info
Ongi úrslit

Senegalskur landsliðsspælari til TB

info
Tróndur Arge
9. januar 2013 kl. 12:45
Annað árið á rað boðar TB frá, at felagið fær afrikanskan landsliðsspælara til felagið. Hesa ferð vónar felagið, at talan er um rætta spælaran og at hann kemur fram. Babacar Ndiour er navnið á 23 ára gamla senegalska verjuspælaranum, sum TB nú hevur gjørt avtalu við. Fyribils er talan um royndarvenjing, og tað er ringum royndum at felagið hevur tikið tað stigið. Í fjør skuldi Samuel Ayew Yeboah, sum er skrásettur fyri ein landsdyst fyri Ghana, koma til royndarvenjingar, men einki spurdist burturúr. - Vit kunnu vera óhepnir – sum felagið vist hevur verið áður – at maðurin, sum kemur til Føroya, ikki er tann sami, sum sáttmáli er skrivaður við. Við at tryggja seg, sum vit gera nú, fáa vit ongar óneyðugar og óvæntaðar útreiðslur, sum kosta okkum dýrt, sigur Hans Fróði Hansen, venjari og ítróttarstjóri í TB, við heimasíðuna hjá felagnum. TB hevur frammanundan tveir spælarar úr Senegal í hópinum. Talan er um Ndende og Joseph Bassene. Babacar Ndiour var og vandi við B68 í fjør, men pappírarbeiði kom ikki upp á pláss til tíðina. Sambært heimasíðuni hjá TB, so hevur Babacar Ndiour spælt í best deildini í Senegal, umframt fleiri landsdystir móti millum annað Kolumbia og Meksiko. Undir greinini er eitt brot úr dystinum millum Senegal og Meksiko, har Babacar Ndiour spælir á høgra bakki og hevur nummar átta á rygginum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Jákup B fegnast um at vera við landsliðnum aftur

5 tímar síðan
Tíðindi

Framgongd er tengd at hvussu USA tosar við Russland

5 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen vann triðja dystin á rað

6 tímar síðan
Tíðindi

Demokratar vinna senat­ssess í Missi­s­sippi fyri fyrstu ferð í 44 ár

6 tímar síðan
Fótbóltur

Marjus Nón flytur aftur til Skála

6 tímar síðan
Hondbóltur

Erling Erlendsson hevur gjørt sáttmála við HF Karlskrona

7 tímar síðan
Tíðindi

Russiskur diplomatur í USA doyði brádliga í Moskva

7 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: VÍF vann stórsigur á eykaliðnum hjá Kyndli

7 tímar síðan
Tíðindi

Nær fáa røktarheimini fastan lækna?

8 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria tapti

8 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu seg víðari í steypakappingini

8 tímar síðan
Lesarabrøv

Oyndarfjarðar­tunn­il­in - og for­bann­ils­ið av fjalla­vegum

9 tímar síðan