- Hetta hendir ikki aftur

Tað sigur Bjørn Patursson, ið fann ærina.

Tað var ein óvanlig sjón, ið møtti Bjørn Patursson, bóndanum í Koltri, tá hann í gjár gekk ein túr í haganum fyri at vita hvussu gekst við lembingini.


- Tá eg var í haganum helt eg meg síggja eina ær sum hevði lembt trý. Men hon var so mikið langt burtur at eg ivaðist, tað mátti helst verða ein steinur sum lá tætt har hon hevði lembt. Men so við eitt sá eg tað tíðuligari, jú mín sann ein trílemba! Tað er einaferð áður hent síðani vit komu higar í 1994, skrivar bóndin á facebook-síðuni hjá garðinum.


Ein slík óvanlig hending á oynni mátti tá váttast, so heimkomin fór bóndin avstað aftur, fyri at vissa sær, at hann hevði sæð rætt.


- Eftir at eg var komin til hús mátti eg niðan aftur at kanna málið, um tað veruliga varð talan um trý lomb. Og eg gjørdist ikki sørt skakkur tá eg varnaðist, at tað sum eg hevði hildið verða okkurt svart ein steinur ella tílíkt við kikaranum var 2 lomb sum lógu í trunka og vermdi hvørt annað. Tá eg nærkaðist skumpaði ærin undir lombini og har stóðu ikki minni enn fýra lomb og vinglaðu á sekstan beinum.


Tá in.fo tosaði við Bjørn Patursson fyri løtu síðani, upplýsti hann, at ærin ikki hevur fingið nakað serligt fóður.


- Hetta kann henda, men tað er óvanligt í einum slíkum haga. Her er einki seyðahús, har seyðurin kann kroka, og seyðurin fær einki fóður ella hoyggj. So uttan tað, at vit reka einaferð um árið, so er hetta seyður, ið klárar seg sjálvan í haganum. So eg vænti ikki, at hetta hendir aftur.


In.fo hevur spurt seg fyri hjá seyðakønum fólkum, ið vátta, at talan er um eina serliga hending, og at slíkt hendir kanska annað til triðja hvørt ár í Føroyum.


Hóast tí óvanligu hendingini, so hevur bóndin enn ikki verið hjá lombunum.


- Eg royndi at nærkast ærini, men tá hon sá meg, varð hon stressa og byrjaði at ganga undan. Lombini duga ikki serliga væl at ganga enn, og nógvur fuglur er í økinum, so eg valdi ikki at halda eftir ærini. So satt at siga, so veit eg ikki heilt hvør ærin er enn.


Bóndin er tó ikki serliga bjartskygdur um møguleikarnar hjá lombunum at yvirliva.


- Tað sum eg kenni til seyð, so ivist eg í, at øll lombini yvirliva.