info
Ongi úrslit

Bensinið er nú 19 oyru bíligari hjá Effo

Effo hevur í dag lækkað prísin bensini og olju

Eirikur Lindenskov
1. juli 2022 kl. 16:29

Ein litur av bensini kostar nú 15,04 krónur hjá Effo. Tað er ein lækking upp á 12 oyru, og 19 oyru bíligari, enn ein litur av bensini kostar hjá Magn í dag.
Seinastu vikuna hava bensin- og dieselprísirnir verið ymsir hjá báðum oljufeløgunum, sum er rættiliga óvanligt, tí vanliga ganga bara tímar ímillum, at annað oljufelagið tillagar prísin eftir hinum oljufelagnum.
Síðani russisku innrásina í Ukraina hava oljufeløgini í Føroyum broytt prísirnar umleið fjórða hvønn dag.
Ein litur av diesel hjá Effo kostar nú 13,86 krónur. Tað er ein lækking upp á 19 oyru fyri liturin. Og tað er 13 oyru minni enn hjá kappingarneytanum.
Eisini gassoljan, eisini nevnd húsarhaldsolja, er lækkað við 19 oyrum liturin. Ein litur av gassolju hjá Effo kostar nú 13,13 krónur, sum er 18 oyru bíligari, enn hjá Magn.
Magn plagar at broyta sínar prísir á midnátt, so hugsandi er, at prísir hjá Magn tá verða tillagaðir prísunum hjá Effo.

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Simme Musikkhús heldur fram

20 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump rósar Putin og krevur nýggjan forseta í Ukraina

12 minuttir síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin: Víkingur hevur størstu favorittstøðuna

1 tími síðan
Hondbóltur

Vendsyssel tapti á útivølli

7 tímar síðan
Hondbóltur

TMS Ringsted vann og Mors-Thy tapti

8 tímar síðan
Fótbóltur

Tór-Ingar ætlar sær ikki at flyta niður

8 tímar síðan
Tíðindi

12 deyð og fleiri enn 300 særd í Saudi Arabia

8 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen var aftur fyri tapi

9 tímar síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: B36 vann á FC Suðuroy

9 tímar síðan
Fótbóltur

Øll vilja hava Ronaldo aftur á landsliðið

10 tímar síðan
Tíðindi

Trump: - Uppá tíðina at Ukraina fær nýggjan forseta

10 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Vinnumessan við Tjarnir

10 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

11 tímar síðan