Nú vit hava minkað um landsstýrið, verður næsta uppskotið kanska at minka um talið á løgtingslimum. So verður uppaftur minni av politiskari ávirkan, men vit spara nokk einar 30–40 milliónir. Tær kunnu vit so brúka til ein tunnil aftrat.
Almenna umsitingin skal eftir øllum at døma nokk klára at stýra landinum sjálv. Hvat skulu vit so við politikarum?
At leggja 10. flokk niður og savna tunnilsfeløgini í eitt felags partafelag er eitt skot í luftina. Trúgv mær, tað verður hvørki pilkað við skúlarnar, aðalráðini ella tunlarnar.
Sum eg síggi tað, er nýskipanarnevndin sett við einum endamáli. Hon skal fáa fólk at hugsa um okkurt annað enn tann veruliga trupulleikan í føroyska búskapinum.
Mítt uppskot er einfalt. Send nýskipanarnevndina til hús og bið politikararnar hyggja í spegilin. Har síggja teir trupulleikan.