ferðini í Føroyum hevur hann ein hjálpara. Hon eitur Josh Tuutsi, og sambært Tom so hevði hann als ikki kunnað ferðast sum hann ger uttan hana. Hon er mínir armar og mínar føtur, sigur hann, men sjálvandi ikki [...] flest. Men tá hann varð níggju ára gamal fekk hann staðfest vøddasvinn. Tom fór til kanningar, tí hann ikki megnaði tað sama sum javnaldrarnir, tá tey høvdu ítrott í skúlanum. Tíbetur fyri hann, so menti sjúkan [...] sær. Tónleikin, hann sjálvur kallar fyri norðurlendskar ljóðmyndir, tí hann ynskir at skapa nakrar huglagsmyndir fyri áhoyrarafjøldini. Hóast Tom Sonntag er trúgvandi maður, so sær hann tað ikki sum sína
veitin fram við vegnum skal taka grótið, men tað gjørdi hon so ikki hesa ferð. Men hann sigur eisini, at he veitin verið eftir nútíðarkrøvum, hevði hon verið nakað breiðari enn tær eru. [...] lógu eisini tveir rættiliga stórir steinar eisini á vegnum, sum mett mettu at viga eitt hálvt tons. Hann sigur, at tað tók ein tíma at rudda vegin aftur. Vegurin var ongantíð stongdur, so bilar sluppu ígjøgnum
til 1997 var Hans Kristiansen urguleikari. Í dag hevur kirkjan ikki urguleikara. Í 1998 fekk hon elektroniska urgu, har sálmaløgini eru spæld til á fløgu. Tað er urguleikarin á Eiði, Hans Erland í Brekkunum [...] Síðani hon varð vígd fyri 75 árum síðani, hevur Gjáar kirkja havt tríggjar klokkarar, tríggjar deknar og fýra urguleikarar. Sofus Debes var fyrsti klokkarin í kirkjuni, og hann røkti klokkarastarvið frá [...] tríggir í Gjáar kirkju. Frá 1929 til 1958 var Petur Christian Joensen deknur. Eftir hann kom Svend Joensen, og hann røkti deknastarvið í 41 ár til 1999. Tá tók Poul Johannes Johannesen við sum deknur,
fórust við Nólsoy. Anna fekk ringin sendandi, og hon lat gera eitt hjarta, sum hon setti á ringin, og bar hon hann allar sínar dagar. Hon giftist ongantíð, og hon doyði í 1972, bert 65 ára gomul. Ein slíkur [...] ður, og hann var eisini blákrossari. Hann var sera fittur í hondunum og millum annað bant hann bøkur inn, tá ið hann var heima. Dagbókin hjá honum er eisini um kærleikssøgu hansara. Hann hevði hug [...] honum at lurta. Tað, sum hann sjálvur legði størstan dent á, vóru tær gudstænastur hann hoyrdi, millum annað úr Stockholm, har hann eisini skilti hvørt orð. Og so greiðir hann frá, hvussu stórt afturstig
má tað vera, at hon var heil. Har var ongan tíð nakað, sum hon gjørdi hálvt. Tá hon var á ítróttavøllinum, so var tað av heilum hjarta. Til arbeiðis var hon heil, sum mamma og kona var hon ikki minni heil [...] gleðiliga staðfesta, at hon var lekt. Sterk sum hon var, so vardi heldur ikki leingi, áðrenn hon hevði tikið alt uppaftur. Hon stóð aftur handan diskin í Miðbýnum, og í hondbóltinum gekk hon framvegis á odda [...] aftur. Heldur ikki veðrið. Hon fann sær nýggjar avbjóðingar og vann á teimum. Hon sáddi og hon heystaði, alt í senn, og hóast henni bert untist at gerast 32 ár, so mundi hon longu hava vunnið á fleiri
var bert 14 ára gamal, tá hann fór til skips, og baldist hann á sjónum tá í nøkur ár. Longu sum ungur byrjaði hann at gera vart við seg í fakfelags-høpi, og seinni bleiv hann ímyndin av Føroya Fiskimannafelag [...] Fiskimannafelag og felags formaður í mong ár. Óli hevur altíð verið heilur í tí, sum hann hevur tykist við, og tað eyðmerkti hann sum felags formann. Har hingu eingir lepar við, altíð til reiðar at verja áhugamálini [...] tá blaðið helt uppat. Tað er ikki høvi her at nevna allar tær nevndir, sum hann var í her heima og eisini uttanlanda, har hann altíð vardi áhugamálini hjá fiskimanninum. Eg kom í mong ár í 1980 og 90unum
á mína avgerð, sigur hon. Eftir trý ár hevði hon eina bachelor í grønlendskum við einum próvtali á 11,7 eftir nýggju 12 tals skipanini. Hon hevði besta prógvið á holdinum, og hon fekk virðisløn fyri tað [...] sigur hon. Foreldrini og systkin vóru tá flutt aftur til Føroyar. Fríyrkisfólk Komin aftur til Føroya fór hon at kanna, um hon kundi brúka sínar málsligu førleikar. Tað vísti seg skjótt, at hon fekk ymsar [...] viku fer hon tó aftur til Grønlands. – Nú eru næstan tvey ár, síðani eg seinast var í Grønlandi. Hesaferð fari eg yvir at vitja familju og vinfólk, sigur hon. Tey árini, hon búði í Grønlandi, var hon ofta
mussin teirra millum at síggja. Joey fær Rachel at hjálpa sær við eini leikluti, sum hann hevur í Days of our Lives, sum hann er við í. Í partinum, sum tey bæði so venja saman, er ein romantisk sena, har tvey [...] um ein dreym hjá Rachel. Men kanska er vón fyri framman, tí tá Rachel vaknaði, viðgekk hon fyri sær sjálvari, at hon hóast alt hevur kenslur fyri Joey. So nú eru ikki bara hyggjararnir spentir upp á, hvat [...] plátufelagið Jive Record lagt eina nýggja ætlan. Hon krevur bara, at Justin heldur munn teir næstu fáu mánaðirnar. Hvør veit, hvat skal til fyri at yvirtala hann? Argað og ólukkulig Ongin sjónleikari er í løtuni
beina leið til Århus, har hann í 1980 leyk prógv frá Journalistháskúlanum. Meðan hann lærdi og eitt sindur aftaná arbeiddi hann sum freelance journalistur hjá DR TV, har hann eitt nú saman við Preben Heide [...] til Danmarkar, har hann í 1975 leyk studentsprógv frá Birkerød Statsskole. Longu meðan hann gekk í Hoydølum hevði Bogi hug at fáaast við journalistik. Tað kom til sjóndar við, at hann hjálpti til á Tíð [...] fór Bogi at arbeiða í Útvarpi Føroya, har hann var við til at leggja lunnar undir nýggjar aktuellar sendingar. Seinni flutti Bogi í Sjónvarp Føroya, har hann framvegis er millum teir hollastu tíðindamenninar
har. Inni í køkinum sita eini eldri hjún. Tey eru um 80 ára aldurin bæði tvey, men hann er eitt sindur yngri enn hon. Hann leggur sjey-kabal, meðan útvarpið gongur. Nú er Sigrun Brend komin í útvarpið, so [...] fordómunum. Klokkan blívur 8, og eg leypi í bilin hjá Lisu. “Góðan morgun” sigur hon, meðan útvarpið koyrir í bakgrundini. Okey, hon er ikki akkurát 8, tí tíðindini eru ikki byrjað enn. “Vit skulu ikki langt [...] sjey stigum, men norðmaðurin sigur minus fýra”, sigur maðurin, meðan hann skonkir okkum kaffi. Honum tørvar ikki heimahjálp, tí hann er enn væl fyri. Konan hevur ikki stórvegis tørv á hjálp heldur. Tað