at sett fokus á, at børn í bili skulu sita í trygdarbelti, og tað sær nú út til at ganga rætta vegin, og tað er sjálvandi gleðiligt, sigur
flokkur í skúla, meðan 4. til og við 7. flokkur, ganga í skúla í Gøtu. Talan er um 240 næmingar í barnaskúlanum, umframt teir millum 80 og 100 næmingarnar, sum ganga í skúla í framhaldsdeildini í Fuglafirði [...] Býráðið í Eysturkommunu hevur einmælt samtykt at leggja skúlarnar í Gøtu og Leirvík saman. Eysturkommuna hevur í rúma tíð arbeitt við at tillaga skúlaskapin í kommununi til eina nýggja tíð. Nú er komið [...] áleiðis, at næsta stigið er at leggja skúlarnar í Gøtu og Leirvík saman í ein nýggjan skúla. Eftir tilmæli frá skúlaleiðarunum báðum og skúlastýrinum í Gøtu samtykti Eysturkommunu býráð einmælt á býráðsfundi
Hetta møtið verður páskadag frá kl. 11:30 til 13 í Hoyvíkar skúla. Á skránni hesa løtuna eru vitnisburðir og tilbiðjan. Sagt verður at øll hini møtini eru avlýst. Víst verður ístaðin til samfelagsstevnurnar [...] nurnar um páskirnar, har møti verða á Kambsdali, Trongisvági og í Oasuni í Hoyvík.
náttúruna og tað, tey hava á Sandoynni, vitja tey hvørt ár tríggjar býir í Europa. Í ár vóru tey í Keypmannahavn, London og Reykjavík. – Í Keypmannahavn spældu næmingarnir ein leik, tey sjálvi hava skrivað á [...] man býr á staðnum. So tað er bæði skúli og heim í eitt heilt skúlaár, sigur Erika Winther og vísir á, at man tí lærir nógv meira enn bara at ganga í skúla. - Á eftirskúla mennist man ikki bara fakliga, [...] okkurt í lokalsamfelagnum. Til dømis skipaðu næmingarnir fyri einari jólakonsert í fjør, har eini 200 fólk vitjaðu. Starvsvenjing er eisini fastur partur av skúlaárinum. ##med3## Vitja 3 býir í Europa
javnstøðulógin í sínari tíð elvdi til líka stórt politiskt kaos, sum lógir um samkynd gera í dag, so hava flestu flokkar á tingi góðtikið kravið um, at kvinnur eisini skulu vera virknar í politikki. Síðani [...] síni fólk, sum løgmaður tilnevnir í landsstýrið. Vit hava ongantíð havt meiriluta av kvinnum í landsstýrinum, men tá Aksel V. Johannesen tilnevndi síni landsstýrisfólk í september 2015, var kynsbýti 50-50 [...] Bárður Nielsen tilnevndi síni landsstýrisfólk í september í 2019, var úrslitið munandi verri - sæð við javnstøðueygum, tí nú var kynsbýti 6-1 – bara ein kvinna var í landsstýrinum. Og júst ta kvinnuna brúkti
Gorkij, men hon hevur eisini fingið ein leiklut í sjónleikinum. Hetta er fyrsti yrkisleikluturin hjá Barbaru. -Tað er ikki altíð, at fólk av mínum skúla sum eru í starvsvenjing fáa leiklutir. Heldur plaga tey [...] Hon vildi verða sjónleikari. Í dag er barnadreymurin um at gerast veruleiki, tí Barbara gongur á triðja og seinasta árið á danska films- og sjónleikaraskúlanum Holberg í Keypmannahavn. Unga avgjørda daman [...] vitað, at eg vildi verða sjónleikari. Eg byrjaði sum sjey ára gomul at spæla í einum skúlasjónleiki. So havi eg verið við í ymsum áhugasjónleiki, frá tí eg var trettan ár. Eg visti altíð, at eg vildi á