info
Ongi úrslit

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

Nýggir bilar kunnu vísa skeiva hámarksferð á føroyskum vegum, tí skipanirnar í bilunum ikki altíð kenna føroysk ferðsluskeltir. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vil nú kanna, um føroysku ferðsluupplýsingarnar kunnu fáast inn í talgildu kortini, sum bilarnir brúka.

Eirikur Lindenskov
14. september 2026 kl. 10:55

Tað kemur javnan fyri, at nýggir bilar halda fram at vísa eina lægri hámarksferð, hóast bilurin er komin úr einum øki við ferðavmarking og aftur út á ein veg, har loyvt er at koyra 80 kilometrar um tíman.

Fróði Magnussen, løgtingsmaður, hevur spurt Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, um trupulleikan, og um ætlanin er at seta fleiri skelti upp, sum vísa 80 km/t, tá ein lægri ferðavmarking endar.

Landsstýrismaðurin vísir á, at tað vanliga ikki er neyðugt at seta eitt serligt 80-skelt upp. Ferðavmarkingar kunnu enda við einum undirskelti ella við næsta vegamót, og tá er vanliga hámarksferðin 80 km/t aftur galdandi.

Bilarnir lesa skeltini ymiskt

Men trupulleikin er eisini tøkniligur.

Nærum allir nýggir bilar hava í dag eina ISA-skipan – Intelligent Speed Assistance – ella TSR, Traffic Sign Recognition. Við kamera og talgildum kortum royna skipanirnar at staðfesta, hvør hámarksferðin er á vegnum.

Sambært Jacob Vestergaard eru skipanirnar tó ikki eins.

– Í Føroyum eru fleiri serføroysk skelti, sum fleiri bilar ikki kenna, tí skipanirnar eru ikki dagførdar við føroyskum skeltum, skrivar landsstýrismaðurin.

Summir bilframleiðarar hava betri skipanir, sum eisini kenna serføroysku skeltini og vita, at ein ferðavmarking kann halda uppat við eitt vegamót.

Google kann vera ein loysn

Landsverk hevur sambært svarinum trupult við at loysa málið við bara at broyta skeltingina, tí bilarnir brúka ymiskar skipanir.

Nógvir nýggir bilar byggja ferðsluupplýsingarnar á talgild kort, og Google-kort verða nógv brúkt. Landsstýrismaðurin vísir á, at tað møguliga ber til at brúka kortal.fo sum grundarlag undir føroyskum ferðsluupplýsingum.

Tað krevur tó, at bæði land og kommunur halda upplýsingarnar dagførdar, og at broytingar eisini verða rættaðar á talgildu kortunum.

– Ein møgulig loysn kundi tí verið at brúkt kortal.fo sum grundarlag, har hesi data vóru tøk, skrivar Jacob Vestergaard.

Hann heldur tað ikki vera óhugsandi, at ein avtala kann fáast við Google um at leggja føroysku upplýsingarnar inn í teirra skipanir, um tryggjast kann, at upplýsingarnar eru rættar og dagførdar.

Vil kanna málið nærri

Landsstýrismaðurin sigur, at ongar ítøkiligar kanningar eru gjørdar av, hvørja ávirkan skeivu ferðsluupplýsingarnar í bilunum hava á ferðslutrygd og framkomuleika.

Hann ásannar tó, at tað kann elva til óhepnar støður, um ein bilur koyrir eftir skeivari hámarksferð.

Jacob Vestergaard er tí sinnaður at kanna, um mannagongdin fyri skelting av hámarksferð eigur at verða endurskoðað, eisini við atliti at, hvussu skelting verður gjørd í grannalondunum.

Samstundis vil hann kanna møguleikan fyri at fáa talgildu føroysku ferðsluupplýsingarnar inn í skipanirnar hjá bilframleiðarunum, so bilarnir í framtíðini vísa røttu hámarksferðina á føroysku vegunum.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

3 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Samstarvsavtala undirskrivað: Newton Føroyar verður sett á stovn

31 minuttir síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

35 minuttir síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

1 tími síðan
Fótbóltur

Tveir spildurnýggir spælarar á landsliðnum

1 tími síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til B36

1 tími síðan
Tíðindi

Tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin

1 tími síðan
Tíðindi

Samstarvsavtala: Newton Føroyar verður sett á stovn

1 tími síðan
Tíðindi

Rúmdarfyrilestur við David Arge Klevang í Varpinum

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri enn 140 arbeiðspláss taka lut í Ítrótta- og rørsluvikuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Kanna møguligt harðskapsmál á Tvøroyri

2 tímar síðan
Tíðindi

14. september er fagrasti dagur í Føroya søgu

2 tímar síðan