Á tíðindafundi í FSF-húsinum mikumorgunin bleiv stuðulsavtala millum Fótbóltssambandið og Formula.fo undirskrivað. Avtalan inniber, at gamla 1. deildin í mansfótbólti nú eitur Formuladeildin.
Báðir partar fegnir um avtaluna
Tað vóru teir báðir Óli Holm og Torkil Holm Petersen, ið vegna ávíkavist FSF og Formula.fo, undirskrivaðu avtaluna, sum í fyrstu atløgu er galdandi fyri hetta kappingarárið.
Báðir partar søgdu, at teir vóru fegnir um avtaluna. Formaðurin í FSF, Óli Holm, segði á tíðindafundinum, at Fótbóltssambandið hevði arbeitt við málinum í umleið eitt hálvt ár. Hugskotið til at fáa ein høvuðsstuðul til fremstu deildina, hevur FSF fingið úr okkara grannalondum, har tað er púra vanligt, at landskappingarnar hava ein høvuðsstuðul. Til dømis eitur tað jú SAS-ligain í Danmark, Landsbankadeildin í Íslandi og Tippeligain í Noreg.
Formula hevur sum ábyrgd at stuðla
Forstjórin hjá Formula.fo, Torkil Holm Petersen, segði, at KT-fyritøkan var sera fegin um, at tað var hon, ið gjørdist fyrsti høvuðsstuðulin hjá fremstu deildini í føroyskum mansfótbólti.
Torkil Holm Petersen greiddi frá, at tað ofta verður spurt, um fyritøkur fáa nakað aftur fyri stuðulin. Eftir hansara tykki er tað ikki tað mest týdningarmikla, tí ein fyritøka sum Formula.fo hevur sum ábyrgd at stuðla ítróttinum í ávísan mun.
Torkil Holm Petersen segði eisini, at Formula.fo ikki hevur sett FSF nakrar treytir fyri, hvussu stuðulspeningurin skal býtast, tí eftir hansara tykki hevur Fótbóltssambandið betur førleika til at gera hetta.
Feløgini fáa sín part av pengunum
Óli Holm, formaður í Fótbóltssambandinum, var sera fegin um, at tað hevur eydnast FSF at fáa ein høvuðsstuðul til kappingina.
Spurdur hvussu stuðulspeningurin verður nýttur, segði Óli Holm: - Feløgini í 1. deild fáa sjálvsagt sín part av pengunum. Nakað skal eisini nýtast til leikaramenningina hjá FSF, men enn er endaliga býtið ikki gjørt.
Fyri einum ári síðani gjørdi HSF líkandi avtalu um fremstu deildirnar hjá kvinnum og monnum, men HSF rendi seg í ávísar trupulleikar, tí tað hevur víst seg, at luftmiðlarnir treyðugt vilja nýta nýggju heitinum hjá teimum báðum kappingunum. Hetta sama kann fara at gera seg galdandi í sambandi við fótbóltin, men Óli Holm sigur, at FSF ætlar sær at fara á fund við stjóran fyri ÚF og SVF, soleiðis at hetta kemur í rættlag.
Hóast 1. deild nú kemur at eita Formuladeildin, so verður ikki gjørt sum í hondbóltinum, har fyrrverandi 2. deild nú eitur 1. deild. Í fótbóltinum verður 2. deild verandi 2. deild.