1. maidagshald á Vaglinum í Havn

Tríggir røðarar vóru á pallinum á Vaglinum í Havn í dag, tá Havnar Arbeiðarafelag skipaði fyri 1. maidagshaldi.

 

Siðurin at halda 1. maidagshald á Vaglinum hevur verið hildin síðani 1962, tá Havnar Arbeiðsmannafelag tók stig til tiltaki, sum hevur verið síðani. Tað hevur eisini verið hildið áður, men síðani 1962 hevur tað verið fastur táttur á hvørjum ári.

Tað var Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, sum beyð vælkomin. Hann takkaði Havnar Hornorkestri, sum hevur verið fastur fúsur til 1. mai haldið øll árini.

Havnar Hornorkerstur hevur verið stjórnað í mong ár av Ova Olsen, sum andaðist flaggdagin, og tí vildi Hans Joensen minnast Ova Olsen við tøgn í ein minutt, áðrenn 1. mai haldið byrjaði.

Røðarar vóru tríggir. Fyrstu var Kári Johansen, sum er nevndarlimur í Havnar Arbeiðarafelag og býráðslimur í Havn. Hann er sonur legendariska formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag í mong ár, Karl Johasen. Síðani røddi Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi býráðslimur, løgtings- og landsstýriskvinna.

Síðstur var Høgni Hoydal, løgtingsmaður og formaður í Tjóðveldi.

##med2##

Jóhann Mortensen, útvarpsmaður, greiddi í útvarpinum frá um fyrsta 1. maidagshaldið – eftir at siðurin var tikin uppaftur, sum var í 1962.

Tá vóru fýra røðarar. Andrea Árting, sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í ein mansaldur. Hon sat eisini við borðendan í 1977, tá tað umsíðir eydnaðist at fáa semju um líka løn fyri kvinnur og menn, tó at tað skuldu ganga nøkur ár, til hetta kom upp á pláss.

##ms##

Annar røðari var Jóan Petur Davidsen av Sandi. Hann var tá løgtingsmaður og var fyrsti formaður í Hanar Arbeiðsmannasfelag í 1915. Jóan Petur Davidsen hevði ikki ætlað sær at hildið røðu hendan dagin, men tók kortini orðið og helt eina mergjaða røðu, har hann greiddi frá, at hann mátt rýma úr Havnini á ungum árum, tí hann fekk ikki arbeiði sum formaður í arbeiðsmannafelagnum. Tí fór hann til heimbygdina at baka. Hann var útlærdur bakari. Jóan Petur Davidsen var løgtingsmaður fyri Javnaðarflokin frá 1936 til 1970.

##med3##

Mourentiu Viðstein helt eisini røðu hendan 1. mai í 1962. Hannvar eisinin ein teirra, sum stovanðu arbeiðsmannafelagið, og hann var fyrsti formarður í Føroya Arbeiðarafelag. Hann var løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin frá 1928 til 1936, og hann var eisini formaður floksins fyrstu árini – og tað er hann, sum longu í 1915 týddi slagsangi sosialistanna, Internationala, til føroyskt.

##med4##

Síðsti røðarin hendan dagin var Erlendur Patursson, sum tá var løgtingsmaður fyri Tjóðveldi og formaður í Føroya Fiskimannafelag. Hann var við til at stovna Tjóðveldisflokkin í 1948.

##med5##