lið við í øllum ungdómsdeildum í ár. Síðani var komið til roknskapin. Fyri einum ári síðani sá tað ikki tespiligt út, tá hallið fyri 2022 var 992.000 kr. Í 2023 gekk rætta vegin fíggjarliga, tí hóast í [...] Jespersen, ið er nýggjur nevndarlimur, meðan Jónas Stenberg er nýggjur tiltakslimur. Felagið takkar Sunnevu og Sannu fyri íkastið og ynskir Esther og Jónasi, og restina av nevndini, blíðan byr í nevndararbeiðinum [...] kvinnunum á tann hátt, at liðið megnaði at manna lið til hvønn dyst í 1. Deild. Hetta eydnaðist ikki árið fyri, tá liðið áðrenn summarhálvuna mátti takast úr kappingini. Í ungdómsdeildunum gongur rætta vegin,
røðari á einum almennum tiltaki - nei, tað er ikki akkurát eg, sigur hann brosandi. Borgarstjórin sigur seg vóna, at Fámjin fer at fáa nakað av tilflyting, nú vegasambandið verður trygt og gott. - Í løtuni eru [...] leggur dent á, at nú verður tað so ikki vegasambandið, sum verður ein forðing hjá fólki at búseta seg í Fámjin. - Vit hava í minsta lagi loyvi at vóna, at tunnilin fer at geva bygdini eitt skump í rætta [...] Nú verður alt øðrvísi, og í dag eru vit hjartans fegin, sigur Jóanis Lisberg, sum vegna kommununa takkar øllum, sum hava viðvirkað til, at Fámjinstunnlin nú er veruleiki.
fólkið har suðuri, er einki at ivast í, at liðið fer at gera um seg fremstu røðini komandi árini. Fyri fyrst mugu tær tó taka til takkar við einum fimta plássi umframt silvurmerkjunum, sum tær vunnu sær [...] so sanniliga ætlaðu at vinna dystin í Runavík. Eingin spenningur VB liðið legði nevnliga bragdliga fyri, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan longu 9-1. Eftir hetta kom ongantíð aftur spenningur [...] megnaði at fylgja við málskjótingini hjá gestunum. Seinna umfarið var gongdin á leið hin sama. VB legði fyri við at skjóta eini seks mál á rað, og restina av dystinum var bert ein spurningur um, hvussu stórur
í hvørjum bólki. Tórshavnar Súkklu Felag takkar stuðlinum í ár, Føroya Bjór, fyri góða stuðulin gjøgnum alt kappingarárið. Súkkluárið hjá børnum er liðugt fyri í ár. Barnasúkkluvenjingin byrjar aftur á [...] Rúna, Rana og Torkil, og tá teir vendu lá Rúni 14 sekundir framman fyri Rana, sum eisini bert førdi við nøkrum fáum sekundum framman fyri Torkil Weyhe. Enn var ov tíðliga at siga hvør fór við sigrinum, men [...] mangan harðan dystin, og meðan Rani fór við sigrinum í Býarkoyring fyri viku síðan, ja so átti Rúni tørn nú, og kann nú eisini kalla seg føroyameistara. Ein orsøk til framgongdina hjá Rúna er sjálvandi fyrst
Dannebrog. Kvinnufelagið í Havn takkar hjartaliga Lisbeth fyri arbeiðið, sum hon hevur gjørt fyri Kvinnufelagið, fyri arbeiðið at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn umframt fyri at hava gingið undan sum [...] Lisbeth havt eina røð av álitssessum. Eitt, sum altíð hevur eyðkent Lisbeth í politikki, er áhugin fyri sosiala økinum og javnstøðu millum kvinnur og menn. Lisbeth hevði sín stóra leiklut í at fáa Demokratia [...] tess at fáa kvinnur virknar í politikki. Tað arbeiðið, sum Lisbeth saman við øðrum hevur lagt eftir seg í hesum felagsskapum, hevur havt sera stóran týdning. Somuleiðis hevur hetta verið við til at leggja
við konsertum umborð á Norðlýsinum, á gongugøtuni, í Listaskálanum og Í Kagganum. Festivalurin takkar fyri seg við einari umfatandi skrá leygardagin 6. juli. [...] Brandur Øssursson hevur á 19. ári tikið stig til at skipa fyri Jazz-, Fólka- og Bluesfestivalinum, men enn kann hann verða tikin á bóli av áhuganum fyri teimum ymsu konsertunum á festivalinum. Onkuntíð livir [...] hvørt kvøld fyrr. Men tá Norðurlandahúsið í fjør tók stig til at skipa fyri einari árligari listastevnu, var ikki longur pláss fyri Jazzfestivalinum í húsinum. Ætlanin var upprunaliga at leggja tann tá
liðið, ið kundi havt blandað seg upp í FM-stríðið, um ikki klaksvíkingar sópaðu alla mótstøðu so bragdliga til viks, var Vestmanna, sum – eins og Havnin – var eitt stig aftan fyri Klaksvík undan endaumfarinum [...] talan var tí um ein sigur, ið sjáldan er sæddur líka sannførandi. Gamaní, høvdu klaksvíkingar dubbað seg eitt sindur við altjóða meistaranum, IM Silas Lund, sum hevur verið knýttur at felagnum í fleiri ár [...] Havnar Telvingarfelag. Teirra millum gjørdist talan um ein óvæntað stuttan javnleik, og so lá ræðið fyri hjá hinum trimum klaksvíkingunum, FM Heini Olsen, Eyðun Nolsøe og Finnbjørn Vang, ið vunnu á ávikavist
dystin Tað vóru hoyvíkingar, sum høvdu munin á kollfirðingum allan dystin. Gamaní legði KÍF fyri við at leggja seg á odda 3-0, men síðani tók H71 yvir, meðan KÍF fullkomliga steðgaði upp og als ikki fekk [...] liðskiparin, Halgir Dahl Olesen, var við aftur. Halgir var ikki við, tá ið H71 umfarið frammanundan var fyri lemjandi ósigri móti Neistanum, og tað sást eisini aftur á avrikinum hjá H71 í tí dystinum. Kollfirðingar [...] málmun, eru tað teir, ið enda kappingarárið á fjórðaplássinum, meðan kollfirðingar noyðast at taka til takkar við fimtaplássinum. At kollfirðingar kansksa eru eitt sindur misnøgdir, nú kappingarárið er farið
Dahl, landsstýrismanni. Í fyrsta lagi takkar felagið fyri svarið, dagfest 13. november 2014, og fegnast um, at eitt nú Strandfaraskip Landsins hava sett sær fyri at fáa hjartastartarar umborð á øll síni [...] hjartastartari er umborð. Felagið heldur, at her kunnu Føroyar gerast fyridømi fyri okkara grannalond. - Føroyar eru longu fyridømi fyri okkara grannalond. Føroyar eru longu fyridømi í mongum, sum hevur við fiskiskap
Heimið varð vígt og tikið í nýtslu 27. apríl 2014. Pláss eru fyri 30 børnum á Barnaheiminum. Heimið verður eisini nýtt til skeið og ráðstevnur fyri sunnudagsskúlalærarum, prestum o.ø. Hvønn sunnudag er su [...] altjóða bíbliuarbeiði, so tey, ið onga bíbliu eiga, kunnu lesa bíbliuna á sínum egna máli. Stýrið fyri Føroyska Bíbliufelagið samtykti í fjør heyst, at savna inn pening, sum skuldi latast til keyp av [...] fingið hvør sína barnabíbliu og tey smæstu hvør sína myndabíbliu. - Gleðin var stór, tá ið leiðarin fyri barnaheimið, pastor Benarji, handaði børnunum hvør sína bíbliu. Pastor Benarji ynskir at takka føroyingum