info
Ongi úrslit

Business kontrollari til Varðan

Eliesar Olsen
31. august 2026 kl. 10:04

Business kontrollari til Varðan

Vilt tú arbeiða við tølum, greining og rapportering í einum av størstu vinnusamtøkum í Føroyum?


Um starvið
Sum business kontrollari við ábyrgd av rapportering verður tú ein týðandi partur av fíggjardeildini og samtakinum yvirhøvur. Tú hevur ein leiklut í at uppbyggja, greina og viðlíkahalda rapporteringar; umframt tryggja góðskuna í bókhaldinum og betra um arbeiðsgongdir.
Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfeløgum í fíggjardeildini, og kemur tú somuleiðis at samstarva við leiðarar og starvsfólk tvørtur um feløgini í samtakinum fyri at tryggja góða og viðkomandi rapportering.


Arbeiði fevnir m.a. um:

  • at uppbyggja fíggjar-, rakstrar-, og framleiðslurapportir
  • at greina rapportir til nevnd, leiðslu og lyklapersónar
  • at viðlíkahalda og menna rapportir
  • at hava eftirlit við og góðskutryggja bókhaldið
  • at betra um og skjalfesta arbeiðsgongdir í fíggjardeildini


Vit leita eftir persóni, ið hevur:

  • viðkomandi starvsroyndir innan roknskap, rapportering og dátugreining
  • víðkaðar KT-førleikar, herundir fatan av dátugrunnum
  • royndir innan Business Central og Power BI
  • evni at taka ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt og skipað
  • nemt við at seta seg inn í KT skipanir og er forvitin eftir at betra um arbeiðsgongdir
  • jaligan hugburð, góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta; bæði munnliga og skriftliga


Um Varðan
Varðin er eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss við nógvum ymiskum fakbólkum. Við høvuðssæti í Syðrugøtu fevnir samtakið, umframt skiparakstur, um framleiðslu á landi – bæði á Tvøroyri og í Leirvík.


Setanarviðurskifti og umsókn
Tú verður partur av fíggjardeildini, har vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum. Talan er um eitt fulltíðarstarv við møguleika fyri bæði persónligari og fakligari menning. Løn og treytir sambært avtalu.

Arbeiðsstaðurin er í høvuðsheitum á skrivstovuni hjá Varðanum í Syðrugøtu.

Vilt tú hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rana Nolsøe Johannessen, umsitingarleiðara, á +298 291685 ella [email protected].

Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum kann sendast til [email protected] í seinasta lagi sunnudagin 20. september 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

4 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

16 minuttir síðan
Tíðindi

Samstarvsavtala undirskrivað: Newton Føroyar verður sett á stovn

57 minuttir síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

1 tími síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

1 tími síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

1 tími síðan
Fótbóltur

Tveir spildurnýggir spælarar á landsliðnum

1 tími síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til B36

1 tími síðan
Tíðindi

Tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin

2 tímar síðan
Tíðindi

Samstarvsavtala: Newton Føroyar verður sett á stovn

2 tímar síðan
Tíðindi

Rúmdarfyrilestur við David Arge Klevang í Varpinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri enn 140 arbeiðspláss taka lut í Ítrótta- og rørsluvikuni

2 tímar síðan