07Vestur er á Skála

2. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er í dag

Tvey av liðunum, sum hava møguleika at flyta upp, bresta í dag saman á Skála. Felags fyri Skála og 07Vestur er tað, at tey í fyrsta umfari vunnu á heimavølli. Skála vann 3-1 á teimum næstbestu hjá Víkingi, og 07Vestur vann 6-1 á teimum næstbestu hjá B36.

B71, sum í fyrsta umfari vann 4-1 á heimavølli ímóti MB, vitjar í Runavík, har fyrsta bríkslið var longu klokkan 12.30, og B68, sum fyri viku síðani vann 4-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá KÍ, er á veg í Gundadal at hitta teir næstbestu hjá B36.

MB skal í dag fyri fyrstu ferð í mong ár spæla á heimavølli. Tað verður ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Teir næstbestu hjá KÍ og AB hittast í Klaksvík.

 

KÍ-AB: Bjarki Danielsen kl. 15.00

B36-B68: Johan Petur Michelsen kl. 15.00

NSÍ-B71: Kim Poulsen kl. 12.30

MB-Víkingur: Vinjard Dam kl. 15.00

Skála-07Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

Myndin er frá heimasigrinum hjá B71 ímóti MB. Hon er lænt av heimasíðuni hjá B71.