eisini fyri at gera ítróttarvøll til frælsan ítrótt, sum hevur verið saknaður leingi. Nú er hann liðugur og liggur klárur at taka ímóti øllum, sum hava hug at ganga, renna ella iðka aðra frælsa ítrótt [...] vinnumøguleikar eru tvær síður av somu søk. Tí stovnaði kommunan sína egnu vinnumenningardeild, sum var ein týðandi viðspælari í Job Match-átakinum í Keypmannahavn herfyri í royndunum at fáa tey útbúnu fólkini [...] einum bygningi í Gundadali, tvær hallir til rytmiskan fimleik og ein til amboðsfimleik burturav. Vónin er, at hallirnar fara at fáa eins stóran týdning fyri trivnaðin í býnum og svimjihøllin. Vit settu
A. Klettskarð er at rokna sum klárur. Hann hevur sitið yvir onkrar dystir í seinastuni. Sum skilst, so fer KÍ væntandi at spæla við fimm í verjuni. Hetta er ein spælskipan, sum millum annað Odd, við Gilla [...] helmingurin av viðførinum stóð eftir í Oslo. Ein søga, sum norskir miðlar eisini hava gjørt eitt sindur burturúr. KÍ er sannførandi í føroysku kappingini, og ein av heilt týðandi sigrunum kom á Tórsvølli [...] torførasta lutakastið, sum kundi hugsast, tá norska Bodø/Glimt kom úr pottinum til fyrsta undanumfari í Champions League. Føroyska meistaraliðið skal nú takast við eitt lið, sum farna kappingarár megnaði
miðstaður Føroya, tí býurin liggur miðskeiðis í landinum ? og soleiðis føra allir vegir til Tórshavn, eins og sagt verður, at allir vegir føra til Róm. Hann nevndi eisini, at Føroyar, sum í gomlum døgum var eitt [...] løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, sum eisini hevði heiðurin at seta North Atlantic Fish Fair. Løgmaður segði, at tað er honum ein stórur heiður at kunna seta hesa stevnu, sum nú hevur fest røtur í Føroyum [...] nan er komin fyri at vera, segði hann. Løgmaður vísti á, at Føroyar eru ein siglandi tjóð, og tí hevur ein fiskivinnustevna sum henda stóran týdning. Í setanarrøðu síni segði løgmaður, at tað hevur stóran
hansara í grønlendska blaðnum sum var tað ein stór sensatión. -Tað er als einki nýtt í hesum. Eg havi jú fyrr sagt, at vit fara ikki út í eina fólkaatkvøða við eini skiftistíð, sum fólkið ikki góðtekur leggur [...] semju, sum báðir partar eru nøgdir við. Koma vit ikki hartil, so hava vit ein stóran trupulleika, tí tá semjast vit ikki um eitt av høvuðspunktunum. Og tað skulu tveir partar til fyri at gera ein avtalu [...] tað verður gjørd semja um tey notat, sum har verða løgd á borðið. -Tað springandi punktið, sum vit heilt ítøkiliga eru ósamdir um, er fíggjarligi parturin, ið er ein sera avgerandi partur av øllum samráðingunum
sløkiliðunum í landinum, ið so at siga dag fyri dag fær ein størri tunnil sum part av sínum ábyrgdarøki, er sløkkiliðið í Kvívíkar kommunu. So hvørt sum undirsjóvartunnlinum undir Vestmannasundi leingist, [...] at gera nakað, um tað verður boðsent til ein eldsbruna í Vágatunlinum. Og tað er heldur ikki hugsingur um at vit sum kommuna kunnu útgerða okkara sløkkilið til ein tunnilseldsbruna. Tað eru vit ov smáir [...] heilt einfalt ikki hevði farið inn í ein brennandi Vágatunnil, um talan var um ein umfatandi eldsbruna sigur Heini Holm. Meðan vit bíða Enn hevur tað ongantíð verið ein eldsbruni inni í nøkrum av størru tunlunum
aftur, sum stendur mát við tað, sum loyvt er at veiða. Tað gevur jú onga meining at skila fisk út aftur, sum annars eigur at koma til høldar, sigur Kristian Karl Eliasen. Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin [...] blaðsølurnar, er ein størri samrøða við skiparan, har hesin eisini vísir á, at eitt av økjunum, sum nú er latið upp aftur, er púrasta óbrúkiligt, tí tað liggur ov norðarlaga í mun til tað, sum mælt varð til [...] september í ár at rokna. Talan er um leiðirnar, sum verða róptar øki T og U og partvís leiðir í øki D og F. Hesar leiðir eru latnar upp fyri fiskiskapi við botntroli, sum hevur innsetta skiljirist samsvarandi serligari
Tey vóru sum pappír, sigur Maria og tekur í blokkin sum liggur á borðinum. Har var einki eftir, aftaná at eg hevði givið bróst. Maria er ein vøkur kvinna í 40-unum. Hon eitur í veruleikanum nakað annað [...] um sína skurðviðgerð, eru tað nógvar kvinnur, sum eru komnar til hana at spyrja um ráð. Hon er sannførd um, at tað eru nógv fleiri kvinnur í Føroyum, sum hava gjørt hetta, enn vit halda. Ætlar tú tær at [...] bróst Tveir ymiskir bólkar av kvinnum gera hesa skurð-viðgerð. Tær sum eru umleið 20-25 ára gamlar og hava øguliga lítil bróst. Og tær sum eru um 35-40 ár, og hava mist tey bróst tær einaferð høvdu áðrenn
at vísa á, ítróttarliga. Liðið spælir í einari fótbóltsdeild, sum svarar til sjeyndubestu fótbóltsdeildina í Onglandi. Um ein ger ein paralel til danskan fótbólt, so svarar tað til, at liðið spælir [...] Sheffield FC spælarin, sum varð tikin út til enska landsliðið æt John Hudson. Hesin spældi ein landsdyst fyri Ongland í 1883. Charles Clegg varð tó við á tí fyrsta enska landsliðnum, sum spældi tann fyrsta [...] Sheffield FC hevur hetta kappingarárið ein hóp uppá 23 mans. 21 av hesum 23 monnunum eru onglendingar. Liðið hevur tveir útlendskar spælarar. Ein walisara, og ein spælara úr Kanada. Liðið hevur tó vunnið
Farmaflutningur Gongst sum ætlað, fáa suðuroyingar nú ein flutningsmøguleika afturat ímillum Suðuroynna og umheimin. Tað er Farmaskipið Norland, sum gøtumenn hava keypt, sum nú ætlandi fer at sigla beinleiðis [...] triðingar í Norland og partafelagið innan, sum m.a. eigur Trónd í Gøtu, eigur ein triðing. Skipið kemur til Føroya í januar, og ætlanin er at seta tað í sigling um ein mánað. Tórhallur Thomsen, útgerðarmaður [...] at Norland skal leggja at í Suðuroy, sum síðstu havn í Føroyum, áðrenn siglt verður niður á meginlandið. Sigla úr Suðuroy Tórhallur Thomsen sigur, at tað, sum liggur í kortunum, er, at Norland skal leggja
2021. Men skal tað eydnast, er tað ein fortreyt, at vit hava ein golfvøll og skjøtil er settur á arbeiðið at útvega ein slíkan á Glyvursnesi. Men ein stór forðing er, at sum støðan er nú, verður tað at kalla [...] Jacob Vestergaard. Fortreyt fyri golfvølli Men, eitt, sum kanska liggur frammaliga í huganum, er ætlaði golfvøllurin á Glyvursnesi. - Eitt endamál, sum fer at koma undir hetta víðkaða landbúnaðarhugtakið [...] útvega lendi til ein golfvøll. Ein golfvøllur er einar 500.000-600.000 fermetrar til víddar, men skal lendið keypast á Glyvursnesi til endamálið, fer tað at kosta 50-60 milliónir, sum skipanin er nú. -