1.000.000 kr til málmenning er alt ov lítið

Oddfríður Marni Rasmussen heldur at nógv meiri má setast av til at menna málið hjá børnunum

- Hetta er aftur eitt av hesum átøkunum, har nakrar málkrónur verða latnar til at menna málið hjá børnum, og onki sum so er samskipað frammanundan, hvat pengarnir skulu brúkast til, sigur Oddfríður M. Rasmussen, lærarari og rithøvundur við Skúlablaðið.

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur lýst 2018 at vera ár fyri málmenning hjá børnum og hevur sett eina millión krónur av til endamálið.

- Sjálvandi er tað gott, at landsstýriskvinannan í mentamálum hevur lýst árið 2018 at verða ár fyri málmenning hjá børnum, men tað átt ikki at verið neyðugt hjá henni at gjørt, tí at vit áttu í roynd og veru at havt hvørt einasta ár sum málmenning hjá børnum. Tá ið tað er sagt, so veit eg eisini ólukksáliga væl, at átøk eiga at verða gjørd við málmenningina, so at tað aftur verður tíðarhóskandi hjá teimum ungu at tosa føroyskt, sigur Oddfríður Marni Rasmussen.

 

Hann heldur, at fleiri ferðir ein millión mugu setast av til hetta arbeiðið. Hann nevnir fleiri øki, har tørvur er á, at okkurt munagott verður gjørt, føroyskum máli at frama. Hann nevnir millum annað, at játtanin til Bókadeildina má tvífaldast, at føroyskar telduskipanir verða mentar, at onkur verður løntur fyri at finna føroyskar brúkiligar heimasíður til undirvísing og at alt undirvísingartilfar verður føroyskt, allan vegin upp í miðnám.

- Hetta, sum eg her havi reksað upp, kostar meir enn eina millión, og tað kann ikki kunngerast eina viku undan nýggjársaftan. Slíkt skal sigast í ógvuligari góðari tíð, so at tey ymisku liðini kunnu skipa eitt slíkt málmenningarár, tí at vit fara kanska ikki at síggja fruktina av málmenningarárinum fyrr enn í 2019, sigur Oddfríður Marni Rasmussen.

 

Les eina longri samrøðu við Oddfríð Marna Rasmussen í Skúlablaðnum ella á heimasíðuni við at trýsta her.