Í Danmark, Noreg, Finnlandi og Íslandi eru kvinnur í forsætismálaráðnum. Svøríki fær sína fyrstu kvinnu í forsætismálráðnum í næsta mánaði. Men Noreg missir sína kvinnu úr forsætismálaráðnum í næstum, og tað ger Ísland helst eisini.
Í dag eru 10 ár síðani, at Helle Thorning-Schmidt skipaði fyrstu stjórn í Danmark við eini kvinnu við borðendan.
Helle Thorning-Smith skipaði stjórn saman við Radikala flokkinum og SF tann 3. oktober í 2011. Hóast Helle Thorning-Schmidt og danski Javnaðarflokkurin gingu fram á valinum í 2015, so mistu flokkarnir vinstru megin miðuna meirilutan, og Lars Løkke Rasmussen kundi aftur skipa stjórn, ta ferðina eina minnilutastjórn við Vinstra einsamøllum í stjórnini.
Í 2019 taptu tey borgarligu aftur valið, og Mette Frederiksen úr Javnaðarflokkinum kundi skipa aðru stjórnina við eini kvinnu við borðendan.
Til samanberingar kunnu vit siga, at tað eru skjótt 29 ár síðani, at føroyingar fingu sína fyrstu og higartil einastu kvinnu sum løgmann. Tað var í januar í 1993, tá ið Marita Petersen varð vald til løgmann. Í Noreg situr kvinna í forsætisráðharrasessinum, Erna Solberg, sum í næstum leggur frá sær, tá Jonas Gahr Støre skipar nýggja stjórn, eftir at hann og Arbeiðaraflokkurin vunnu valið í síðsta mánaði. Erna Solberg er onnur kvinnan í forsætismálaráðnum í Noreg eftir Gro Harlem Brundtland, sum var forsætisráðfrú í trimum stjórnum, fyrstu ferð í 1981 og síðstu ferð í 1996.
Í Finnlandi er tann 35 ára gamla Sanna Marin forsætisráðfrú. Í Finnlandi hava kvinnur áður verið forsætisráðfrýr.
Í Íslandi er Katrín Jakobsdóttir forsætisráðfrú. Hon er eisini onnur kvinnan í forsætismálaráðnum har.
Svøríki hevur enn onga kvinnu havt í forsætismálaráðnum, men tað fáa tey eftir øllum at døma í næstum, tí Stefan Löfven hevur boðað frá, at hann fer at leggja frá sær og gevst í politikki. Tað ger hann í næsta mánaði, og svenski Javnaðarflokkurin hevur kosið sær Magdalenu Andersson, fíggjarmálaráðfrú, sum nýggja forsætisráðfrú – sum, verður hon vald, verður fyrsta kvinna í Svøríki í forsætismálaráðnum.
Koma tey ikki á mál við stjórnarsamráðingum í Íslandi og Noreg áðrenn Magdalena Andersson tekur við stravinum í Svøríki, so verða øll tey størru norðurlondini á fyrsta sinni stjórnað av kvinnum samstundis.
Greitt er, at Erna Solberg fer at leggja frá sær í Noreg, og at Jonas Gahr Støre verður nýggjur foræstisráðharri, og í Íslandi eru ábendingar um, at broytingar verða í stjórnini eftir valið næstsíðsta leygardag, sum kann enda við, at Katrín Jakobsdóttir ikki heldur fram í starvinum, men at Bjarni Benediktsson, fíggjarmálaráðharri og formaður í Sjálvstæðisflokkinum, tekur við sum nýggjur forsætismálaráðharri í Íslandi.