sum, at eg hevði mist tamarhaldið á mær sjálvari. Og tað var ein ræðulig kensla at sita við. Tí av natúru eri eg ein sokallaður "kontrolfreak", og at missa tamarhaldið á mær sjálvari má sigast at vera [...] Sosialurin tosar hesaferð millum annað við Ann Dahl Hansen, sum er ein teirra, sum megnaði at halda sítt nýggjárslyfti fyri 2015. Temasíðurnar í Vikuskiftis Sosialinum varpa ljós á atkomuviðurskifti hjá teimum
land er tað at læra mál og mentan at kenna av avgerandi týdningi fyri, hvussu væl ein kemur inn á fólkið. Fyri Pidi var púra greitt, at við at læra seg at samskifta á føroyskum máli, fór tað at gerast lættari [...] Eg visti, at føroyingar og rumenar høvdu spælt landsdystir í fótbólti. Lítið meiri enn tað var tað ikki, sigur Pidi við einum brosi. Eftir at hava spælt við felagnum í fýra ár, avgjørdi hann at skifta til [...] heimstað sítt í Hoyvík. At koma úr Rumenien til Føroyar var ein stór broyting fyri hann. Í heimlandinum var hondbólturin tað sum fór avstað við allari tíðini. Hondbólturin var so at siga arbeiði teirra, meðan
Glasi hevur skapt veruligt rok seinastu dagarnar. Tað var hósdagin, at in.fo skrivaði um, at Rigmor Dam hevur sýtt fyri at loyva Glasum at fáa tøknibreyt á skúlan - millum annað orsaka av serligum atliti [...] talan um, at tey ikki hava atgongd til tilboðið í Suðurstreymi. Hetta havi eg sagt so sera ofta, og haldi eg, at hetta eigur at verða undirskilt, men tann, sum ynskir at misskilja, fer altíð at misskilja [...] tá, at hann helt tað var av stórum týdningi, at hesar útbúgvingar eisini eru í Havn fyri næmingar sunnanfyri. Og tað sama helt Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sandi. Men Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sam
dag, at Ólavur Eysturdal úr Klaksvík hevur møguleika at hitta 25 aðrar urguleikar úr øllum landinum. Hetta høvið fekk hann kortini fyri eini viku síðani, tá felagið fyri urguleikarar skipaði fyri fundi [...] Ólavur. Hann er tó í teirri hepnu støðuni, at hann hevur møguleika at læna lykilin til Christianskirkjuna, tá tað liggur fyri hjá honum. Tá fær hann so møguleika at venja og spæla uppá vælljómandi urguna í [...] hugsa um tað, so er neyðugt at eg venji og spæli nógv. Júst tað, er ikki altíð so lætt, tá ein gongur í skúla ella er til skips, sigur Ólavur. At Ólavur var á fundinum fyri urguleikarar var meiri av tilvild
grønlendsku vesturstrondina. Løgreglan vissar um, at tala ikki er um nakran eld í Grønlandi, men at roykurin, sum kennist í næsunum, kann vera keðiligur fyri fólk, sum hava lungnasjúkur. Í mongun hava vit [...] vit á In.fo fingið myndir sendandi úr Nuuk, sum vísa, at her liggur eitt tám av royki yvir býnum. Veðurfrøðingar siga, at támið helst verður liggjandi í nakrar dagar. - Eg má vísa tær myndir úr Nuuk, er teksturin [...] L. Hansen, sigur, at eingin vandi er á ferð hjá fólki, sum eru frísk. Men, líður tú av astma ella øðrum lungnasjúkum, kann roykurin kennast keðiligur. - Tí er tað okkara tilmæli, at fólk við lungnasjúkum
Tvøroyri framhaldandi ætla at spæla fótbólt. Óli staðfestir, at hetta er ein spurningur av týdningi fyri fótbóltsáhugað á Tvøroyri. Hann ásannar, at tað eru sterkar kenslur knýttar at feløgunum og sigur tað [...] entunum at taka av einum møguleika uttanlands. Tak stigið, tit mennast av tí, sigur hann og leggur afturat, at ungir spælarar samstundis mugu vera greiðir yvir, at tað er ongin vissa fyri, at tað eydnast [...] enn og greiður víðari frá, at um so er, at hann framhaldandi fer at spæla, so verður tað við barndómsfelagnum T.B. Ímóti samanlegging Hvat heldur Óli so um ætlanirnar um at leggja bestu liðini hjá fót
Tú kanst siga, at eg eri so mikið sterkur í míni trúgv, at eg havi valt at seta mínar egnu tankar og kenslur sum samkyndur til viks. Og so líðandi eru kenslurnar, sum eg fyrr hevði fyri mannfólki, blivnar [...] - Trúgvin hevur sannført meg um, at tað ikki er rætt at liva sum samkyndur. Tí valdi eg at broyta lívsstíl og ístaðin vera heteroseksuellur. Tað sigur 28 ára gamli Kartin Høgnesen úr Leirvík, ið sum barn [...] val um, at Gud hevur hægstu raðfesting og ikki mín hugur, sigur Kartin Høgnesen. Hann kallar seg sjálvan fyrrverandi samkyndur, tí í 2005 valdi hann ikki longur at vera samkyndur, men ístaðin at liva sum
ja, í sjálvum jólamánaðinum, tá vit royna at gera alt gott fyri hvønn annan. Hesin mánaður var fyri okkum ein mánaður í stórari óvissu. - Vit fingu einki at vita um nakað sum helst. Eingin segði nakað [...] sigur hon. Tey ungu ringast fyri Fyri tey tímaløntu flakafólkini í Hvalba var tað næstan sum at fáa morgunmatin í rangastrúpan, tá tíðindini bórust í Útvarpinum. - Tú kanst ætla, at vit fingu ein hvøkk henda [...] Marianna, sum sigur seg vóna, at virkið kann lata uppaftur. - Vit hava øll eina vón um at tað fer at henda. Vit hava fyrr verið í eldi og kláraðu tá skerini. Og eg vænti, at vit klára tað eisini hesaferð
somikið væl fyri seg, at ætlanin var, at hann skuldi venja róliga við í dag, men tað endaði við, at danska liðið fekk frí frá venjing. - Tey, sum kenna meg, vita, at tað ikki hóvar mær ikki at venja. Eg [...] við TV2. Hann vísir á, at tað eru ov nógvir á liðnum, ið stríðast við smáskaðar, og at tað tískil ikki loysti seg at venja. Hann sigur seg hinvegin vóna, at leikararnir fáa gagn av at hava havt hendan frídagin [...] landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, prógvað, at hann er tilreiðar at vera í minsta lagi avloysari á liðnum. Les eisini: - Jóhan er tilreiðar Hann var júst avloysari fyri Hans Lindberg í hesum báðum dystunum.
Fútin kannaði málið, men valdi ikki at gera nakað við tað. - Tú kanst siga, at eg eri so ”heppin”, at málið varð meldað, og fútin staðfesti seinni, at her var einki at koma eftir. Hvat meira skal eg gera [...] kæru til Fjølmiðlanevndini. - Tá eg velji at kæra, má eg eisini grundgeva fyri, hví eg kenni meg vera fyri grovari ærumeiðing. So jú, í kæruni kemur eisini at vera ein frágreiðing um hetta málið, sigur [...] grovar og ógvusligar, at eg kenni meg noyddan at kæra bæði Kringvarpið og Portal.fo til Fjølmiðlanevndina, sigur Jørgen Niclasen. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum verjir seg við, at fútin longu hevur kannað