info
Ongi úrslit

Vit ungu eru framtíðin

Milia Egilsnes
29. november 2022 kl. 15:30

Tí skulu vit skapa góðar og tryggar karmar til okkum at liva og mennast undir. Men tey, sum hava sitið á løgtingið, hava raðfest okkara framtíð alt ov lítið. Eg vil, at ung skulu fylla meira í politikki, tí vit skulu liva við avgerðunum, ið alt ov ofta verða tiknar fyri okkum. Vit vera als ikki hoyrd.

Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin.

Eg brenni fyri nøkum økjum, sum eg haldi fáa ov lítla politiska raðfesting.

Serliga eru tað hesi økini, eg komi at leggja dent á í hesum valstríðnum:

Bústaðir - Vit skulu orða ein greiðan bústaðarpolitikk, so bústaðarmarknaðurin ikki verður stýrdur av tilvild og privatum vinningi.

Umhvørvið - Vit skulu hava ein greiðan umhvørvis- og náttúruverndarpolitikk, ið bremsar dálkingar-, veðurlags- og margfeldiskreppuni.

Sálarheilsa - Psykiatriska økið skal hava hægstu politisku raðfesting við langtíðar- og heildarloysnum.

Ójavni - Lág og miðallønt skulu hava skattalætta, so vit minka um ójavnan í samfelagnum.

Útlendingamál - Vit skulu fevna um tilflytarar so bæði tey og vit fáa gleði og gagn av teirra førleikum.

Vælferð – Skipanirnar fyri borgaran skulu gerast lættari og betri. Borgarin kennir alt ov væl til, hvussu stravnar skipanirnar eru.

Samferðsla - Bygdaleiðir skulu fáa fleiri túrar, so landið kann bindast saman.

Fosturtøkulógin – Lóggávan skal nútímansgerast, kvinnur skulu ráða yvir egnum kroppi.

 

X við Miliu Egilsnes Anda,

Valevni fyri Javnaðarflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

18 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn óvist hví ruskbilurin fór á rull

24 minuttir síðan
Tíðindi

Tvey harðs­kaps­mál í náttar­lívinum

59 minuttir síðan
Tíðindi

Trump heldur kortini avlýstu veljarafundirnar

1 tími síðan
Tíðindi

Vilja tryggja heilivág og orku í krepputíðum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Skála ÍF hevur eina lítla favorittstøðu - hóast útivøll

4 tímar síðan
Fótbóltur

Veddingarfyritøkurnar hella til ein heimasigur til AB

10 tímar síðan
Fótbóltur

EM-undankapping: U17-landsliðið misti sigurin í yvirtíðini

10 tímar síðan
Hondbóltur

HØJ vann sjeynda sigurin á rað

11 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 20 mál

11 tímar síðan
Tíðindi

USA góðkennir sølu av Patriot-rakettum til Ukraina

12 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Óli er valdur á liðið fyri 6. umfar

12 tímar síðan
Tíðindi

Beinir ónøgdur við drálið um javnbjóðis luttøku

12 tímar síðan