Tjóðveldisflokkurin til stóra framgongd. Um nú ein skjót loysn varð fingin í skuldarspurninginum, møguliga ein avtala um lagaliga afturgjaldsskipan, hevði tað verið ein sigur fyri miðflokkarnar, sigur Vagn Wåhlin [...] Dagny Joensen Vagn Wåhlin er ein av fremstu granskarum innan føroysk viðurskifti. Hann heldur, at Nyrup Rasmussen situr á eini bumbu, sum er tíðarstillað at bresta á løgtingsvalinum, um ikki bankamálið [...] bankamálið verður avgreitt áðrenn valið. Granskarin grundar síni sjónarmið á, at føroyingar ikki hava ein livandi kjans at gjalda aftur sløku seks mia. krónurnar, sum føroyingar skylda statskassanum. So leingi
Ein litur av bensini kostar nú 15,04 krónur hjá Effo. Tað er ein lækking upp á 12 oyru, og 19 oyru bíligari, enn ein litur av bensini kostar hjá Magn í dag. Seinastu vikuna hava bensin- og dieselprísirnir [...] hava oljufeløgini í Føroyum broytt prísirnar umleið fjórða hvønn dag. Ein litur av diesel hjá Effo kostar nú 13,86 krónur. Tað er ein lækking upp á 19 oyru fyri liturin. Og tað er 13 oyru minni enn hjá [...] kappingarneytanum. Eisini gassoljan, eisini nevnd húsarhaldsolja, er lækkað við 19 oyrum liturin. Ein litur av gassolju hjá Effo kostar nú 13,13 krónur, sum er 18 oyru bíligari, enn hjá Magn. Magn plagar
løgreglan kom á staðið og stakk ein pinn niður í tað, sum fleyt í sjónum, vísti hetta seg, at hetta var ein gummihandski. - Vit sóu skjótt, at hetta ikki var ein hond, men ein gummihandski, sigur løgreglan [...] vóru um hesar leiðir. Millum miðlarnar, sum endurgeva søguna, er eitt nú sjónvarpsrásin, Bright TV. Ein kvinna, sum var eitt av sjónarvitnunum, sigur, at luturin, sum líktist einari hond, kom rekandi við [...] løgreglan við útlendskar miðlar. Løgreglan leggur aftrat, at tað fór sum ein lætti gjøgnum fólk, sum vóru um hesar leiðir, tá tað vísti seg, at talan ikki var um eina veruliga hond, sum rak í ánni.
karossaríið eru úr rustfríum stáli. Talan er um ein "Carrus 8700", men tekniskt er hann ein Volvo B12M við motorinum í miðjuni. Motorurin er ein 12,0 litur 6 syl. turbodiesel við v. commonrail og intercoolara [...] heilautomatiskur við retardara. Bussurin er uppbygdur sum ein millumbygdabussur við 49 sitiplássum og 23 standiplássum til tey ferðandi. Eins og aðrir nýggir bussar hevur hesin skivubremsur bæði framman [...] Sp/f Gundurs Bussar á Signabø fingu í síðstu viku ein nýggjan Volvo B12M buss til bussleiðina millum Havnina og Kollafjørð. Bussurin er uppbygdur hjá Carrus verksmiðjuni í Finlandi. Bæði ramman og karossaríið
fingu Lydia og Eyðun Rasmussen, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3800 gr. 13. apríl fingu Annbritt Ellingsgaard og Hallur Petersen, Sørvági, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3900 [...] Sylvia Poulsen, Vági, og Jóan Pauli Thomsen, Hvalba, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3600 gr. 15. apríl fingu Elaina og Eljón Poulsen, Kaldbak, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3700 gr. 18 [...] 3900 gr. 14. apríl fingu Anna og Søren Bertholdsen, Klaksvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4250 gr. 15. apríl fingu Fríðgerð og Árni Rasmussen, Argjum, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
Hetta er tó ikki ein bilur, sum Jákup Frants ætlar at brúka gerandisdagar, men tá sólin skínur, eins og henda góðveðursmánadagin í Fuglafirði. Umframt henda Volvo-bilin eigur hann eisini ein 34 ára gamlan [...] Fuglafjørður: Í góðveðrinum mánadagin sást ein rættiliga forkunnugur bilur koyra í býin - ein Volvo Amazon frá 1967. Tað er Jákup Frants Larsen sum eigur henda bilin, og sum hann ognaði sær fyri fimm árum [...] árum síðani úr Danmark. Bilurin er í góðum standi. Hann hevur bert havt ein annan eigara, og hevur einans koyrt 92.000 km. hesi sløku 40 árini. Hesa seinastu tíðina hevur hann verið til eina yvirháling
kemur í fyrstu atløgu sum hatchback við 5 hurðum, seinni kemur ein útgáva við 3 hurðum og ein sedan. Umframt Kalos kemur ein heilt nýggjur Daewoo Evanda, ið avloysir fyri tann størra Daewoo Leganza. Tann [...] italska bildesignar-anum Giugiaro. Talan er um ein bil í umleið somu stødd sum t.d. Citroën C3 og Skoda Fabia við smartum og nútímans linjum. Motorurin er ein 1,4 litur 4 syl. bensin við 83 hk. Bilurin kemur [...] stødd við Ford Mondeo og VW Passat. Uttanfyri Evropa eitur tann bilurin Daewoo Magnus. Í oktober kemur ein avloysari fyri Daewoo Nubira. Kalos og Evanda koma á føroyska marknaðin í apríl/mai, sigur Jens Petur
Um níggju tíðina fríggjamorgunin kundi ein arbeiðsmaður, ið arbeiðir við at laga ein grótgarð við tunnilsmunnan á undirsjóvartunlinum, komið rættiliga illa fyri. Hann var tíbetur heppin, um hugsað verður [...] hvussu illa kundi staðið til. Talan er um ein grótgarð, sum verður lagaður. Hesin garður er um tveir metrar høgur. Maðurin stóð uppi í stiganum og arbeiddi, tá ein steinur datt niður. Steinurin vigaði um [...] Danmarkar. Myndatxt: Uttanfyri Vágatunnilin vágamegin datt ein steinur niður av einum grótgarði, sum verður lagaður. Steinurin vigar eitt tons, og tók í ein mann á veg niður. Tíbetur var skaðin ikki so álvarsligur
fer spakuliga í ein landsynning. Eitt lágtrýst yvir Grønlandsfjørðinum fer í ein landnyrðing. Í dag: Eitt nýtt lágtrýst við Newfoundland fer í ein landnyrðingeystan og fer framvið í ein útnyrðing úr Føroyum [...] útsynningi og suðri, út á dagin vaksandi upp í ein strúk. Skýggjað og regn, men út á náttina ælaveður. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið hósdagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, minkandi út á dagin
og eins í tí fyrsta førinum var bert talan um materiellan skaða. Eitt hendi í svinginum við Depli. Ein bilur, sum var á veg niðan móti tunnlinum, kom í so langt út á breytina at hann nært við ein mótgangandi [...] pið var á byrgingini við Haraldsund. Ein bilførari, sum var á veg til Haraldsund, misti tamarhaldi á bilinum, tá hann koyrdi eftir byrgingini, og hann rendi á ein stein á sunnaru síðu á byrgingini. Bilurin [...] Klaksvík og líktist tí fyrra. Tveir bilar bóru við hvønn annan tá annar teirra skuldi snara inn á ein annan veg. Í ongum føri var talan um fólkaskaða.