Eirikur Lindenskov Í áru eru liðin 50 ár síðani, at Skipafelagið Føroyar gjørdist umboð hjá russisku bátunum í Føroyum, og fer felagið at hátíðarhalda hetta seinni í mánaðinum. Í 50?unum vóru nógv russisk [...] Besta tíðin er í juni. Nógvir russar eru eisini í Irmingarhavinum og fiska kongafisk, sum gevur meira av sær, sigur Árni Dam. Men tríggar teir fyrstu mánaðirnar í ár hava verið yvir 100 skip í Føroyum, sigur [...] eldru sjúkrasystrunum á Landssjúkrahúsinum, at eitt nú í 1957 lógu 27 russiskir sjómenn á sjúkrahúsinum í ein dag. Árni Dam kom á Skipafelagið at arbeiða í 1960, men síðan 1978 bevur hann tikið sær av deildini
Í hesum døgum er ein íslendskur kongur í Føroyum og vitjar. Ikki ein rættiligur kongur. men ein tónleikakongur. Tað er íslendski tónleikarin við klingandi navninum, Johnny King, um er í Føroyum. Tonleikurin [...] spæla í Hollywood í Havn. Og tað liggur eisini fast, at hann fer at spæla á Jóansøku á Tvøroyri. Tað verður í klubbanum og tá fær hann báði Sólvu og Bergmenn at hjálpa sær. Eina fløgu á baki Johnny King [...] Country- kongur fer at spæla í Havn, á Tvøroyri og aðrastaðni við, hesar dagarnar, hann er í Føroyum. Møguliga verður hann at hoyra á Vestanstevnu. Men tað, sum liggur fast, er, at í annaðkvøld, og leygarkvøldið
livandi orðið aftur í kátum barngóli, í havsins andadrátti, í himmalsins stormduni og alskyns fuglaljóðum og gav tí nýtt lív. Tónlistin stendur í besta blóma. Í kjallarum, á neystaloftum og í skansastovum sita [...] vóru runnin í stein. Tey stóðu rundan um meg, sum tey hava staðið í øldir, ja alt tað fólk kunnu minnast. Skúlin Hvalvíksneyt runnu í stein - eisini í skúlanum. Har doyðu livandi steinarnir, tí í skúlanum [...] ar bygdu sær Bábelstorn og gera tað eisini í 1997. Niláin rann full í blóði, og í dag rennur tað, ið verri er í heimsins áum. Neyðugt var at høgga lógarorð í steintalvur, tá ið dansurin um gullkálvin gjørdist
góða danska!) Her eigur kortini at vera havt í huga, at danska málið og føroyskt eru ikki í somu støðu. ? Sum Zakaris Svabo Hansen skrivar í seinasta Máltingi: »Í nútíðar samskiftistíðum ... er eitt lítið [...] verið høvuðssjónarmiðið í føroyskari málrøkt. Fyri tí er ikki sagt, at fólk »ikki kunnu sleppa« at nýta onnur orðsnið, tó at rímiligt er at vanda sær meir um mál og stíl í skrift enn í talu. Skoytt kann verða [...] fyri donsk, t.d. í Ólavi Riddararós: ?álvarann? fyri ?elvarann? og ?snávaði? fyri ?snublaði?. Annars er at siga, at orðliðin ?ordans-?, sum Johnny harmaðist um ikki skal sleppa upp í part, hevur Jóhan
spennandi. ? Tað gjørdi góðan mun at Johnny Joensen kom inn á liðið hjá okkum stutt inn í seinna hálvleik og fór at mansverja Hans Guðmundsson. Tá kom alt í einum vend í og alt bar til hjá okkum, samstundis [...] Vestmenningar vóru ruddiliga omaná, tá oddadysturin í mansdeildini varð spældur í Havn leygardagin. Ikki tí, H71 hevði munin í fyrra partinum av dystinum, men tá ferð kom á gestirnar úr Vestmanna eftir [...] , kláraði H71 ikki at fylgja við. H71 royndi seg við somu snildum, sum tá teir vunnu á VÍF í Vestmanna fyrr í ár, men mansverjan av Inga Olsen hevði ikki somu ávirkan hesaferð, og hann var saman við Hjalmari
og nótabáturin »Christian í Grótinum« er eisini á veg. Hann gjørdi rekordtúr úr Valdivia í Chile til Kopervik í Noregi. Karmoy Winch setir nú spølini í »Christian í Grótinum« og verður hetta arbeiði liðugt [...] Ólavur í Beiti Rak »Christian«, gamli »Christian í Grótinum«, ikki uppá land, hevði hann verið seldur í dag. Marokanskt fekag hevði næstan keypt nótabátin, men so hendi óhappi og skipið liggur enn í Las Palmas [...] Rasmussen at skipið verður klárt at fara á svartkjaftaveiðu um tríggjar vikur. »Christian í Grótinum« lastar knapt 2000 tons í tangunum. Hann hevur 7.000 hk maskinu og er 74 metrar langur. Til samanberingar kann
við hesum stásiliga skipi, sum vit hava fingið litið upp í hendi. Eg kann ikki lata verða við at minnast aftur á tá gamli Christian í Grótinum kom í 1975. Tá segði pápi millum annað, at tað sær dapurt út [...] sum eru komin saman her í dag. Tað er okkum ein stór gleði at síggja so mong at biðja okkum vælkomin, og fyri hesa stórfingnu móttøku. Tað er mangan so, at gleði og sorg ganga hond í hond. Vit vilja við ærufrygt [...] vit vilja allíkavæl siga tað sama, at tað er við bangnum hjarta at vit fara í gongd við hetta stóra og dýra skip. Men tað er í álitið á tann, sum alt hevur skapt og sum øllum valdar, at vit fara til verka
upplagt evni. Góðir fiskimenn Í 1945 sæst útróðrarlisti í bókini Útróður hjá Roberti Joensen fyri alt tað árið. Ein teirra, ið liggur frammi í oddinum er Palli, sum tá bert er mitt í tjúgunum og útróðrarformaður [...] skil og hegni við ótroyttiligum arbeiðssemi á sjónu, tá er einki undur í, at hetta triðja og fjórða ættarliðið hjá Christiani í Grótinum føra higar til lands eitt tílíkt hendinga skip. Eg minnist sum stórur [...] góðum fongi. Á einum báti vóru utríggir gamlir menn, Eiðis-Jóhan, Jóannes á Heygnum og Christian í Grótinum. - Tá hoyrdi eg menn tosa um, at valla va tað nakar maður, ið hevði so gott skil á veðri, streymi
aftur byrjar at bragda í so máta. Sunnudagin fingu Klaksvíkingar nýtt skip á vágna. Christian í Grótinum er nú liðugur og klárur at fara til fiskiskap. Skipið er bygt í Valdivia í Kili. Haðani fór hann [...] smábýtt. Til fiskiskap í dag Og reiðarin ætlar ikki, at skipið skal liggja og gnaga gummi við bryggjuna í Klaksvík. Seinnapartin í gjár var skipið ein framsýningartúr í Havn og í dag fer hann til fiskiskap [...] fara undir tílíkt tiltak í hesum døgum, spurdu vit reiðaran Kristian Martin Rasmussen. Hann sigur, at tað var neyðugt, at skifta skipið út.? Gamli Christian í Grótinum, sum í dag eitur Christian, var vorðin
leingja Tinganes einar 130 metrar í ein lands-synning og síðani gera ein vinkul upp á 90 stig í beinan útsynning. Hetta opnar møguleika fyri, at Vestara vág eina ferð í framtíðini kann fyllast heilt upp [...] Eystaru bryggju verður í so fall flutt inn á Sund. Verkfrøðingar hava roknað út, at einar tvær milliónir kubikkmetrar av gróti skulu til. Men nokk er til av gróti í Føroyum, og tað liggur í uppskotinum, at tað [...] gera Føroyar størri«, sigur Tróndur Patursson, og leggur afturat, at hann mangan hevur havt í huga at byggja upp í kirkjubømúrin. »Vit fáa ongatíð ov nógv av føðilandinum«, leggur hann treystliga afturat