Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Gniezno vunnu mikukvøldið ein greiðan sigur í bestu pólsku hondbóltsdeildini.
Á heimavølli vann Gniezno 38-29 á KS Radom. Í steðginum var heimaliðið á odda 20-10.
Tað gekk væl hjá Anniku tann partin av dystinum hon slapp at verja málið hjá Gniezno. Annika bjargaði seks av 17 málroyndum. Størsti kappingarneytin, Aleksandra Hypka bjargaði sjey av 14 málroyndum.
Gniezno hevur aftaná fýra dystir seks stig. Í Póllandi fær vinnandi liðið trý stig. Nakað, ið ikki er galdandi í øllum hondbóltsdeildum í Evropa.
Longu í morgin klokkan 17 skal Gniezno aftur spæla dyst á heimavølli í bestu deildini. Tá kemur Galychanka á vitjan.