helt verða verdar at hyggja at. Nakrir standa uppi enn, og plagdi eg at vísa ferðafólki á teir, og gera vart við, at markið millum abstrakta list og gerandisdagin ikki er so stór, sum tað mangan verður gjørt [...] ikki orðið í tíð og úrtíð, men tú gav tær far um tað sagda. »Tað mátti borið til« ella »men tit eru ung, tit skilja alt betur«. Tað er bara at fara til verka. Eg eri ein arbeiðsmaður og tað skammist eg [...] við,« segði hann einaferð og legði afturat:»Fólk halda enn, at ein arbeiðari er ein maður, sum gongur við einari trillibøru, hakkara og spaka.« Villhjálmur var morgunmaður, og tú skuldi vera tíðliga á fótum
henda dagin, og møta fólki eftir hetta. Bygdin var huld í mjørka, tað var eins og náttúran eisini vildi vísa okkum hvussu tungur dagurin var. Føroyingar hava ofta roynt slíkar dagar fyrr, og koma nokk eisini [...] í ferðini var ein sera blíð og fitt kona, hon segði mær, at sonur hennara skuldi koma til Skúvoyar at vera í eina tíð, og bað meg verða góðan við hann. Víljálmur kom so, og nakað seinni kom Gunnar. Teir [...] øll onnur, og hugsa hvør nú man verða raktur, fáa vit at vita, at Viljálmur er tann eini av hesum monnum, sum eru deyðir. Sjálvt um eg bara kendi Vilhjálm, so vóru fleiri her, sum kendu Høgna og eisini onkur
hjá Vilhelminu, og ofta í stovuni. Børn leita sær inn, har tey onkursvegna trívast. Hon hevði keypt sær el-orgul. Og har sótu vit og trallaðu, spældu og sungu. Vilhelmina kundi koma og siga við meg: Jógvan [...] bæði á dekkinum og sum kokki. Hann og Vittus laðaðu millum annað, rundan um Norðurlandahúsið, og stendur tað, sum ein varði har. Jørgen Emil segði mær, at hann arbeiddi saman við teimum, og fortaldi, hvussu [...] Presturin Jákup Reinert, og Kjartan stóðu við kistuna. Ja, segði Jákup, hon ynskti tað soleiðis. Heiðursmedalja frá dronningi lá á kistulokinum. Hettar var ein so sjáldsom og góð mynd og løta inni í stovuni
útvega tilboð til pensjónistar, børn og ung og fyribyrgjandi tiltøk fyri bólkar við serligum tørvi ? eitt nút børnum og ungum. - Heilsu- og umhvørvismál, sløkkilið og tilbúgvingarætlan kundi verið samskipað [...] taka sær av smærri havnum og lendingum, vegum og vatni, umhvørvi og byggi- og býarskipan, umframt mentanarvirksemi í kommununi, so sum bygdarskúlum, ítrótti, spæliplássum og bygdarhúsum. Økisráðið - Hugsanin [...] heilsusystraskipanina og barnatannrøktina. - Mál hjá barnaverndunum kundi somleiðis verið løgd undir økisráðið, eins og barnaansingin, heimarøktin, røktar- og ellisheim og bústaðir til gomul og brekað. - Eisini
í Albania, og tað hevði verið eitt krav, at teir skuldu rakað hárið og skeggið av. - Síðani havi eg hoyrt ymiskar søgur um tað, sum hendi á vinstravonginum, fleiri anekdotir og annað, og eg helt, at tað [...] politiska stríðið millum eystur og vestur, vinstra og høgra, og tað merkir skrivingina í nýggju bókini. - Mín politiska sannføring er stoypt langt eftir, at Berlinmúrurin fall, og tí havi eg ikki nakað persónligt [...] leitað aftur um sítt føðidato og aftur til tíðina, tá ið kalda kríggið millum eystur og vestur var glóðheitt, tá ið stóru ideologirnar vóru havdar á lofti sum ævigir sannleikar, og tá ið fólk á vinstravonginum
til sýn við bilinum. Viðvíkjandi málinum um ung, sum hava stolið í matvøruhandlum, sigur vaktleiðarin, at løgreglan nú hevur eyðmerkt øll tey ungu fólkini og tosað við fleiri teirra. Har vera 'sosialrapportir' [...] ein ávaring til tey ungu, um ikki at gera slíkt, tí handlarnir troyttast av hesum og melda málið hvørja einastu ferð. Og tá vakmyndatól eru, so eru lætt at eyðmerkja tey, ið stjala. [...] Klokkan 02 í nátt varð løgreglan boðsend til ein hýruvogn, tí at kundin og hýruvognsførarnir vóru ósamdir. Kundin vildi ikki rinda fyri hýruvognin, sum hann helt kosta ov nógv. Søgan sigur einki um, hvørt
endamálið at forða fyri smugling. Tað vann ikki frama við og forkláringin frá samgonguni var, at gongd var í málinum. Tað eru meiri enn tvey ár síðani, og nú vil Bill Justinussen vita, hvat ítøkiliga er hent [...] samgongan lýsir kríggj ímóti rúsevnasmuglarum og hann heldur, at Føroyar eiga at vera lutfalsligar lættar at verja, tí vit hava ikki landamark nakrastaðni, og vegirnir inn í landið eru ógvuliga avmarkaðir [...] Eisini frættist ímillum ung, at tað er líka lætt at keypa nøkur gramm av hasji, sum tað er at keypa mjólk, leggur hann afturat. Tí heldur hann, at tað er neyðugt at taka stig, og at gera tað nú. Fyri stuttum
verið um, at ung fara av landinum at nema sær útbúgving. – Vit hava í Føroyum nógvar skúlar, ið bjóða útbúgvingar av alskyns slagi. Tær eru av ymsum slagi, og venda sær bæði til tann privata og almenna a [...] mannin í barna- og útbúgvingarmálum um málið í einum grein 52a fyrispurningi, har hann spyr soleiðis: 1. Hvussu nógv lestrarpláss verða boðin út summarið 2025 innan miðnáms-, yrkis- og hægri útbúgvingar [...] eftirspurningin hjá arbeiðsmarknaðinum og teim lesandi, sigur Beinir Johannesen. – Tí kundi verið nærliggjandi at hugt at teimum útbúgvingum, vit hava í dag, og gjørt okkum greitt, um tær í nóg stóran
hvørjir økir eru umboðaði, og hvørs lesandi eru við í bólkinum. - Tí er eisini áhugavert at fáa upplýst, hvar í landinum umboðini í bólkinum starvast dagliga, um ung lesandi eru við, og hvørjir útbúgvingarstovnar [...] hann ynskir at lýsa hvussu samansetingin av arbeiðsbólkinum er. Fyrst av øllum spyr hann um kynsbýtið og aldurssamansetingina í arbeiðsbólkinum. - Landsstýriskvinnan hevur sett arbeiðsbólk at fyrireika lestrarbý [...] ið skal til fyri at bøta um aldurssamansetingina. Tí er áhugavert at fáa upplýst, hvussu kynsbýtið og aldurssamansetingin í fyrsta arbeiðsbólkinum, sum nýggja landsstýrið hevur sett í hesum sambandi, er
næstringum og øllum tí, sum er kent. Hetta kann sjálvsagt ikki góðtakast og má sjálvandi steðgast, sigur hon. Hon vísir eisini á, at tað er torført at fáa neyvt innlit í, hvussu nógv børn og ung verða send [...] hvørjum ári verða føroysk børn og ung send til Danmarkar á stovn av føroyskum myndugleikum, tí vit ikki hava nøktandi tilboð til tey í Føroyum. – Hetta eru børn, sum hava stórar og samansettar avbjóðingar. Heldur [...] Danmarkar av barnaverndartænastunum, summi umvegis heilsuverkið og uppaftur onnur umvegis Almannaverkið. Sum skilst verða summi børn og ung send meira ella minni “sjálvboðið” av landinum á t.d. eftirskúla