Um ráð ikki verður til eitt ordiligt skúlaverk, miðnámsskúla og universitet, hevur tað so nakað at siga; kunnu føroyingar ikki fara til Danmarkar í skúla? Føroyingar hava tikið hægri lestur í Danmark í mannaminnir, og hetta kann gott strekkjast til eisini at umfata miðnámsskúlanæmingar – og í ringasta føri eisini fólkaskúlanæmingar.
Tú skalt minnast til, at tað sum umræður er, at Gerhard fær sítt hol og størri javnvág millum Skopunarleiðina og tað, hann hevur millum oyrini.
Verður Sandoyartunnilin útsettur, til Gamlarætt og Teistin hava tænt fyri sítt breyð, so steðga vit einum tí størsta rossahandli, sum er framdur á Føroya Løgtingi. Tað vildi verið óføroyskt.
Og hvat skulu vit við einum búskapar- vælferðargrunni, sum kann hjálpa okkum á sjálvstýrisleið og byrgja upp fyri verri tíðum? Nær hevur tað verið føroyskt at hugsað langsiktað, um ein má spyrja? Fáa vit trupulleikar við eitt nú eldraútreiðslum um eini 10 ár, so taka vit málið upp, tá trupulleikin er komin – ikki fyrr! So ringt kann tað ikki vera.
Bilar tað nakað at vit hava gott og væl eina milliard í handilsjavnahalli? Vit kunnu taka lán úr útlandinum, um pengar mangla í landshúsarhaldinum. Tað hava vit prøvað fyrr, og tað gekk fínt, burtursæð frá at 10% av øllum føroyingum, skuldarbundnir, máttu flýggja um háls og herðar í onnur lond at byrja eina nýggja tilveru. Men fær Gerhard sítt hol, hevur slíkt einki at siga.
Og fer peningur at mangla í til at gjalda Sandoyartunnil, yvirtøkur, skúlar, universitet o.a., so ber tað væl til at loysa. Til dømis skrúva skattin upp á 85%. Tað er góður javnaðarpolitikkur, sjannheit Jóannes? Samfelagið kemur so ikki út í eina kreppu aftur, tí vit hava lært av feilunum í 80-unum!
Gerhard skal hava eitt hol í stundini. Gerhard er ikki øðrvísi enn aðrir menn, sum dáma væl hol.