Føroyar endaðu sum kunnugt sína U-21 EM undankapping fríggjadagin, tá teir á heimavølli móti Eysturríki spældu seinasta dystin í bólkaspælinum. Dysturin endaði við 1-0 sigri til Eysturríki.
Í kvøld eru so seinastu dystirnir í hinum bólkaspælunum spældir, har Ísland millum annað hevði góð kort á hondini undan dystinum móti Ukreina í kvøld. Við einum sigri hevði Ísland spælt seg beinleiðis til EM-endaspælið í Póllandi komandi summar, men íslendingar kiksaðu. Hóast teir vóru á odda 1-0 í hálvleikinum móti Ukreina, mistu teir alt á høvdið í seinna hálvleiki, har Ukreina vann dystin 4-2.
Í bólkinum hjá Føroyum tryggjaði Týskland sær luttøku til EM-endaspælið sum eittari, meðan mótstøðuliðið hjá Føroyum fríggjadagin, Eysturríki, um ein mánað skal spæla play-off um tvey av teimum seinastu plássunum til EM-endaspælið.
Liðini sum tryggjaðu sær beinleiðis luttøku vóru hesi: Pólland, Danmark, Kekkia, Italia, Portugal, Svøríki, Týskland, Slovakia, England og Makedonia.
Seinastu tvey plássini vera avgjørd gjøgnum play-off dystir, har fýra lond hava møguleika fyri at møtast. Tey eru Noreg, Eysturríki, Spania og Serbia. Teir dystirnir vera spældir í november.