ikki at steðga her um trongdin at sleppa til ein enn størri stórbý gevur seg til kennar. Framúrskarandi gott ferðasamband er í Bretlandi og til ber at sleppa til London við toki ella við flogfari, fleiri [...] Minni hevur verið at hoyra til flogleiðina á somu kós. Atlantsflog hevur seinastu árini havt regluliga flúgving til Skotlands og nú verður henda flúgvingin útbygd. Frá 22. juni til 16. august verður flogið [...] flogið tvær ferðir um vikuna, mánadag og hósdag, og flogið verður úr Vágum til Glasgow, víðari til Aberdeen og síðan aftur til Føroya. Túrurin er ikki drúgvur - tað tekur bert ein tíma og tíggju minuttir at
serliga tá tað kemur til búskaparpolitikkin hesir munir koma til sjóndar, men eisini á tí ríkisrættarliga vóru avvíkingar, sum skuldu mýkjast. Anfinn stóð við sítt Hóast tað onkuntíð sá út til at samráðingarnar [...] og síðani við Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin í nakrar dagar áðrenn tað bar til. Nú er hesin møguleikin ikki til longur. Nýggja stýrisskipanin gevur - uttan at fara í smálutir - løgmanni nakrar dagar [...] økinum. Og tað var út frá hesum, hann kallaði inn til samráðingarnar. Tjóðveldisflokkurin, sum eins og Fólkaflokkurin hevur 8 mans, varð biðin um at koma til samráðingarborðið og tað var Sjálvstýrisflokkurin
annar mælt til, at vit gera meira við tann limaskap í ST sum vit hava saman við Danmark. Eitt stig, sum eg hava mælt til í tinginum, er at vit gjalda okkara part av danska limagjaldinum til ST. Hetta vildi [...] sjálvt Edmund Jeonsen kundi gingið við til. Tað bøtir ikki um ógreiðuna at tað á síðstu síður verður sagt at arbeitt verður fyri at vit fáa sjálvstøðugan limaskap í ST. Til tess krevst at vit eru ein statur [...] restina av samgonguskjalinum er tað at siga, at tað til forveksling líkist onnur samgonguskjøl. Orðingarnar eru sera rúmar, og tað ber als ikki til at siga út frá skjalinum um talan er um høgra- ella
Heldur ikki sunnudagin fingu toftamenn nakað burturúr, og tá teir ikki megnaðu tað undir teimum fyritreytum, sum stóðust hesa ferð, so er ilt at síggja, nær tað fer at bera til hjá B68 at fáa øll stigini [...] tískil lagt upp til, at GÍ skuldi verja og spæla fyri javnleikinum, meðan heimaliðið skuldi spæla fyri sigrinum, men soleiðis hepnaðist tað ikki. Avrikið hjá GÍ verður ikki innstillað til nakra vakurleika [...] at koma til baklinjuna, og tí var ofta talan um høgar skrábóltar. Fróði Benjaminsen var um at fáa skot á, men gav sær ikki far um, hvussu leysur hann var, og Andréy Stakhánov, sum er komin til landið fyri
er at fáa størri orku flutta til eldrarøktina. Og her er nakað við at henda. Í hesum døgum er landsstýrið við at taka eitt nýtt stig sum vónandi eisini kann gera sítt til at lætta um, har tørvurin á eldrarøkt [...] umroknað til eitt arbeiðstímatal pr. viku. Henda nýggja orkan verður so sett inn har tørvurin er størstur, og tað verður talan um at røkja tær uppgávur sum verandi eldrarøkt ikki hevur orku til. Her er [...] Eitt gott dømi um hetta er »Dagur og Vika« fríggjakvøldið, har vit fingu bert eitt dømi um eina familju, sum var komin í neyð vegna manglandi møguleikar at passa síni gomlu, har ansingartørvurin var tyngri
tænastur. Fólkafloksveljararir eru teir, sum tala mest fyri at selja til privatar fyritøkur, meðan sambandsveljararnir heldur vilja leiga til privatar fyritøkur. Tað, sum í veljarakanningini kanska er mest [...] gjørt við Sjálvstýrisflokkin og við Fólkaflokkin gingið við til privatiseringar. Hvat kann privatiserast Hugsa vit um, hvørji øki eru egnaði til privatisering, so er Strandferðslan eitt gott boð og tað er [...] ur. Útjaðaraøkini hava krav uppá sømiligar tænastur til »rættar prísir« og tað er eitt ivamál, um ein privat hevði megna at halda eitt nú rutuna til Svínoyar gangandi á núverandi príslegu.
at sumbingar fóru at seta hol á. Leingi var at bíða, tí ikki fyrr enn fýra minuttir fyri leiklok fingu sumbingar sigursmálið. Eirikur Joensen fekk ein bólt nakað aftan fyri miðjuna, hann snaraði sær á
Í fyrsta umfarinum fingu teir ein orduligan upp á kassan frá grannunum í HB. Og tí varð ikki roknað við, at teir fóru at vera so ógvuliga vandamiklir, tá teir komu norður til Leirvíkar at dystast ímóti [...] aftur. Eftir málið flutti LÍF so við og við sítt fólk longri fram í vónini um, at tað fór at bera til at javna, men teir komu ikki nærri enn tveimum frísparksroyndum, sum fóru dygst omanfyri. Í staðin
stigini burtur úr dystinum. Tað fingu teir, og saman við HB eru teir nú trý stig framman fyri næstu liðini í 2. deild, nú tvey umfør eru løgd afturum. Komandi leygardag skal Royn til Klaksvíkar at vitja næstbesta [...] hevur fult stigatal, seks fyri tveir dystir. Royn vann dystin móti NSÍ 1-0, og eingin kundi siga nakað til sigurin á grasinum í Hvalba. Vøllurin var rættiliga harður og óslættur at spæla á, og um spælt varð [...] hvalbingar havt fleiri risastórar kjansir seinastu tíggju minuttirnar, og tað var uppiborið, at teir fingu leiðsluna. Aftan á málið fór NSÍ út á miðjuna, sentraði, og so var fyrri hálvleikur lokin. Í seinna
GÍ hevði farið til hálvleiks við 2-0 leiðslu, hevði NSÍ helst ikki kunnað tikið seg inn aftur á teir, men teir fingu nýtt mót, tá Óli Hansen ? hann fær mál í hvørjum dysti ? kundi skora til 1-2 eftir uppspæli [...] inum vinstrumegin. Henning trekti inn í 16-meturin og sendi ótarnaður bóltin út í handara síðunet til 1-0, áðrenn NSÍ-verjan veruliga vaknaði. Og tíggju minuttir seinni var Svend Olsen nær við at økja [...] málið fekk GÍ brotsspark eftir eitt kontraálop fram gjøgnum vinstru síðu. Henning Jarnskor skoraði til 4-1, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Seinasta korterið átti NSÍ. Í steypakappingini blakaðu