info
Ongi úrslit

Jóan Petur byggir 111 íbúðir á Fløtum

Tað er stórur áhugi fyri íbúðunum, og her eru umleið 200 til 300 fólk á bíðilista. Fólk eru flutt inn í tær fyrstu 28 íbúðirnar, og 53 sáttmálar eru undirskrivaðir, og fyribils skeyti eru skrivað.

Vilmund Jacobsen
22. oktober 2021 kl. 18:40

Timburmeistarin, Jóan Petur Vang av Oyrarbakka, byggir í løtuni 111 íbúðir við Landavegin í Havn - ella á Fløtum, tey rópa. Jørðarbeiðið til stóru íbúðarverkætlanina byrjaði á sumri í 2019, og í løtuni standa 79 íbúðir innilokaðar, og fólk eru flutt inn í tær 28.  
Tað var í summar, at fyrsta lonin av fýra varð liðug, og fólk kundu flyta inn. Næsta lonin, sum rúmar 25 íbúðum, verður ætlandi liðug í februar næsta ár. Síðan er tað triðja lonin, sum kemur at rúma 26 íbúðum, og sambært ætlanini hjá byggiharranum verður triðja lonin liðug í seinnu hálvu av 2022.   

Tær fyrstu tríggjar lonirnar, sum eru samanbygdar, mynda líka sum ein hestaskógv við parkeringsmøguleikum og fríøki, og skapar hetta ávísa lívd á fríøkinum - heilt úr landsynningi upp í ein útnyrðing.

- Kontrast Arkitektar hava teknað, og vit hava í felag valt loysnir, sum eru kendar, og sum vit vita eru halgóðar í Føroyum, sigur Jóan Petur Vang.

Tá tú kemur út á byggiøkið á Fløtum, sæst enn lítið til fjórðu lonina, sum stendur leys av hinum trimum, men her er stoypiarbeiðið til fundamentini byrjað. Sambært ætlanini verða tær tilsamans 32 íbúðirnar, sum verða í hesi fjórðu lonini, lidnar á heysti í 2022.   

Jóan Petur Vang sigur, at tilsamans verða 12 sløg av íbúðum í teimum fýra lonunum. Í fyrstu lonini við 28 íbúðum eru tvær støddir av íbúðum, ávikavist á 64 og 87 fermetrar. Av teimum tilsamans 111 íbúðunum, eru tær smæstu á 32 fermetrar. Hesar eru í aðru og triðju lonini. Tær størstu, sum verða í fjórðu lonini, eru á 119 fermetrar. 

Stórur áhugi er fyri íbúðunum á Fløtum. Tað er Skyn, sum stendur fyri søluni, og her eru umleið 200 til 300 fólk á bíðilista.

Jóan Petur Vang sigur, at higartil eru 53 sáttmálar undirskrivaðir, og fyribils skeyti eru skrivað. Íbúðirnar í teimum tveimum fyrstu lonunum eru seldar fyri fastan prís. Seinasta árið hava nógvar príshækkingar verið á byggitilfari, og trupult hevur verið at fingið ávísar veitingar. Hetta ger, at nakrar príshækkingar eru í triðju lonini.

- Tær seinastu 32 íbúðirnar verða seldar í komandi ári. Tað verður eisini Skyn, sum kemur at taka sær av hesum, og hesar íbúðirnar verða seldar í fríari sølu, sigur timburmeistarin.

Íbúðarverkætlanin á Fløtum er størsta einstaka byggiverkætlan av sínum slag í Føroyum. Hetta er ein samlað verkætlan á einar 220 til 240 miljónir krónur.

Jóan Petur Vang sigur, at íbúðirnar eru bygdar úr góðum tilfari. Allar lonirnar eru og verða stoyptar upp, og síðan eru tær klæddar uttan við skifur. Ein 90 fermetra stór takterrassa við góðum útsýni yvir býin er í aðru lon.

Íbúgvarnir á Fløtum hava eisini atgongd til eitt felagshøli í triðju lonini, sum er á umleið 85 fermetrar - við góðum útsýni yvir býin, og í aðru lon er stórur elevatorur, sum tekur 14 fólk. 

Íbúðarbyggingin er í ávikavist trimum og fýra hæddum, harav syðri partur hevur fýra hæddir, og norðari partur hevur tríggjar. Hvør íbúð hevur eitt kjallararúm/ goymslurúm, eins og eitt parkeringspláss verður til hvørja íbúð. 
Allar íbúðirnar verða bygdar á tilsamans 10.500 fermetrum av  lendi, og hóast hetta ikki ljóðar serliga nógv í mun til talið av íbúðum, sær út til, at her verður skapt eitt hugnaligt umhvørvi við góðum plássi á økinum. Allar íbúðarlonirnar verða hitaðar við fjarhita.

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

Í gjár kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

6 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Landsliðsmálverjin bjargaði trimum brotskøstum

1 tími síðan
Hondbóltur

Skuru tapti fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Ongland knústi Kroatia og Spania vann triðja sigurin á rað

2 tímar síðan
Hondbóltur

Füchse Berlin vann og Hannover-Burgdorf tapti

3 tímar síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: 07 Vestur og B36 vunnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Nýtt ukrainskt rakettvápn verður klárt í heyst

4 tímar síðan
Tíðindi

European Cup: H71 vann samlaðan 19-málssigur

4 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 vann eisini seinna dystin móti HB Dudelang

4 tímar síðan
Fótbóltur

Fernandes: Ronaldo er størsta ímyndin av Portugal

5 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin vann eisini seinna dystin í Kosovo

6 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

6 tímar síðan
Ítróttur

Hvar eru teir ungu telvararnir?

7 tímar síðan