info
Ongi úrslit

Sker lippur fyri 1200 krónur um tíman

Best lønta barna-og ungdómsarbeiði í Noregi er at skera lippur í toskavertíðini í Lofoten.

info
Vilmund Jacobsen
10. mars 2019 kl. 05:30
Best lønta barna-og ungdómsarbeiði í Noregi er at skera lippur í toskavertíðini í Norðurnoregi. Børn og ung, sum skera, kunnu tjena upp í 1200 norskar krónur um tíman, og tey kunnu soleiðis tjena nógvar túsund krónur í vetrarferiuni og í toskavertíðini annars. - Hetta er avgjørt best lønta ungdómsarbeiði í Noregi, sigur økisstjórin í fyritøkuni NHO Nordland, Ole Hjartøy. 9 ára gamla, Anne-Lise Rokkan úr Ballstad, er ikki heilt sum onnur børn í hennara aldri. Longu í februar, tá toskafiskiskapurin í Lofoten er í gongd, arbeiðir hon annan hvønn seinnapart hjá Ballstad Fisk, og her hongur hon í heilt fram til páskirnar. Hesa tíðina koma fleiri túsund tons av toski upp á land í Lofoten og Vesterålen, og bara í eina viku herfyri avreiddu útróðrarmenn heili 11.200 tons av toski í økinum. Tey, sum eru nakað eldri og royndari enn Anne-Lise Rokkan, kunnu tjena rættiliga nógvan pening, og bara í sjálvari vetrarferiuni kunnu skúlanæmingar tjena einar 40.000 norskar krónur. Ein teirra er 13 ára gamla, Frida Solem, sum sker toskalippur í Henningsvær. Hetta er fimmta árið, at hon er við í hesum virksemi. Hon sigur, at hon hevur eina inntøku á 1200 norskar krónur um tíman. - Tað mesta skal goymast, men eitt sindur verður brúkt í vetrarferiuni, sigur Frida Solem við NRK. Hon hevur drúgvar royndir í at skera lippur, og hon er skjót við hvassa knívinum og píkinum, sum hon stingur gjøgnum lippurnar. Stóribeiggi hennara, Aron Solem, hevur eisini langar dagar á bryggjuni í Henningsvær, men honum dámar eisini væl hetta arbeiði. - Hetta er eitt veldugt arbeiði. Men, nakrar krónur fara til orkudrykkir, sigur hann. At skera toskalippur hevur eina langa traditión í Lofoten og Vesterålen, og hesi børn og ungdómar tjena ikki bara góðar pengar. Tey fáa eisini nakrar týdningarmiklar arbeiðsroyndir. - Tað er virðismikil læra, at hart arbeiði gevur pengar, sigur økistjórin hjá NHO Nordland, Ole Hjartøy, við NRK. Systrarnar, Lone og Julie Wallmann úr Meløy, skera eisini lippur í vetrarferiuni. Tær eru í økinum saman við pápa sínum, sum er útróðrarmaður og fiskar um hesar leiðir í vertíðini. Meðan pápin rør út, skera tær lippur, og um tær dríva á, kunnu tær tjena einar 40.000 norskar krónur í vetrarferiuni. Meginparturin av lippunum, sum verða skornar í vertíðini í Norðurnoregi, fara til Spania, men keyparalond eru eisini Ongland, Frakland, Týskland, Svøríki og Danmark.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

20 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

20 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Gegnið ella ikki og eldradepil í Kollafirði

3 tímar síðan
Fótbóltur

AC Horsens er eitt stig frá ovara endaspælinum

3 tímar síðan
Tíðindi

HK vann og Stjarnan tapti

4 tímar síðan
Tíðindi

Oddaliðini økja

4 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil steðga oljuálopum aftur fyri Patriot-rakettir

5 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Sasja vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

5 tímar síðan
Tíðindi

Minningarhald í Klaksvíkar kommuna

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Íløga í framtíðina

5 tímar síðan
Hondbóltur

Beiskt tap hjá føroyingaliðnum í Noregi

6 tímar síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var toppskjútti í útisigri hjá Mors-Thy

6 tímar síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, pen­sjón­ir og til­búgv­ing á skránni á tingi

7 tímar síðan
Hondbóltur

Rói var millum toppskjúttarnar í teprum sigri hjá Aarhus

7 tímar síðan