Teitur Vágadal, formaður, Colits-Crohn Føroyar
------
21. nov 2012 varð fyrilestur hildin í skúlanum á Oyrabakka.
Kári R. Nielsen, yvirlækni, helt fyrilestur um heilivág fyri tarmsjúkurnar Colitis Ulcerosa og Morbus Crohn.
Kári R. Nielsen vísti á, at flestu fólk við tarmsjúkum megna at røkja sítt arbeiði, hóast sjúku. Harumframt vórðu nøkur hagtøl framsett. Síðani 2010 hava tað verið um 30-40 nýggir tilburðir árliga. Nýggju tilburðirnir eru øktir úr 10 í 1960´unum, til teir í dag eru 30-40 árliga.
Føroyingar hava heimsmet fyri nýggjar tilburðir av tarmsjúkunum, og eru tilburðirnir 3 ferðir fleiri enn í hinum norðanlondunum.
Tarmsjúkurnar verða oftast staðfestar hjá ungum fólki millum 18-40 ár.
Metingin hjá Kára R. Nielsen er, at tað eru umleið 450 – 500 føroyingar sum hava hesar tarmsjúkur.
Býtisforholdið fyri sjúkurnar: 80 % Colitis og 20 % Crohn.
Heilivágur
Flest øll við tarmsjúkunum krevja heilivágsviðgerð, og er hon ikki ókeypis.
Nevnast kann at “mildasti” heilivágurin kostar millum 5.000-10.000 kr um árið. Og dýrasti heilivágurin, tann biologiski, liggur heilt upp til 100.000 krónur um árið.
Nýggjastu kanningarnar benda á, at besta viðgerðarúrslitið kemur, tá Crohn sjúklingar verður settir i viðgerð við biologiskum heilivági tíðliga í sjúkuni.
Hetta hevði so kunnað gjørt, at fólkini kundu varðveitt fullan arbeiðsførleikan. Tó loyvir lógin í Føroyum ikki hetta, tí at bíligasti heilivágurin skal brúkast fyrst. Og kann hetta vera ein beinleiðis trupulleiki fyri fólk, sum hava fingið staðfest Crohn.
Heilsutrygd
Núverandi skipan er ein góð skipan, har fólk, ið hava nógvar útreiðslur av heilivági, bert skulu gjalda upp í 1695 kr um árið. Hetta er gott fyri fólk við tarmsjúkum, tí at heilivágurin er neyðugur og ikki ókeypis. Tó liggur í nýggja broytingaruppskotinum at gjaldið skal hækka við 325 kr árliga, har heilivágur verður brúktur fyri meira enn 5300 árliga. Hetta er tó ein hækking, sum bert rakar allar sjúkubólkar, har tørvur er á nógvum heilivági.
Eisini er avmarkingin um bíligasta heilivágin, ein beinleiðis forðing fyri at læknar kunnu veita optimala viðgerð beinavegin til fólk við Crohns.
Sum nú eru fyriliggja eingi beinleiðis tøl fyri, hvussu nógv hava mist arbeiðsførleika vegna Crohn, ella Colitis.
Tískil vil Colitis-Crohn Føroyar seta ynski fram til landsins mynduleikar at nevnda broyting verður gjørd fyri at hjálpa fólki, sum fáa staðfest Morbus Crohn, fyri at tey kunnu fáa optimala viðgerð.