100 heiðursmerki á sama veggi

Hóast hon eigur kanska fleiri heiðursmerki enn nakar annar, so hevur bátsformaðurin á Jarnbardi framvegis hug at kappast og at vinna meiri gull og skreyt

6-MANNAFØR KVINNUR

Jarnbardur við kvinnumanning var aftur hesa ferð fyrstur um málið. Munurin aftur til Riddaran var ikki so stórur, sum hann hevur verið hinar ferðirnar. Men bátsformaðurin og róðursmaðurin á Jarnbardi heldur ikki, at sigurin hjá teimum var hóttur:
- Vit vóru fremstar allan vegin. Um orsøkin til at vit ikki vunnu so stórt, sum vit hava gjørt undanfarnu ferðirnar, var, at vit høvdu minni góðan dag, enn vit hava havt undanfarnu ferðirnar, ella um tað vóru tær á Riddaranum, sum vóru óførari hesa ferð, enn tær hava verið fyrr í ár, tað dugi eg ikki at siga. Men vit vóru ovurfegnir at vinna, og vit fara at gera okkara fyri, at tað eisini skal eydnast hjá okkum í kappingunum, sum eru eftir í hesum árinum, sigur Jannie Dam Jacobsen, stýrimaður og bátsformaður umborð á Jarnbardi.
Sigurin hjá Jannie var serligur á tann hátt, at hetta var 100. ferðin, at hon fekk gullmerki. Tey eru ikki øll vunnin í kappróðri, men nógv tey flestu eru frá sigrum í kappróðri. Jannie hevur spælt hondbólt í Kyndli, fótbólt í HB og flogbólt í Fram. Hvørja ferð hon hevur vunnið eitt gullmerki, so hevur hann skrivað nummar á, áðrenn hon hevuir hongt tað á veggin. Tí visti hon leygardagin, at talan var um eitt slag av jubileum.
- Fyrsta gullmerki í kappróðri vann eg á bygdarstevnuni á Skála í 1996. Tað smakkar eins væl at vinna hvørja ferð. Vit hava allar nógvar royndir. Vit hava einki ímóti at onkur vinnur á okkum. Men so skulu tey gera nógv við venjingina. Vit venja framvegis nógv, og vit fara ikki at geva nakað burtur. Vit ætla okkum at stríðast, sigur Jannie Dam Jacobsen, sum eisini er formaður í Róðrarfelagnum Knørri.
Í Fuglafirði var røðin, sum hon hevur verið undanfarnu ferðirnar. Munurin frá Riddaranum og aftur til teir næstu var fleiri bátslongdir. Páll Fangi tóktist hesa ferð eina løtu at skula basa Lómi, men tá ið alt kom til alt, var Lómur tað mesta av einari bátslongd undan Páll Fanga. Sølmundur var nógv aftastur.

Úrslit
1Jarnbardur05:03.06
2Riddarin05:06.01
3Lómur05:12.14
4Páll Fangi05:14.15
5Sølmundur05:27.21