Fyrsta avtalan varð undirskrivað í 2021 og gekk út í summar. Nú er avtalan longd í fimm ár.
Hon fevnir um børn og ung undir 18 ár, sum lúka treytirnar fyri kommunala tannrøkt. Er ein viðgerð byrjað, áðrenn viðkomandi fyllir 18 ár, heldur avtalan fram, til viðgerðin er liðug.
Børnini skulu kannast hjá tannlækna minst eina ferð um árið, og øll verða eisini kannað av sertannlækna við atliti at vakstrar- og bitskeivleikum og skeivari tannstøðu.