info
Ongi úrslit

Haraldur Símunarson Hammer stillar upp fyri Sambandsflokkin

Sambandsflokkurin fegnast um, at Haraldur Símunarson Hammer stillar upp fyri flokkin til løgtingsvalið

Sambandsflokkurin
21. november 2022 kl. 11:20

Haraldur Símunarson Hammar er føddur 23.06 í 1991. Føddur og uppvaksin á Toftum, er nú búsitandi í Hvalvik. Giftur við Marjun Ó. Hammer, og eiga tey ein son.

Haraldur fór, eftir FHS, við granskingarskipi, ið granskaði hvalalív út fyri vindmyllulundir úti á havi frá Noreg og til Týsklands. Síðani fór hann í læru sum Anlægsgartnari og hevur lisið í Jordbrugets Uddannelse Center í Århus.

Frá 2010 hevur Haraldur havt egið virksemi við annleggsarbeiði og grønum viðlíkahaldi runt allar Føroyar. Í 2017 tók hann útbúgving sum ’’bedemaður’’, og arbeiðir við tí burtur av.

 

Í 2020 bleiv hann valdur til býráðslim í Sunda kommunu, og er eisini næstformaður í stýrinum hjá SEV, ið fyllir sera nógv hansara gerandisdag, fyri at náða málinum at øll orka á landið skal vera grøn í 2030.

 

- Eg stilli upp tí, at eg haldi, at tað er sunt við nýggjum valevni til eina so tíðar og avgerðar krevjandi tíð, fyri at hava visiónir, síggja møguleikar, og lofta øllum teimum sveiggjum vit liggja frammanfyri, … sigur Haraldur Símunarson Hammer. 

 

Víðari sigur Haraldur, at vit mugu seta inntøku og útreiðslurnar ímóti hvørjum øðrum, áðrenn vit hálova øllum føroyingum gull og grønar skógir, tá ið vit eru áveg inn í eina ókenda framtíð. Vit mugu fyrst raðfesta tey grundleggjandi økini, áðrenn vit tosa um onnur viðurskiftir. - Dagstovnaøkið, skúlaøkið, allir sektorar, ið tørvur er á hjálp í gerandisdegnum, og ikki minst eldraøkið, tey ið eiga tøkkina fyri, at vit hava eitt so gott samfelag í dag.

 

Vinnan á sjógvi og landi skal hava góð kor fyri, at inntøkuskipanin hjá okkum skal fungera, og tað er har vit fáa pening at arbeiða við til tann sosiala partin.

 

Hansara hjartamál eru:

 

- Betra lestrarstuðulin hjá lesandi við 1.000,- kr.

- At vera garanturin til at skapa kor hjá privatu virkisøkjunum.

- Viðgerðartrygdin skal halda fram við fullari kós

- Pensionistar skulu ikki mótroknast við arbeiði eftir 67 ár

- Stuðul til tey ið hava tørv í hesum tíðum, bæði við mat, olju og tak yvir høvdið

- Fulla kós við grøna orkuskiftinum, so Føroyar gerast fríar fyri olju

- Skipa inntøkupartin betri frá ferðavinnuni, soleiðis at hetta sæst aftur í Føroyum

 

Hann brennir fyri at verða tann nýggi løgtingslimurin við nýggjum visjónum, ið gagna Føroya landi.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

Í gjár kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

5 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Smáligt hjá partrolarum og djúpvatnstrolarum

8 minuttir síðan
Tíðindi

A-landsliðið hjá monnum vitjaði løgmann

12 minuttir síðan
Tíðindi

Haldið fingr­ar­nar burt­ur frá kommunu­kassa­num hjá Tórs­havnar Kommunu

18 minuttir síðan
Tíðindi

Ein bláur trí­part­ur fyri føroyska fiskivinnu?

56 minuttir síðan
Tíðindi

Vitja vísindavøkuna ár eftir ár

1 tími síðan
Tíðindi

Nú eru flestu línuskip í føroyskum sjógvi

1 tími síðan
Tíðindi

Semja um felags royndar­verk­ætlan fyri venj­ing í Suðuroy

2 tímar síðan
Tíðindi

Eysturkommuna á Seatrade í Las Palmas

2 tímar síðan
Fótbóltur

Gunnar er nýggjur liðformaður

2 tímar síðan
Tíðindi

Andersson fær aftur møguleikan at skipa stjórn

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta FM í rørslumegi byrjar í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Leita eftir olju og hav­botns­mine­ral­um á før­oyska land­grunninum

3 tímar síðan