1.166 færri løntakarar

Í september vóru 24.163 løntakarar í Føroyum, og eru hetta 1.166 færri enn í september 2008. Afturgongdin er 4,5% og er tann størsta higartil í ár. Tað hevur annars verið framgongd innan almenna fyrisiting og tænastur annars í ár. Men í september var framgongdin nærum burtur, vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

Tað er tó serliga innan byggivinnu og tilvirking at løntararnir eru færri. Her er minkingin 614 fólk, sum svarar til 15,6%. Innan privatu tænastuvinnuna er minkingin 5,0%, meðan hon er 4,0% innan fiskivinnuna.