málpolitikk. Heldur koma út í ljósið og fáa luft undir veingirnar, so at almenningurin ikki aftrar seg við at luttaka í málstøðu okkara. Spurningar tróta ikki. Kanska halda summi, at føroyskt er nakað stirvið [...] einum livandi og mennandi kjakfundi, sum t.d. kundi verið hildin í Norðurlandahúsinum. Ja, hví ikki skipa fyri einum málkjakfundi, so vit kundu fingið at sæð okkara vísmenn á Fróðskaparsetrinum. Ella hevur [...] dag. Jú, sjálvandi eiga øll málið. Hetta kann tykjast láturligt, men er veruleikin so, hví so ikki skipa fyri einum breiðum málkjakfundi, sum kundi verið hildin í útvarpshøllini ella Norðurlandahúsinum.
hondina, sum avgera, hvør skal fáa atgongd til landgrunnin. Jørgen Niclassen helt, at vit eiga at skipa hetta soleiðis, at tað verður hugsað um, hvussu ein oljuvinna kann koma flest møguligum føroyingum [...] ynskja. Seinni kann tað verða torført at fáa hetta við, og er tað við nú og tað kanska ikki letur seg gera fult út, so kann ein geva út seinni. Jørgen Niclassen nam eisini við spurningin um eitt alment [...] Føroya fólki til gagns og gleði, og at tað verður við til at skapa framburð í hesum landinum tað veri seg vestast úr Mykinesi, suður til Sumbiar og út til Fugloyar. Og at vit aftaná, tá hetta fer at halla
ikki bara brúkast til dagdvølju og reklamu. Tað snýr seg ikki bara um at oysa fleiri og fleiri bit niður yvir fólk, hóast møguleikin er har. Tað snýr seg um innihaldið og um sosialt fyrilit. Samfelagslig [...] Jacobsen Tann velduga menningin á telduøkinum hesi seinastu árini hevur reist spurningin um, hvussu vit skipa okkum við teldunum, hvussu viðurskiftini millum teldur og menniskju skulu vera. Tá ið teldur nú einaferð [...] ts Institute of Technology. Á hesi starvsstovuni hava tey serliga lagt dent á at granska og kunna seg um framtíðar samskifti, og roynt at lýsa hvussu hetta framtíðar samskifti fer at ávirka undirhald,
gerandisdagin hjá børnunum á tann hátt, at tey sita óvirkin framman fyri sjónvarpið, og av hesum halda seg burtur frá at luttaka í felags mentanarligum virksemi. Børnini meira virkin enn nakrantíð Heldur hinvegin [...] fyri ein part eisini í Klaksvík, at nógv fólk eru fastlønt. Í Havn og í Klaksvík varð farið undir at skipa frítíðarvirksemið hjá børnum, væl áðrenn fyrsta kanningin varð gjørd í 1981, og hereftir komu bygdirnar [...] helt fram, kom sjónvarpið inn um bakdyrnar og yvirhálaði politiska fyritakssemið. Privatfólk tóku seg saman og stovnaði Sjónvarpsfelagið og fóru undir sendingar. Frágreiðingin vísir á, at avleiðingin av
hóskar teimum í JazzOasis óivað bara væl. Ungur jazzur Tað hava í seinastuni stungið seg bólkar upp við ungum, sum royna seg við jazzi. Tey flestu minnast Plúmm, sum einaferð fóru at spæla jazz og av á skiftu [...] sendingina hjá mær, og tað bendir á, at tað eru nógv, sum hoyra hana; men haðani og so til at lata seg í skógvarnar og seta eitt kvøld av til veruliga at fara út at lurta eftir jazzi er eitt langt stig [...] rúmsátt, men hjartarúm trýtur ikki. Og her sita teir so trúliga og spæla saman, fyri hvørjum øðrum og seg sjálvan, men tað er skilligt, at teir hugna sær. Vit hava tað stuttligt saman, sigur Edvard, men fyri
Og so tað, at fleiri handilsmenn aftraðu seg við ella heilt lótu vera við at gera annað við málið enn at tosa við tey ungu og foreldur teirra. Eg játtaði Tóri Mikkelsen eina viðmerking m.a. tí hann í [...] eina sakliga viðgerð. Men tá málið varð viðgjørt í Degi og Viku fríggjakvøldið 14. november vísti tað seg, at málið bert varð viðgjørt sum tju bang journalistikkur. T.v.s. at sjónarmiðið hjá SMS stjóranum [...] annars royna at oyðileggja lívið hjá teimum ungu, sum í veikari løtu traðka við síðuna av. Og tað sigur seg sjávlt, at ein kann ikki lata slíka hugsan sleppa at valda um barnaverndina og arbeiði hennara. Tí
hava funnið oljuna. Tá er tað spurningurin at duga at skipa tað so, at ikki alt fólkið rýmur til fiskivinnuna segði Heine O. Heinesen, sum segði seg vilja geva málinum eina góða viðgerð í Vinnunevndini [...] lóggeva á kolvetnisøkinum, tí hetta er fyri okkum eitt ókent virksemi. Tí er tað umráðandi at hugsa seg væl um, soleiðis at landið og tey, sum koma eftir okkum, kunnu njóta væl av tí. Framsøgumaður tjóð
spyrjast burturúr, tá kommunur verða settar upp ímóti hvørji aðrari, ella tá aðrir fara at blanda seg ov nógv í innanhýsis trupulleikar í einari aðrari kommunu, soleiðis sum Eyðun Viderø ger eina heilhjartaða [...] tvørturímóti. Kommunuskuld av neyð Eg hoyrdi Eilif Samuelsen í Fimmaranum siga, at kommunur høvdu lænt seg út á bláman. Og tað er eisini rætt, at so er. Men husjónarliga eri eg ikki samdur við Eilif Samuelsen [...] inntøkum stavandi frá almennari umsiting, kennir ikki til, at kommunur hava verið noyddar til at spenna seg fyri vinnulívið, tí annars var hungur og hall. At sita og bíða eftir sokallaðum vinnulívsmonnum hevði
fjølbroyttastu handilsmiðdeplum í Føroyum. Ikki minst hesi seinastu 10 árini hevur handilslívið ment seg sera nógv, og í dag eru fleiri handlar enn nakrantíð. Sunrid Olsen, formaður í Handilsmiðdeplinum í [...] merkisverda hendi í Runavík, at sjálvt hesi ringastu kreppuárini hevur handilslívið har inni ment seg. Sunrid Olsen sigur, at sjálvandi rakti kreppan eisini tey sum ein hamari og tað vóru eisini nakrir [...] við handlarnar og at gera teir meiri sjónligar. Tað verður m.a. gjørt við at samskipa tiltøk og at skipa fyri felags lýsingaherferðum. M.a. gevur Miðdepilin út eitt felags lýsingablað fýra ferðir um árið
Nýggja stýrisksipanarlógin gevur løgmanni allan avgerðarrætt, tá tað snýr seg um at seta ella koyra landsstýrismenn frá. - Tað er kortini ein løgin mannagongd, sum her, tá løgmaður gevur Sámali P. í Grund [...] Annfinnur V. Hansen. Kann fáa avleiðingar fyri samgonguna Hann heldur, at politikararnir rættiliga royna seg við nýggju stýrisskipanini. Teir hava nærum roynt allar heimildirnar, eitt nú at seta misálitisváttan [...] Sjálvstýrisflokkin, at teir skuldu valt ein nýggjan landsstýrismann. - Um hann politiskt ikki hevði ført seg rætt fram, so kundi løgmaður slitið samstarvið ella funnið eina aðra loysn. - Tað, at løgmaður situr