uppá pláss, og vit kenna okkum aftur, tá farið verður um Gøtueiði og aðrastaðni við. Bókin snýr seg um, at ung gerast vaksin og skulu taka ábyrgd av sínum gerðum. Hon snýr seg um koyrimentan, og um tær fylgjur [...] fyri einum tíðinda- og kjakfundi seinasta fríggjadag. Tað eru Bileftirlitið, Koyrilærarafelagið, Ráðið fyri ferðslutrygd og Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hava staðið fyri útgávuni, og tað er Sjúrður Gullbein [...] sum eitt høvuðsverk, segði hon. Tá fall tosið á fólkaskúlan og um ferðslufrálæruna har. Í fólkaskúlanum hava tey ein tátt tey kallað »Ferðsla«, og her mettu tey flestu, at bókin hevði verið sera vælegnað
vinfólkini og javnaldrarnir, ið lesa uttanlands, búgva í íbúðum og kollegium, men hetta er avbjóðingin hjá Føroyum og Fróðskaparsetrinum. Vit kappast á jøvnum føti móti lestrarumhvørvunum uttanlands, og tað er [...] millum lestrarumhvørvini í Danmark og í Føroyum, og tað er ikki heilt lítið, sum tey fáa fyri pengarnar. Tey skipa fyri fyrilestrum, ráðstevnum, kjakkvøldum, eins og tey geva viðkomandi lestrarbløð út [...] Føroyum er darvað av soppum og vánaligum viðurskiftum, so lesandi hava ikki stóra úrvalið, tá leitað verður eftir íbúðum. Sostatt tykist loysnin ofta, at lesandi leiga frá ommum og abbum, frá nærmastu familju
úrslit av teirri spentu og lutvíst ótryggu støðuni í landinum. Kedd Somwang er gift á Strondum og ber tí eftirnavnið Anthoniussen. Hon hevur búð í nærum 18 ár í Føroyum, og tosar og skilir føroyskt. Hon hevur [...] Hetta arbeiðið tykist henni dáma væl. Her eru nógv fólk til arbeiðis og úr mongum ymiskum londum. Øll hava tey sítt at hugsa um, og tað hevur henda kvinnan, Somwang Anthoniussen eisini. Meðan hon arbeiðir [...] ikki hesar herleiðararnar, og kann tí einki siga um teir. Men Thaksin, - hann hevur í øllum førum verið góður fyri fólkið, sigur Somwang, sum hevur búð í Føroyum síðani 1989 og eigur trý børn á Strondum
una á Lambareiði á Skálafjørðinum. Fimm ung, fýra dreingir og ein genta í aldrinum 17-23 ár vóru í bilinum, tríggir dreingir doyðu, ein fekk álvarsligan løst og gentan somuleiðis stóran løst. Í einum nýggjum [...] føldi eg, at okkurt fór at henda, tí at bilurin byrjaði at svinga aftur og fram frá síðu til síðu. Eg ørminnist, at tað varð rópt og skrálað í bilinum. Eg blundaði, tí fór nakað at henda, vildi eg ikki síggja [...] Við í hjálpararbeiðinum vóru eisini níggju mans frá sløkkiliðinum á Skálafjørðinum og tveir av kubatrolarunum, Gorpur og Skrápur, sum um hetta mundið komu inn eftir Skálafjørðinum, varpaðu ljós yvir van
teimum metum, sum eru sett undan teimum. Hesi hava nýggj mál og nýggj met at hugsa um, og tað er kanska tað besta í øllum hesum, heldur Jon Hestoy. Og so leggur hann afturat, at tað er neyðugt við stórum málum [...] løtuni. Í Fuglafirði, á Tvøroyri og í Vági hava tey lagt sera nógv fyri í drúgt tíðarskeið. Tey hava eisini sera góðar venjarar í Petur Heðin á Fløtti og Jón Bjarnason, og tað er stuttligt at síggja, at [...] fylgir framvegis væl við í føroyska svimjiheiminum. Og hann ivast ikki, tá vit biðja hann seta orð á avrikini, sum Elspa stóð fyri um vikuskiftið. - Fyrst og fremst, so er talan her um so nógv tað besta NJM
la- og HF-lærara Í útvarpinum á miðdegi 2. oktober 2005, kom Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, við nøkrum viðmerkingum til fráboðaða arbeiðssteðgin hjá Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara [...] tí tey vildu gjarna "práta" við okkum. Í samráðingunum við Mentamálaráðið og Fíggjamálaráðið strekti Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara seg so mikið langt, at felagið hevði verið nøgt, um mótparturin [...] lýstur 1. oktober 2005 - til at koma í gildi 3. oktober 2005 og fyribils vara til 5. oktober 2005. Sostatt hevur Yrkisfelagið fylgt øllum skrivaðum og óskrivaðum reglum á økinum, áðrenn arbeiðssteðgurin varð
sera óheppið. Foreldur eru mangan ovbyrjað av skula koyra børn og ung aftur og fram. Tað má bera til at sleppa oman og niðan úr býnum leygar- og sunnukvøld. Harumframt skuldi verið byrjað ein tíma fyrr at [...] millum leið 2 og 3 á Vegnum Langa. Tað er sera óheppið, tí skerd koyring er ein part av degnum. Eitt nú slepst ikki frá Hvítanesvegnum og niðan á Løgmannabreyt uttan fyri skúlatíðirnar og heldur ikki ber [...] tíð er, tá ið bussurin skal niðan í erva, og ov nógv tíð er, tá ið bussurin skal omanaftur. Harumframt er rutan ein part av degnum longri, tá ið skúlakoyring er, og tá er bussurin seinni á veg. T.v.s. at
sleppa, nú tað líður so væl við byggingini av hesi stóru og væl útgjørdu høllini á ítróttarøkinum í Klaksvík. Sjálv høllin er 48 metrar til longdar, og tað merkir at gott pláss er handan bæði málini. Kostnaðurin [...] sum er 40 metur langur og 20 metur breiður: Her liggur fyrst ein hondbóltsvøllur, tí Team Klaksvík fer at halda til her. Inni á vøllinum liggja haraftrat fimm badminton-vallir og tríggir vallir til flogbólt [...] egnaðu til øll fólk - rørslufør og rørslutarnað - er stóra lyftin í niðara endanum. Henda lyftin fer at geva teimum rørslutarnaðu møguleikar at sleppa til allar dystir - og at síggja hesar dystir, bæði fram
Norrönu 14. august og heim aftur úr Hirtshals 23. august. Ferðalagið hevur egnan bus við. Kostnaður er 3.690,- krónur fyri hvønn, og tá er alt uppií uttan kostur og tað fólk njóta og keypa á ferðini. Nøkur [...] Tórshavn, Eyrith tlf. 313784 og 513784 og Marin 314333 og 284333. www.redcross.fo Giktafelag Føroya MBF-húsið - Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn. Tlf: 310237 Opið er týsdag og hósdag frá 13 til 16. Lymfødemfelagið [...] kjólum, buksum, niðurdeilum, blusum, hattum og summarskóm. Klæðini skulu vera pen og rein. Allur okkara peningur fer til tey fátækastu í heiminum. Kom inn og finn tær okkurt. IKTYS Uttanlandsferð í august
Filadelfia Vágar Sunnudagin kl. 11Møti v/Kirstin Jensen og sunnudagsskúli. Mikukvøld kl. 20 Sang- og tónleikamøti í Libanon í Sørvági við Roland Lundgren og Ingamay Hørnberg. Fred Thornæs greiðir frá arbeiðinum [...] familju- og morgunmøti við sunnudagsskúla. www.gospel.fo Hebron á Argjum Týskvøld kl. 20.30: Squash - Bíbliuløta fyri ung 5. - 7. flokk Mikudag kl. 10 Kvinnur biðja fyri børnunum. Kl. 20 Bíbliutími og bønarløta [...] opið mána- týs- og hósdag frá kl. 13 til 17. Dagtilhaldið Blákollan á Oyri Opið er týsdag og hósdag frá kl. 14-18. Øll eldri eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið í Vági Hvønn týsdag og tórsdag frá kl.