at eftir hevur hann kanska ein flakatrolara og eitt uppsjóvarskip, tí hann noyðist at halda seg niðan fyri hesi 12 prosentini, sum nýskipanaruppskotið leggur upp til. - Hetta er álvarsamt. Tað er eingin
600 tonsini av laksi, framvegis flyta seg, og norski Havgranskingarstovnurin ber ótta fyri, at "deyðsalgurnar", sum fyribrigdið verður rópt í Noregi, kunnu spreiða seg vestur eftir til stór aliøki í Rafsundinum [...] alifiskurin eitt søluvirði, sum liggur oman fyri 720 miljónir norskar krónur. Greinarar siga, at soleiðis, sum gongdin er í løtuni, kunnu alarar rokna við at missa laks fyri meira enn eina miljard norskar krónur [...] eins og til Molla og Skrova í Svolvær. - Algublómingin er longu komin út úr Ofotfjørðinum og flytir seg í ytri pørtum av fjørðinum og móti Rinnøy. Hetta eru økir við munandi laksaaling, sigur havgranskarin
Thomassen sigur við Verdens Gang, at stadionøkið í Klaksvík er útbygt fyri nógvar miljónir, og fíggjarligi parturin er mentur stig fyri stig. - Míni foreldur eru bæði úr Klaksvík, men tey fluttu til Havnar [...] ógvuliga nært samband við fleiri teirra. Sambært Verdens Gang setir Mikkjal Thomassen eina greiða treyt fyri at gera samrøðu. Treytin er, at tað skal ikki framganga í samrøðuni, at hann verður settur fram, sum [...] vorðin ein betri og betri spælari. Hann var ikki á hesum støði, tá hann kom til okkum. Árni hevur ment seg likamliga, hóast hann nú er fleiri enn 30 ár. Hann gongur á vatninum í løtuni, sigur Mikkjal Thomassen
kom til grindina. Gutti greiðir frá, at hann stúrdi fyri, at tað ikki fór ganga so væl, tí tað var fjøra, men tað vísti seg ikki at bila. - Eg stúrdi fyri hesum, tí tað var fari at fjara, men vit valdu ikki
er einki minni enn ein fantastisk uppliving fyri ein sum meg, sum ongantíð hevur verið tað stóra ítróttarmenniskja, sigur ein errin David. Byrjaði úr ongum Fyri trimum árum síðani byrjaði David at venja [...] havt tann heilt stóra áhugan fyri ítrótti. Sum barn royndi meg innan eitt nú svimjing og bogaskjóting, men tað bleiv ongantíð til meir enn spæl og hugna, greiðir David frá. Fyri trimum árum síðani fekk David [...] á, at hesin trupulleikin kundi koma fyri sunnudagin til ein heilan ironman, greiðir David frá. Tó var tað renningin, sum var strævnasti parturin av kappingini. - Fyri meg var renningin tað harðasta. Eg
teir føldu seg noyddar at keypa veiðirættindini, tí felagið hevði fingið tillutað 1400 tons minni kvotu í Barentshavinum í ár samanborið við í fjør. Tí varð neyðugt at keypa kvotuna aftur fyri at halda avtalur [...] avtalur við keyparar og manning. Hann dylur heldur ikki fyri, at hann heldur lítið um at muga gjalda fyri kvotuna. - Sjálvur haldi eg, at hetta gjørdist ríkiliga dýrt, men í hesum føri er tað ikki so avgerandi [...] - Eg havi tí fleiri ferðir sagt, at vit fóru at gera alt fyri at fáa hesi tonsini aftur, sjálvt um rættindini skuldu keypast á uppboðssølu. Tað sigur Hanus Hansen, reiðari, í samrøðu við Sosialin, ið verður
eldru fáa ikki nokk røkt. Fleiri av hesum fólkunum eru so illa fyri, at tey megna næsta einki sjálvi. Tey hava tørv á hjálp fyri at reisa seg, fara á wc og enntá at eta. Felagið vónar við fundinum at broyta [...] Tign, Rúni Sivertsen, nú sjóneyka hevur verið sett á eldraøkið seinastu vikuna. Í kvøld skipar Tign fyri stórum fundi í auluni í Læraraskúlanum, har eldraøkið er evnið. Borgarstjórar og landsstýrisfólkini
vit reka einaferð um árið, so er hetta seyður, ið klárar seg sjálvan í haganum. So eg vænti ikki, at hetta hendir aftur. In.fo hevur spurt seg fyri hjá seyðakønum fólkum, ið vátta, at talan er um eina serliga [...] ein óvanlig sjón, ið møtti Bjørn Patursson, bóndanum í Koltri, tá hann í gjár gekk ein túr í haganum fyri at vita hvussu gekst við lembingini. - Tá eg var í haganum helt eg meg síggja eina ær sum hevði lembt [...] garðinum. Ein slík óvanlig hending á oynni mátti tá váttast, so heimkomin fór bóndin avstað aftur, fyri at vissa sær, at hann hevði sæð rætt. - Eftir at eg var komin til hús mátti eg niðan aftur at kanna
Niclasen, landsstýrismanni, fleiri brot úr Degi & Viku, sum hann metti at vera ósonn og ærumeiðandi fyri landsstýrismannin. Hvussu ofta Dagur & Vika viðgjørdi umrødda tollmálið í tíðarskeiðnum frá 19. desember [...] advokatur hansara hevði valt at vísa fram í rættinum. Tá Jørgen Niclasen seinnapartin í gjár slapp at seta seg í vitnisstólin, og advokatur hansara á rættarfundinum fekk høvi at seta honum spurningar, endaði a [...] stykkið úr kontaktini, tí nú vildi hann bara ikki hoyra meira. Tað er einki stuttligt at hava stevnt fyri hesa ærumeiðing, men eg noyddist, segði Jørgen Niclasen í vitnisavhoyringini í gjár.
skjótt fyri seg. Vit hava arbeitt við tiltakinum í einar 3-4 mánaðir. Tað er heilt ótrúligt, sum fólk og felagsskapir eru spent upp á hetta, og áhugin avspeglar seg so avgjørt aftur í skránni fyri mentanarvikuna [...] tað hevur víst seg so nógvastaðni í bygdini, at hetta hevur verið eitt gott høvi at fingið ting av bakkastokki – at fáa hugskot til veruleika. Hon helt eisini, at tað er ein fyrimunur fyri slík tiltøk, at [...] hvussu vit kunnu vit menna hetta og okkum sjálvi - hvussu kunnu vit koma hvørjum øðrum við. Slagorðið fyri mentanarvikuna er ”Livandi mentan, har vit koma hvørjum øðrum við...”. Hon segði, at fólk í Fuglafirði