Í morgun veit heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu at siga, at móttøka verður í barnagarðinum á Norðoyri seinnapartin í morgin.
- Í samband við, at barnagarðurin verður víðkaður við einari nýggjari eind, bjóða vit til móttøku hósdagin 8. oktober frá klokkan 15-17.
Í kommununi leggja tey aftrat, at øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna í barnagarðinum, Baldursbrá.