Trump ivast í viljanum hjá Putin at gera friðaravtalu við Ukraina

Næstu vikurnar fáa vit meira at vita um ætlanirnar hjá russiska forsetanum, sigur amerikanski forsetin.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, bjóðaði fríggjadagin russiska forsetanum vælkomnum til Alaska. - Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/Ritzau Scanpix

Tað er møguligt, at russiski forsetin, Vladimir Putin, als ikki vil gera eina avtalu um at enda kríggið í Ukraina.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, í samrøðu í dag við amerikansku sjónvarpsstøðina Fox News sambært Reuters.

– Eg haldi ikki, at tað verður nakar trupulleiki, fyri at vera erligur. Eg haldi, at Putin er troyttur av tí. Eg haldi, at tey øll eru troytt av tí, men tú veitst ongantíð, sigur Trump og vísir til kríggið.

– Vit fáa meira at vita um Putin forseta næstu vikurnar. Tað er møguligt, at hann ikki ger avtalu, heldur hann fram.

Seinasta fríggjadag hittust Trump og Putin andlit til andlits fyri fyrstu ferð síðani 2019. Endamálið við fundinum var at umrøða kríggið í Ukraina og møguleikarnar fyri at fáa enda á tí.

Partarnir lýstu síðani fundin sum uppbyggjandi, men avdúkaðu ikki serligar smálutir.

Í gjár var Trump á fundi við ukrainska forsetan, Volodomyr Zelenskij. Trump segði seinni, at hann hevði ringt til Putin fyri at byrja at leggja ætlanir um fund millum Putin og Zelensky.

 

/Ritzau/

 

 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, bjóðaði fríggjadagin russiska forsetanum vælkomnum til Alaska. - Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/Ritzau Scanpix