Børn og ung í Føroyum, Grønlandi og Danmark skulu læra meira um søguna hjá hvørjum øðrum og ríkisfelagsskapinum. Tað var ein niðurstøðunum, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður, Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður, hittust til ríkisfund við Leynavatn 11. juni.
Og í fíggjarlógaruppskotinum, ið danska stjórnin hevur lagt fram í dag, er peningur eisini settur av til hesa verkætlan. Tað er danska mentamálaráðið, ið biður Fólkatingið um tíggju milliónir krónur undir postinum Kunnleika um ríkisfelagsskapin.
- Biðið verður um 10 milliónir krónur í 2019 og 5 milliónir krónur árliga í tíðarskeiðinum 2020-2022 fyri – í samstarv við Føroyar og Grønland – at styrkja um kunnleikan og felagsskapin tvørturum ríkisfelagsskapin, stendur í fíggjarlógaruppskotinum.
Við Kringvarpið eftir ríkisfundin segði Lars Løkke Rasmussen, at stjórnarleiðararnir vóru samdir um at áleggja embætisverkunum at gera eina ætlan, ið skuldi økja um vitanina millum børn og ung um ríkisfelagsskapin.
- Eg eri øgiliga upptikin av, at vit ikki brúka alla okkara tíð at kjakast um, um vit skulu vera saman ella ikki. Tí tað er eitt vánaligt hjúnaband, tá man til hvønn døgurða, bara kjakast um tað er gott at man er giftur ella um man skal skiljast, segði Lars Løkke Rasmussen við KVF og legði aftrat.
- Eg vil heldur menna hetta samstarvið á ein hátt, har vit taka nøkur ítøkilig stig frameftir. Tí gleðir tað meg, at vit á ríkisfundinum í dag eru vorðnir samdir um, at vit hvør í sínum lag biðja okkara embætisverk um at fyrireika eina ætlan til í oktober, ið kann tryggja, at føroyingar fáa meira vitan um Danmark og Grønland, at danir fáa meira vitan um Føroyar og Grønland og at grønlendingar fáa meira vitan um Danmark og Føroyar.
Eftir ætlan skulu stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum samráðast víðari um verkætlanina, tá teir hittast aftur í samband við Norðurlandaráðsfundinum í oktober.