at fara við teimum ungu. Sum nú er er mánakvøldstúrurin eitt høvi, men hann endar sum oftast sum eitt venjingarkvøld, og er so eitt ólukkudýr við, so kemur hann aldrin aftur. Ein máti at skapa áhuga í Sandoynni [...] undir regluliga rennivenjing. Tað var eitt fak, sum eg hevði: at renna og strekkja út. Í skúlanum vóru eisini tveir súkklarar. Ein dagin lántu eg og ein annar hesar súkklurnar og súkklaðu einar 80 kilometrar [...] intervallir, ella spurtir. Ein súkklukapping endar sum oftast við einum spurti. Eisini er neyðugt at vita nakað um kost. Vit hugsa øgiliga nógv um kost beint áðrenn kappingar. Skal eg til ein harða drúgva kapping
manningarfeløgini út. Og samráðingar um ein nýggjan sáttmála eru byrjaðarar. Higartil hevur tað bara verið ein samráðingarfundur verið við Fiskimannafelagið, ein fundur hevur verið við Maskinmeistarafelagið [...] er Reiðarafelagið sum hevur sagt sáttmálan upp. Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum sigur, at tað eru ávís viðurskifti í sáttmálanum, sum reiðararnir vilja hava í rættlag, sum hann málber seg. Hann [...] Men vóru 12 mans við skipinum, fáa teir 13.333 í part. ? Men yvirmenninir fáa fleiri partar. Ein yvirmaður, sum fær tveir partar, fær 20.000 krónur, tá ið 16 mans eru við, men hann fær 26.666 krónur, tá
at í Norra liggur oljudirektoratið í Stavanger, langt frá høvuðsstaðnum Oslo, og tað sama í Stórabretlandi, har teirra oljudirektorat liggur í Aberdeen. Í báðum førum so nær oljuøkjunum sum gjørligt. [...] eg at ímynda mær. Ein stórur fyrimunur hevði eisini verið, um ein tunnil kom millum Hov og Tjaldavík. Á hendan hátt verður oyggin betri samansjóva, og tá ger tað næstan tað sama hvar ein býr, ella hvar [...] vinnur og fremja økismenning Undirritaði, sum býr á einum veruligum útjaðaraøki, bíðar nú við spenningi, hvussu hendan samgongan fer at roynast á hesum øki. Ein avleiðing av hesum politikki skilji eg er
greidliga hava sannað tey seinnu árini. »Í morgin er aftur ein dagur« er ein fjølbroytt og undirhaldandi skaldsøga, sum tú livir teg inn í, og sum tú ert keddur av at leggja frá tær, tá ið høvundurin lokar [...] navni, meðan tann nevndi Fríðrik próstur er Fríðrik Petersen, sum um hetta leitið var Føroya próstur. Ein annar við egnum navni er Bakar Hansen, sum Sigurd skal ganga til violin hjá. Tann farisæiski danski [...] flytir lesaran stað úr staði, frá einum tilburði til annan. Sagt verður, at ein kista stendur í Sproytuhúsinum og í henni liggur tann trýogtretivu ára gamli Dánjal í Køk, deyður frá konu og fimm børnum.
klára seg eins væl og menn. Sjálvandi havi eg virðing fyri, at onnur halda tað er ein trupulleiki. Kanska hugsa mínir medarbeiðarar soleiðis. Hvussu ein er skikkaður og hvussu ein annars er sum menniskja [...] Hvussu uppalir tú dóttur tína? - Sum kvinna í leiðandi starvi havi eg ikki somu umstøður at bjóða dóttur míni sum ein mamma um gongur heima, men eg vil eisini siga, at ein heimagangandi mamma hevur heldur [...] Øll hava somu møguleikar, tað ræður bara um at brúka teir. Ein kvinna, sum sjálv er í leiðandi starvi, segði mær ein dagin, at hon hevði hoyrt ein mann siga, at hann ikki kundi hugsað sær at arbeitt undir
royna seg á einum 2. deildarliði. Hetta er eitt felag, sum eitur Yverdon, og sum liggur okkurt um ein tíma frá meira kenda býnum Geneve. Liðið spælir sum sagt í 2. deild, men teir satsa upp á uppflyting, og [...] hjá StÍF, men tey, sum fylgja við, munnu vita, at John Petersen eisini telist millum okkara frægastu fótbóltsspælarar. Skálamaðurin, sum seinastu tvey árini hevur spælt við B36, og sum fyrr eisini hevur [...] ongantíð er komið fyri seg eftir missin av Hodgson, sum gjørdi tað áhugavert at spæla á schweiziska landsliðnum. Á felagsstøði er tað Grasshoppers úr Zürich, sum er fremsta liðið. Men eisini her er fótbólturin
Tað frættist eisini, at John Petersen, sum hevur riggað sera væl sum vongur í seinastu dystunum, fyrst í januar mánaði fer av landinum í fótbóltsørindum, og tað er ein stórur missur fyri StÍF-liðið. Teir [...] og tá var tað sera gott. Johan Danielsen tók alt, sum vestmenningar sendu ímóti honum, serliga fyrsta korterið, tá StÍF kom á odda 12-3. Hetta er ein næstan óhoyrd støða í Vestmanna, har VÍF hevur verið [...] verið føroyameistari tvey tey seinastu árini. Men leygardagin var tað StÍF, ið spældi sum ein føroyameistari. Tað hava teir gjørt fyrr, men ofta hevur tað verið ov svingandi hjá strandaliðnum, og tí hevur
tað VB-kvinnunum at vinna, og tá var sigurin so tryggur sum 25-17. Í øðrum dystum hevur tað verið nær við ? millum annað móti Stjørnuni ? men sum oftast hevur verið hildið, at tað bert var á heimavølli [...] verjurnar, ið sviku. 57 mál komu í dystinum, og tað er rættiliga nógv fyri ein kvinnudyst. Tað byrjaði eftir ætlan hjá VÍF, sum kom á odda 3-1. Men VB kom upp á javnleik 4-4, og so settu tær ferð á. Næstu [...] ongantíð rættiliga at koma afturíaftur. Undirmetan av mótstøðuni kann hava spælt inn, men tað skal ein sum kunnugt ongantíð gera, og VB var eisini klárt betra liðið. Hálvleiksstøðan var 14-11 til vágsgenturnar
Andreasen sum eitt ungt og spennandi navn, ið kann gera ein vørr, meðan aðrir eru forvitnir eftir at vita, hvussu tað liggur fyri hjá Hans Jákupi, sum er búsitandi í Danmark, har hann arbeiðir sum fangavørður [...] navnið, sum kemur okkum øllum í hug, og tað er Regin Vágadal, sum hevur givið Føroyum og føroyingum so ómetaliga nógva og góða umrøðu uttanlands. Bar ikki til á ólavsøku Tey trý undanfarnu árini, sum skipað [...] av teimum fimm venjingunum verður, eins og tað var í The Atlantic Giant 98, millwalk, har tað snýr seg um at ganga, so ofta sum gjørligt, í kring við eini stong, sum er fest í eina tunga vekt í miðjuni
útbygt, høvdu vit eina javnaðarleiðslu. Tað er ein flokkur, sum stendur fyri at býta tað fíggjarliga so væl sum møguligt til so nógv sum møguligt og tað skal ein fíggjarlig orka til. Við endan á 80-unum fingu [...] einum og øðrum, sum kann virka óheppið. Og vera vakin við tí, sum hendir. Harumframt havi eg umsetingina av handilssáttmálum um hendi. Við øðrum orðum skal ein løgmanskrivari vera ein hálvur diplomatur [...] skyldu til at gera, tað sum liggur á láni og dagliga arbeiðið annars. Umframt dagligu uppgávurnar er ein undirliggjandi streymur av tyngjandi uppgávum alla tíðina. Skrivarin liggur ikki á boðunum, men út