info
Ongi úrslit
Ein partur av haruklubbanum í Nólsoy, sum í kvøld fer til írska høvuðsstaðin, Dublin. Her sita teir og fáa sær ein góðan bita. Kristian Hansen, Fríðrik Sivertsen og Anfinn Nielsen

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Greinastubbin um tær 20 kvinnurnar úr Nólsoy, sum í dag eru farnar til Edinburg, var ikki meira enn komin út, tá vit frættu, at 20 menn úr Nólsoy eisini fara til írska høvuðsstaðin Dublin seinni í kvøld

Vilmund Jacobsen
26. november 2026 kl. 15:15

Soleiðis, sum vit greiddu frá her á In.fo fyrr í dag, vóru 20 kvinnur úr Nólsoy við í flogfarinum hjá Atlantic Airways, sum um 09-tíðina í morgun fór úr Vágum til Edinburg.

Fólkatalið í Nólsoy er sambært Hagstovu Føroya 217, og tað merkir, at hesar 20 kvinnurnar telja stívliga níggju prosent av fólkatalinum í bygdini.

Men, hetta er ikki øll søgan - als ikki!

Greinastubbin var ikki meira enn komin út, tá vit frættu úr Nólsoy, at 20 menn úr bygdini eisini fara til írska høvuðsstaðin, Dublin seinni í kvøld.

- Hetta er sonevndi "haruklubburin" í Nólsoy, og vit sita nú á Irish Pub í Havn og hita upp til ferðina, sum Eventz Føroyar skipar fyri.

Hetta merkir, sigur keldan hjá okkum, sum eisini verður við á ferðini, at umleið 20 prosent av fólkinum í Nólsoy nú verður uttanlands samstundis eitt langt vikuskifti.

- Fráferðin í kvøld er útsett, og vit flúgva nakað seinni enn ætlað, men vit glaða okkum at sleppa avstað.

Keldan sigur, at ætlanin hjá haruklubbanum í Nólsoy er at hugna sær saman í írska høvuðsstaðnum hetta vikuskiftið, og teir koma heimaftur sunnukvøldið.

Eventz Føroyar sigur, at ókeypis bussflutningur er millum flogvøllin í Dublin og hotellið, bæði til fráferðina og heimferðina.

- Tá tit hava fingið kuffertini, stendur bussurin klárur uttan fyri flogvøllin og koyrir tykkum til hotellið, sum tit gista á, verður lagt aftrat.

Tað er sjáldsamt - og tað er eisini ein søga - at so nógv fólk úr einari bygd sum Nólsoy fara uttanlands at ferðast eitt langt vikuskifti.

Hetta er eisini eitt tekin um fyrimyndarligt samanhald í Nólsoy.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

1 tími síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

1 tími síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

1 tími síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

3 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

3 tímar síðan
Tíðindi

Í 25 ár hava brøv broytt lív

3 tímar síðan
Tíðindi

Stuðul upp á 6,5 milliónir til marghøll á Giljanesi

3 tímar síðan
Tíðindi

Nasa sendi rúmdarfar inn í eina smástjørnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Settu trygd­ar­regl­ur til viks fyri at bjarga sjó­monnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Ansa eftir dagin eftir!

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Carola í Lívdini

4 tímar síðan