info
Ongi úrslit

Ken Fagerberg er deyður

Svenski áleyparin endaði spælaraleiðina í Føroyum, har hann seinni gjørdist venjari. Hann gjørdist 37 ára gamal.

Eirikur Lindenskov
24. november 2026 kl. 12:14

Fyrrverandi fótbóltsspælarin Ken Fagerberg er deyður. Foreldur hansara vátta deyðsfallið fyri svenska blaðnum Göteborgs-Posten.

– Hann var fittasti maður í verðini og hevði eitt hjarta av gulli, sigur pápi hansara, Göran Fagerberg, við blaðið.

Ken Fagerberg fekk sítt gjøgnumbrot í 2007, tá hann spældi fyri Örgryte í næstbestu svensku deildini. Sambært svensku tíðindastovuni TT skoraði hann 12 mál í 22 dystum fyri felagið.

Haðani fór hann til FC Midtjylland. Í donskum fótbólti spældi hann eisini fyri AC Horsens, Viborg FF og Vendsyssel.

Ken Fagerberg endaði spælaraleiðina í Føroyum og starvaðist seinni sum venjari her.

Ken Fagerberg í dysti fyri AC Horsens í steypafinaluni móti FC Keypmannahavn í 2012. Savnsmynd.
Mynd: Søren Bidstrup/Ritzau Scanpix

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Reisigildi á Listasavni Føroya fríggjadagin

14 minuttir síðan
Tíðindi

Norsk sjóverja og donsk tyrla venja saman við Føroyar

1 tími síðan
Tíðindi

Magdalena Andersson gevst við royndini at skipa stjórn

1 tími síðan
Tíðindi

Hvat stóð í Sosialinum tann dagin, tú varð føddur?

2 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina og Noreg tosa um verjusamstarv

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava borgararnar at vísa á vandamikil vegamót í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í grasi við røktarheim í Runavík

3 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir tiknir fyri at koyra ov skjótt í Leirvík

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Seinastu 15 minuttirnir av býráðsfundinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan ávarar um følsk SMS frá „TAKS“

4 tímar síðan
Tíðindi

Burnham vil hava fólkaatkvøðu, skal Bretland aftur í ES

5 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyska U19-landsliðið er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

6 tímar síðan