info
Ongi úrslit

Seinasti tingfundur hesa tingsetuna

Í morgun klokkan 9 verður seinasti tingfundur hesa tingsetuna, sum byrjaði á ólavsøku í fjør

Eirikur Lindenskov
23. mai 2024 kl. 06:59

Talan er um fyrsta heila tingárið hjá sitandi samgongu. Tingárið byrjar á ólavsøku, og gamalt var, at tingið fór heim flaggdagin 25. apríl. Tað er tó broytt seinnu árini til logri úti í maimánaði.
Tað var annars ætlanin, at tingið longu skuldi verið farið heim, men eitt mál liggur eftir, tað er »uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni«, elveitingarlógin, sum er um framleiðslu og søla av el og fjarhita.
Hetta málið var ikki avgreitt í rættarnevndini, tí var tað eftir uppskoti frá Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkin atkvøtt úr nevnd uttan nevndarviðgerð. Tað er ein møguleiki, sum Løgtingið hevur.
Hesum hevur andstøðan funnist at.
Talan er annars um 69. tingfundin í hesum tingárinum, og tann. Tingárið varar annars til á ólavsøku, tá nýtt tingár byrjar. Skuldi verið neyðugt at kalla tingið saman, so verður tað gjørt, og so verða fleiri tingfundir. Men tað verður bara gjørt í serligum førum, sum til dømis í eini verkfalsstøðu, skuldi tað verið neyðugt.
69 er lagsta tal av tingfundum í mong ár. Taka vit seinastu 10 árini, so hevur talið av tingfundum ligið millum 77 og 100.
So nógvir tingfundir hava verið seinastu 10 árini
2023: 69 tingfundir
2022: 79 tingfundir
2021: 83 tingfundir
2020: 94 tingfundir
2019: 100 tingfundir
2018: 79 tingfundir
2017: 77 tingfundir
2016: 80 tingfundir
2015: 77 tingfundir
2014: 89 tingfundir

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

Í gjár kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti við fimm málum - avrikaðu væl í seinna hálvleiki

39 minuttir síðan
Tíðindi

Løgmaður biðið um frágreiðing um Bakkafrost-málið

1 tími síðan
Tíðindi

Kanada tekur frástøðu frá USA í fíggjarætlan

2 tímar síðan
Tíðindi

Klaksvík: Biskupsstøðgøta breiðkað

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Universi­tets­sjúkra­hús á papp­ír­i­num, men hvar eru íløgur­nar?

3 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Láadal 35 ára starvsdag á Hotel Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

4 tímar síðan
Tíðindi

Danska poppdrotningin Medina á OY Voxbotn 2027

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum ⛑

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil vita, hvat landskassin fekk burtur úr skerdum frádráttum

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Odmar gleðir seg til avgerandi Nations League dystirnar

5 tímar síðan
Tíðindi

Rúsviðgerðin røkkur ikki øllum

5 tímar síðan