07 Vestur leitar efrir avloysara fyri Heðin Askham

Hóast eina góðan byrjan, so gevat Heðin Askham í seinasta lagi eftir hetta kappingarið í 07 Vestur

Sum bæði íslendskir og føroyskir miðlar – bolt.fo – hava skrivað, so skal 07 Vestur hava nýggjan venjara til í seinasta lagið til komandi kappingarár. Hóast eina góða byrjan við átta stigum fyri 11 dystir, so hevur Heðin Askham boðað frá, at hann gevst í seinasta lagi, tá hetta kappingarárið endar.

 

Hann tók við tíðliga í fjør, tá 07 Vestur spældi í næstbestu deildini. Tá hevði hann boðað frá, at tíðin var ikki til at krevjandi venjarastav. Eftir uppflytingina er starvið í 07 Vestur blivið eitt krevjandi starv, men higartil hevur gongdin verið góð.

 

Jón Nordendal váttar fyri bolt.fo, at felagið leitar eftir nýggjum venjara, tí Heðin Askham heldur ikki fram komandi kappingarár. Sum skilst, so verður í longdini leitað eftir einum fulltíðarvenjara, ið kann flyta 07 Vestur eitt fet longur fram í føroyskum fótbólti.