Góð úrslit hjá før­oysku pen­inga­stovn­unum

Úrslitið áðrenn skatt hjá bankunum vaks í 2023 til 776 mió. kr. Úrslitið fyri 2024 var eisini gott, 792 mió. kr. ella ein vøkstur frá 2023 til 2024 á 2%.

Tað skrivar Landsbanki Føroya í morgun.

 

Úrslitið áðrenn skatt hjá bankunum vaks munandi í 2023 samanborið við undanfarin ár orsakað av framgongd í grundrakstrinum.

 

Frá 2023 til 2024 er ein lítil vøkstur í úrslitinum áðrenn skatt á 2%. Vøksturin í grundinntøkuni var tó góð 6%, meðan ein vøkstur í niðurskrivingum og kursstilligum togar samlaða vøksturin áðrenn skatt niður á 2%. Niðurskriving av útlánum vaks við 11,4%, frá at vera 2,2 mió. kr. í 2023 til 27,7 mió. kr. í 2024.

 

Vøksturin í grundrakstrinum í 2023 stavaði í stóran mun frá øktum nettorentuinntøkum, sum vuksu við 72%. Nettorentuinntøkurnar vuksu eisini í 2024, tó ikki so nógv, men við 6%. Nettorentuinntøkur er munurin millum rentuinntøkur frá útlánum og rentuútreiðslum á innlánum. Nettorentuinntøkurnar øktust í tíðarskeiðinum frá á sumri 2022 til árslok 2023, tí føroysku bankarnir øktu útlánsrentuna meira, enn innlánsrentuna, ið merkir, at rentumarginalurin vaks.

 

Rentumarginalurin hevur síðani verið minkandi.

 

Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Landsbanka Føroya.