Eirikur Lindenskov
Í áru eru liðin 50 ár síðani, at Skipafelagið Føroyar gjørdist umboð hjá russisku bátunum í Føroyum, og fer felagið at hátíðarhalda hetta seinni í mánaðinum.
Í 50?unum vóru nógv russisk skip undir Føroyum. Tá lógu onkuntíð 300 skip eystan fyri Nólsoynni, og hesum var nógv virksemi av, sigur Árni Dam á Skipafelagnum, sum síðan 1978 hevur tikið sær av hesum arbeiðinum.
Teir skuldu eitt nú allir hava vatn, og sigldu tá tveir tangabátar, annar við 11.000 tonsum av vatni og hin við 800 millum Havnina og bátarnar, sigur hann.
Árni Dam veit eisini at siga frá eldru sjúkrasystrunum á Landssjúkrahúsinum, at eitt nú í 1957 lógu 27 russiskir sjómenn á sjúkrahúsinum í ein dag.
Árni Dam kom á Skipafelagið at arbeiða í 1960, men síðan 1978 bevur hann tikið sær av deildini, sum hevur við russisku bátarnar at gera. Afturat sær fekk hann fyri tveimum árum síðani Johnny Thomsen, sum er serkønur í russiskum.
Men Árni Dam er ikki sørur í russiskum, og tann, ið hevur hoyrt hann talað við russar heldur, at hann dugir russiskt ræðið.
Eg er sjálvlærdur, og havi lært meg eitt orð á gangin, sigur Árni Dam og leggur afturat, at einki fantilsi er á gramatikkini.
Eg tosi bara beint út av posanum - og vit skilja hvønn annan, sigur Árni Dam.
Í 1980?árunum vóru nógv russisk skip á Skála, og onkran dagin lógi níggju skip við bryggju á Skála. Árni Dam sigur, at sambært sáttmálanum skuldi eitt russiskt skip umvælast um mánaðin, men í 1984 vóru ikki færri enn 44 russisk skip umvæld á Skála.
Árni Dam sigur eisini, at russar nýttu Føroyar sum millumstøð, tá teir vóru til fiskiskap við Kanada. Tá sigldu teir skipini til Føroyar at umvælasta, meðan annað skip kom úr Murmansk við manning, eftir manning og eftir veiðini.
Men seinni eru viðurskiftini so nógv broytt, og skipasmiðjur aðrastaðni eru farnar at kappast um at fáa russarar til umvælingar.
Men nógvir russar eru framvegis undir Føroyum og fiska svartkjaft. Besta tíðin er í juni. Nógvir russar eru eisini í Irmingarhavinum og fiska kongafisk, sum gevur meira av sær, sigur Árni Dam.
Men tríggar teir fyrstu mánaðirnar í ár hava verið yvir 100 skip í Føroyum, sigur Árni Dam at enda við Sosialin.