Skipafelagið Føroyar varð sett á stovn hin 23. februar í 1919, og kann sostatt í dag hátíðarhalda sín 100 ára føðingardag.
Skipafelag Føroya varð røkti fram til 1969 rutusiglingina millum Keypmannahavn og Føroyar við skipunum hjá sær, sum øll itu Tjaldur. Síðani legði felagið seg meiri eftir farmaflutningi, og eftir at hava kappast í mong ár við Eimskip um farmaflutningin í Norðuratlantshavi, keypti Eimskip felagið í 2004.
Í 2006 keypti felagið Farmaleiðir frá Strandferðsluni og hevur sostatt farmaflutning bæði á landi og á sjógvi. Síðani 2007 hevur alt virksemið í Føroyum verið undir navninum Faroe Ship. Felagið hevur í dag deildir í Tórshavn, Klaksvík, Runavík og á Tvøroyri. Umleið 130 fólk eru knýtt at felagnum í føstum og tímaløntum størvum, og talan er um 115 ársverk.